máttmikið, og hvassari enn nakað
 tvíeggjað svørð, gatandi enntá til
 skiljingina sundur av sál og anda,
 og av liðunum og mergi, og er ein
 greinari av hugsanum og ráðum
 hjartans.
  13  Eiheldur er nakar skapningur,
 sum ikki er eyðsýndur fyri eygsjón
 hansara: men øll ting eru
 nakin og upplatin eygum hansara,
 við hvønn vit hava at gera.
 ( Hebr. 4:12  FKJ )
 11  Lat kvinnuna læra í kvirri
 við allari undirgivni.
  12  Men eg loyvi ikki kvinnu at
 frálæra, ella at tilræna myndugleika
 yvir manninum, men at
 vera í kvirri.
  13  Tí at Adam varð fyrst myndaður,
 síðan Eva.
  14  Og Adam varð ikki teipaður,
 men kvinnan, verðandi teipað, var
 í misgerðini.
  15  Hóast hetta, hon skal verða
 frelst í barnaføðing, um tær haldi
 áfram í trúgv og vælvild og heilagleika
 við hóvsemi.
 ( I. Tim. 2:11-15  FKJ )
 34  Latið kvinnur tykkara halda
 tøgn í kirkjunum : tí at tað er ikki
 loyvt teimum at tala ; men teimum
 er boðið at vera undir lýdni,
 sum eisini lógin sigur.
  35  Og um tær vilji læra nakran
 lut, lat tær spyrja sínar ektamenn
 heima : tí at tað er ein skomm hjá
 kvinnumat tala í kirkjuni.
  36  Hvat? kom orð Guðs út frá
 tykkum? ella kom tað til tykkara
 einans?
  37  Um nakar maður haldi seg
 sjálvan at vera ein prophet, ella
 andligan, lat hann viðurkenna, at
 tey tingini, sum eg skrivi til tykkara,
 eru boðini hjá Harranum.
  38  Men um nakar maður veri
 óvitandi, lat hann vera óvitandi.
 ( I. Cor. 14:34-37  FKJ )
Við munninum á tveimum ella trimum
 vitnum skal hvørt orð verða
 grundfest.
 ( II. Cor. 13:1  FKJ )
Tí sí, Harrin, HARRI herliðanna,
 tekur burt frá Jerusalem
 og frá Judah stuðulin og
 stavin, allan stuðulin av breyði,
 og allan stuðulin av vatni,
  2  Hin mektiga mannin, og krígsmannin,
 dómaran, og prophetin,
 og hin hygna, og hin elligamla,
  3  Høvuðsmannin av fimti, og
 hin heiðurssama mannin, og ráðgevaran,
 og hin hegniga listhandverkaran,
 og hin orðkringa røðumannin.
  4  Og eg vil geva børn til at vera
 teirra prinsar, og pinkubørn skulu
 stjórna yvir teimum.
  5  Og fólkið skal verða kúgað,
 hvør og ein av einum øðrum, og
 hvør og ein av næsta sínum: barnið
 skal hátta sær stoltsligani ímóti
 tí elligamla, og hin niðarligi ímóti
 tí heiðurliga.
  6  Tá ið ein maður skal taka
 hald á bróður sínum av húsi
 faðirs síns, sigandi, Tú hevurt
 klædnað, vert tú okkara stjórnari,
 og lat hesa toft vera undir hond
 tíni:
  7  Á tí degi skal hann svørja,
 sigandi, Eg vil ikki vera ein grøðari;
 tí at í húsi mínum er hvørki
 breyð ella klædnaður : ger meg
 ikki til ein stjórnara fólksins.
  8  Tí Jerusalem er oydd, og
 Judah er fallin : av tí at teirra
 tunga og teirra gerðir eru ímóti
 HARRANUM, at upptirra eyguni
 av dýrd hansara.
  9 ¶ Sýnið av teirra ásjón vitnar
 ímóti teimum; og teir kunngera
 synd sína sum Sodoma, teir fjala
 hana ikki. Vei teirra sál! tí at teir
 hava endurgoldið sær sjálvum ilt.
  10  Sigið tit til hin rættvísa, at
 tað skal vera væl statt hjá honum:
 tí at teir skulu eta ávøkstin av
 gerðum sínum.
  11 Vei tí vonda! tað skal vera
 illa statt hjá honum : tí at endurgjald
 handa hansara skal verða
 givið honum.
  12 ¶ Hvat fólki mínum viðvíkur,
 børn eru teirra kúgarar, og
 kvinnur stjórna yvir teimum. O
 fólk mítt, tey, sum leiða teg, elva
 tær at fara skeivum, og oyða veg
 rása tína.
  13  HARRIN stendur upp til tess
 at føra søk, og stendur til tess at
 døma fólkið.
  14  HARRIN vil innfara inn í
 dóm við hinar elligomlu fólks
 síns, og prinsar tess : tí at tit hava
 etið upp víngarðin ; ránið av tí fátæka
 er í húsum tykkara.
  15  Hvat meina tit við, at tit
 berja fólk mítt í stykkir, og mylja
 andlitini á teimum fátæku? sigur
 Harrin GUÐ herliðanna.
  16 ¶ Harafturat sigur HARRIN,
 Av tí at Zions døtur eru hástórar,
 og ganga við útstrektum hálsum
 og teymaleysum eygum, gangandi
 og trippandi sum tær fara, og gerandi
 eina glintan við fótum sínum:
  17  Tí vil Harrin sláa við eini
 skurv krúnu høvurs døtra Zions,
 og HARRIN vil avdekka teirra
 loyniligu partar.
  18  Á tí degi vil Harrin taka
 burtur dirvið av teirra glintandi
 prýðislutum um teirra føtur, og
 teirra hinnur, og teirra rundu
 høvuðprýðir líkasum mánin,
  19  Keturnar, og armringarnar,
 og hálsturriklæðini,
  20  Høvuðbúnarnar, og prýðislutir
 leggjanna, og høvuðbondini,
 og pláturnar, og oyrnaringarnar,
  21  Ringarnar, og nasasmúkkurnar,
  22  Tey skiftiligu dressini av
 skarti, og kapparnar, og høvuðlínini,
 og purlipinnarnar,
  23  Glarini, og tað fína línið, og
 hetturnar, og slørini.
  24  Og tað skal bera á, at í staðin
 fyri søtan anga skal vera stinkur;
 og ístaðin fyri ein girðil, ein
 skræðing ; og ístaðin fyri væl sett
 hár, skallutleiki ; og ístaðin fyri
 eina bróstsmekku, ein gyrðing av
 sekkjaklæði ; og bruni ístaðin fyri
 vakurleika.
  25  Tínir menn skulu falla viðˆ
 svørðinum, og tínir mektigu í
 krígnum.
  26  Og hennara portur skulu
 harma og vena ; og hon, verandi
 oyðin, skal sita uppiá jørðini.
 ( Esaiah 3  FKJ )
Við kvinnuna segði hann,
 Eg vil stórliga margfalda sorg
 tína og framaling tína ; í sorg skalt
 tú bera fram børn ; og tín trá skal
 vera til ektamans tíns, og hann
 skal stjórna yvir tær.
 ( Genesis 3:16  FKJ )