Guðs innbygda sjeytals-skipan (at talið á hvussu ofta ting, nøvn og orð koma fyri kann býtast við sjey) ber prógv um hvør bók ið er tann rætta, og hvør er korrupt

Og spottararnir spotta Guð og hans alhalga orð, og vilja ikki hoyra sannleikan, eiheldur trúgva honum. Teir um tað, meg eg dugi altso at síggja eitt fullkomið ting, tá ið eg síggi tað, og eg veit hvat bara Guð kann gera, og ikki maður.
Tað FINST eingin millumvegur ímillum Guðs fullkomnu Bíbliu og perVersjónirnar. Blandar man korruptión og fullkominleikan saman, so er alt korrupt, – eins og við súrdeignum sum súrgar allan klumpin (sí I. Cor. 5:6 FKJ). Tí er NKJV totalt korrupt, tí at teir siga, at hon fylgir sama tekstinum sum King James, men sannleikin er, at hon víkur frá Textus Receptus í 1200 plássum yvir til tann kritiska tekstin í N.T. aleina (men tað siga teir ikki í sølu-lýsingunum, tí at so hevði sølan minkað). Men teir eru so sniðfundigir, at teir lata akkurát nóg nógv vers vera líka sum í King James til at fáa fólk til at góðtaka hana, og at skifta King James Bíbliuna út við hana. King James Bíblian heldur seg innanfyri røttu familjuna av handritum í G.T. og N.T. tvørturígjøgn, men er ikki 100% Theodore Beza, eiheldur 100% Robert Stephanus. Vit King James Bíbliu trúgvandi trúgva og líta á, at Guð leiddi týðararnar í at velja júst tað rætta og tað sum Guð sjálvur vildi til Bíbliu endatíðarinnar á heimstungumáli alheimsins. Og hetta siga spottararnir vera ov “ekstremt” og velja so heldur at brúka alexandrisku perVersjónirnar, tí har er friður og einkið klandur, og har kann alt standa og danda og syngja kumbaja kumbajallah ha víðari út í fráfall og undir pávan.

Um NKJV er tað nærmasta ið nútíðin kann koma at Guðs fullkomnu Bók, King James Bíbliuni, so kann hon skeina sær við tí. Eg haldi meg til Guðs Bók, góðu gomlu King James Bíbliuna.
Onnur tíðindi