Guðs haldbæra loysn fyri familjuna er enn sum áður, at bøgan passar ungarnar og reiðrið; og steggin forsyrgir

Nær byrjaðu skilsmissurnar?
Tá konurnar yvirgóvu heimið.
Hví skúlabørnini koma í skúla uttan bøkur og matpakka?
Tí at stakklarnir eiga ikki longur eina mammu, hvørs uppgáva er heimið og børnini.
Mamman roynir at spæla kongur, meðan maðurin skal gerast drongur, – inntil hann knappiliga reisir seg aftur og sigur stopp. Tá fær reyðsokkurin propp, og rýmir; stuðlað av tí almenna.
Enn teskar Djevulin Evu fulla av lygn.
Enn lýpur Slangan á tað veikara kynið.
GUÐ hevur loysnina í sínum heilaga orði:
– Mamman heima,
– Pápin forsyrgir.
Bíblian kallar mannin (ikki konuna) forsyrgjaran:
Men um nakar skaffi ikki
fyri sínum egnu, og serstakliga
fyri teimum av sínum egna húsi,
hann hevur avnoktað trúnna, og
er verri enn ein vantrúgvandi.
( I. Tim 5:8. FKJ )


Bíblian lærir eldri og ungar konur at vera soleiðis:
Hinar aldraðu kvinnur líkaleiðis,
at tær veri í atferð sum sømir
heilagleika, ikki falskir ákærarar,
ikki givnar til nógvs víns, frálærarar
av góðum lutum;
At tær mega læra hinar ungu
kvinnur at vera edrúiligar, at
elska ektamenn sínar, at elska
børn síni,
At vera hóvligar, kýskar, passarar
við hús
, góðar, lýdnar fyri
sínum egnu ektamonnum, at orð
Guðs verði ikki Guðs-spottað.
( Titus 2:3-5. FKJ )
Eg vil tessvegna at hinar
yngru kvinnur giftist, eigi børn,
leiði húsið;
gevi einkið føri til
mótstandarans at tala háðisliga.
( I. Tim. 5:14. FKJ )
Men eg vildi havt tykkum
at vitað, at høvur hvørs mans er
Christus; og høvur kvinnunnar
er maðurin; og høvur Christs er
Guð.
( I. Kor. 11:3. FKJ )


Bakka aftur til har sum tingini vóru so sum GUÐ sigur í orði sínum, (tvs eini 40-50 ár aftur) og allir trupulleikarnir loysast mestsum av sær sjálvum.
Men tað vilja tit ikki!
Hví?
Tí tit elska pengar, bilar, flatskermar, labtops, ipads, lazyboys, kingsizebeds, ferðir, smúkkur, gull, silvur, dýrabærar steinar, træ, hoyggj, hálm, tykkara falsboðandi prestar, – og ikki Guð, eiheldur tykkar egnu av sonnum.

Menn í síðstu tíð skuldu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir .. (sí II. Tim 3:1-7 FKJ).


… ja, so kunnu tit fara á 300 ráðstevnir í Norðurlandahúsinum, Nesvík, Skálavík og Kelduni, fáa ráðgeving frá øllum møguligum spisfindigum nissum; – trupulleikin  verður verandi.

– Konurnar rýma við øllum,
– Børnini standa og gløða og bløða,
– Meðan menninir rinda gildið.


Kukkbýtt í høvdinum við devlum runt um høvdið er hvat fólkið nú er vorðið!

Játtið so bara 5 milljónir afturat; og skaffið tykkum fult av sosialráðuppgevum og peddagoggum, við ráðstevnum og serfrøðingum í laaangar banar fyri almennar pengar; trupulleikin tó stendur við og versnar. Jamen tit eru longu farin burtur frá veruleikanum. Tit liva eina LYGN.
100% sikkurt!

Pikk, pikk!
Tín kastreraði vatpikk.


Bara róligur. Hesin maðurin er í ordan.
Tað ert tú, sum treingir til hjálp. IKKI serfrøðingahjálp, men við at tú koyrir ALT HATTA SKRAMBLIÐ frá tær, og lærir teg vísdóm Guðs: KJB.
He, he.
Onnur tíðindi