Guð segði longu, gjøgn Esaiah, at tungutala fór at ljóða sum stamandi varrar (jibberish), so hvat mølma tit spottarar um?



Esaiah 28:10-13:
10 Tí at forskrift má vera omaná forskrift, forskrift omaná forskrift; linja omaná linju, linja omaná linju, her eitt sindur, og har eitt sindur:
11 Tí at við stamandi vørrum og eini aðrari tungu vil hann tala til hesa fólks.
12 Til hvørja hann segði, Henda er hvíldin, við hvørji tit mega elva hinum móðu at hvíla; og henda er endurfrískanin: tó vildu teir ikki hoyra.
13 Men HARRANS orð varð teimum forskrift omaná forskrift, forskrift omaná forskrift, linja omaná linju, linja omaná linju; her eitt sindur, og har eitt sindur; at teir máttu fara, og falla aftureftir, og verða brotnir, og snerraðir, og tiknir.

I. Cor. 14:21:
Í lógini stendur skrivað, Við monnum av øðrum tungum og øðrum vørrum vil eg tala við hetta fólk; og tó fyri alt tað vilja teir ikki hoyra meg, sigur Harrin.


Prógvið um, at Esaiah her propheterar um tungutalu, er, at Paulus siterar orðini hjá Esaiah í sambandi við tungutalu. So tað, at tungutala ljóðar sum skilaleyst tos, ella sum staming, tað hevur Guð longu sagt okkum. Guð kallar andsdópin og tungutaluna fyri hvílu og endurfrískan, meðan spottararnir kalla tað fyri “jibberish”. Well, jibberish er stam, so alt hatta spottið lata vit bara perla av okkum, og halda áfram at tala jibberish, her eitt sindur, har eitt sindur, full í Harrans endurfrískandi vatni.

Tá ið vatn vellur upp, so sigur tað: blobb blobb blobb blobb blobb.

jibb, jibb,
blobb, blobb,
bobble bobble,
gobble gobble;
bubble up, double up.


Dottið burtur?
So er tykkara kunnleiki eisini dottin burtur. So kunnu tit brenna tykkara bøkur við Scofield, Darby, Spurgeon, Danielsen; tí at Guðs orð sigur eisini, at kunnleiki skal hvørva burt, ikki bara at tungur skulu halda uppat (sí I. Cor. 13:8); tí at, eru tungur dotnar burtur, so er tykkara kunnleiki eisini dottin burtur.

Onnur tíðindi