7 Men hvørji ting ið vóru vinningur fyri mær,
tey roknaði eg tap fyri Christ.
8 Ja óivað, og eg rokni øll ting bert tap
fyri avbærleikan av kunnleikanum til Christs Jesu Harra míns:
fyri hvønn eg havi liðið tapið av øllum tingum,
og rokni tey bert skarn, at eg má vinna Christ,
9 Og verða funnin í honum,
ei havandi mína egnu rættvísi,
sum er av lógini, men hana sum er gjøgnum trúgv Christs,
rættvísina sum er av Guði viðˆ trúgv:
10 At eg má kenna hann, og kraftina
av uppreisn hansara,
og samfelagið av líðingum hansara,
verðandi gjørdur sammyndbærur at deyða hansara;
11 Um við nøkrum midlum eg mátti
nátt framat uppreisnini av teimum deyðu.
12 Ikki sum um eg hevði longu nátt,
eiheldur var longu fullkomin:
men eg fylgi eftir, um at eg má handtaka tað
fyri hvørt eg eisini eri handtikin av Christi Jesusi.
13 Brøður, eg rokni ikki meg sjálvan at hava handtikið:
men hetta eina ting eg geri,
gloymandi hasi tingini sum eru fyri aftan,
og rættandi fram at teimum tingunum sum eru fyri framman,
14 Strembi eg ímóti markinum fyri sigursgripin
av hini høgu kallan Guðs í Christi Jesusi.
( Phil. 3:7-14 FKJ )