Guðs navn er enn JE-HO´-VAH; JE-SJU´-A, JO´-SJU-A, og JE-HO´-SJU-A merkja JE-HO´-VAH er frelsa. “Jahve” varð trýst inn av týskum Bíbliu KRITIKARUM í 19. øld, og er IKKI Guðs navn

Jesjua (II. Krýn 31:15 KJB), Josjua (Exodus 17:9 KJB), og Jehosjua (Nummur 13:16 & I. Krýn 7:27 KJB) eru tríggir hættir av SAMA NAVNI, og merkja øll JE-HO´-VAH er frelsa. At hetta er so er greitt og logiskt, og Guði líkt at gera tað so, tí Guð er ikki dularfullur, men skynsamur, – ein skils Guð.

Guðs sannleikar kunnu skiljast av hvørjumsumhelst palleba, UTTAN at fara á skúla, og tú kanst HEILT síggja burtur frá ófrelstum lærdum, sum læna Devlinum tungu.

“Jahve” dettur fullkomiliga uttanfyri allan orðaupprunafrøðiligan logikk. Satan trýstir hatta falska navnið fram, tí at hann tolir ikki, at Jesus er JE-HO´-VAH komin í kjøti (sí Jóh. 1:1 & I. Tim 3:16 FKJ), og at hann er frelsa Guðs JE-HO´-VAH. Satan roynir at klutra Guðs navn og gera Jesu guddómleika ógreiðan, men nei: Í Guðs sonnu BÓK hevur Guð enn sítt rætta navn: JE-HO´-VAH.

Falska navnið “Jahve” varð trýst fram av VANTRÚGVANDI, ÓFRELSTUM týskum bíbliu-kritikkarum í 19 øld, og so seinni av Joseh Kittel, Rudolf Kittel, Metzger, Nida, og øðrum tessháttar av-fíggindanum-sáaðum-illgrøsum tá og seinni. Teir vilja trýsta tað fram fyri faðir sín Djevulin bert fyri at skapa klutur í Guðs samleika; men Guðs navn stendur enn: JE-HO´-VAH. At tað er Satan, sum stendur aftanfyri hetta klutrið, ber teirra umbýting av navninum Lucifer við morgunstjørnuna klárt boð um eisini, tí hann vil bróta Guðs samleika og tilræna sær Jesu Christi pláss. Hann kann royna, men tað gongst honum aldri.

Afturi har sum tá ið tað kostaði títt lív at týða Bíbliuna og eiga hana, vóru menn samdir um, at JE-HO´-VAH er Guðs navn. Tað avgreiðir spurningin fyri mær; tí at kongadømi Guðs er andaligt, hansara orð hava verðið førd víðari av frelstum fólki, sum ELSKAR og KENNIR Guð, og vit hava ONGANTÍÐ brúk fyri nøkrum spottara at koma og siga okkum tað, sum teir pástanda vit ongantíð skiltu rætt.

Tað alment GÓÐTIKNA navnið hjá Guði várum inntil tá og av hansara trúgva fólki hevur altíð verið, er, og verður altíð JE-HO´-VAH.

Tað finnast mong vitnir fyri, at Guðs navn er JE-HO´-VAH, heilt aftur til aðru øld fyri Christ. Jødar í Evropa í 1200 talinum váttaðu fyri Christnum, at Guðs navn er JE-HO´-VAH.


JE
-SJU´-A er JE-HO´-VAH
JE-HO´-VAH er JE-SJU´-A
(Tó ikki so at skilja, at Jesus er Faðirin).

Hvør er so hasin Jahwe?
Jú, um tú spyrt meg, so er hann One World Order gudurin, sum pávin og Obama og tað trúarliga ST, sum pávin nú mælir til at stovna, fara at siga vera tann sami sum Allah, men sum í veruleikanum er drekin, og sum fráfallin “kristin”, sum laaangt síðan hava slept Guðs sanna orði, og sum dríta á Guðs navn, forglattvekk fara at falla pladask fyri, høvd yvir hala.

Meðan fleirtalið brúkti tann rætta tekstin til Bíbliuna, vitstu øll eisini, at Guðs navn var JE-HO´-VAH. Tey bæði tingini hanga altso saman. Tá ið perversjónirnar komu í 1881 og hareftir, tá broyttu gudleysu spottararnir JEHOVAH til Jahve. Eg veit altso, hvør stendur aftanfyri royndina til at broytinga Guðs navn: tann sami sum stóð aftanfyri at broyta bíbliurnar frá tí rætta Ben Chayyim Mazoretiska tekstinum fyri G.T. og T.R. tekstinum fyri N.T. til tann Alexandriska og kritiska tekstin hjá Kittel, Westcott & Hort & co, sum er alt gnostiskar korruptiónir úr Egyptalandi. Eg líti altso fult og heilt á tann yvirleveraða tekstin, og Guðs yvirleveraða navn, tí at Guð sigur sjálvur, at tað orðið og tey orðini (tí eisini nøvdini, tí eitt navn er jú eisini eitt orð), sum hann gav við íblástri (II. 3:16), tey skuldi hann varðveita frá hesi ætt um ævir: Psálmur 12:6-7 KJB sigur: The words of the Lord are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times.Thou shalt keep them, O Lord, thou shalt preserve them from this generation for ever. Guð sigur altso IKKI, at orðini skuldu verða burtur og so funnin aftur, men hann sigur, at tey skuldu verða varðveitt. Tá ið tú varðveitir naka, so goymir tú tað: tað er altso ONGANTÍÐ burturmist. Jesus segði eisini, Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir (Matth. 24:35 FKJ). Tað, sum fleirtalið av Guðs fólki hevur havt hesi síðstu 2000 árini, tað er tað, sum Guð gav, og sum Guð upp ígjøgnum eina ávísa linju hevur varðveitt. Guðs trúfasta fólk hevur hvørki spilt Guðs orð, ella Guðs navn; og teir, sum eftir 1881 góvu perversjónir út, teir vóru ikki av Guðs fólki. Tí rokni eg ALS IKKI við tíðini, sum er aftaná 1881. Tað er ALT samalt fráfall og lygn.

Eg fari at týða einar 3-4 síður úr bókini “In Awe of Thy Word” eftir G. Riplinger um hetta, so skjótt sum eg kann. Men hetta má eg siga nú beinanvegin:

Til samanburðar kann eg orðaupprunafrøðiliga greiða frá mínum egna navni við eini frágreiðing, sum hvørt smábarn kann skilja:

Sigvørður (ár 800) > Sigvurður (ár 1000) > Sigurður (ca ár 1300 + Íslendskt í dag) > Siurður (ca ár 1350 í Føroyskum brævum í bók hjá Rikard Long) > Sjúrður (í dag).
altso merkir Sjúrður Sigur-vørður, ella: hann, sum varðar um sigurin.

Ja, sigurin er longu vunnin á Golgata krossi av JE-HO´-VAH komnum í kjøti, nágreiniligari sagt av øðrum persóni í Guddóminum, Harranum Jesusi Christi; og hann vil eg standa vørður um. Eisini vil eg verja Guðs sanna orð, og Guðs sanna navn, tí eg kenni mín Guð, og vil tí inna reystligani.

Hvat merkir títt navn?
Hvussu eitur tín Guð?

Gjøgnum Guð vit skulu inna reystligani: tí hann tað er, sum skal traðka niður okkara fíggindar.
( Psálmur 60:12 FKJ )

Orðið er tær nær, enntá í munni tínum og í hjarta tínum
(Rom. 10:8 FKJ)

Sannleikin liggur altíð beint frammanfyri nøsini, ongantíð hinumegin jørðina, ella uppi á mánanum, og als ikki at finna hjá ófrels
tum Bíbliu-kritikarum.

Onnur tíðindi