Guð hevur varðveitt síni skíru orð: himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá Jesusi skulu ikki ganga undir: tey eru øll somul í KJB


1

2

Guð lovar ikki, at hansara orð skuldu “FINNAST AFTUR”.
Guð lovar at VARÐVEITA síni orð.
Jamen so hava tey ongantíð verið mist burtur.

 6  Orðini hjá Harranum eru skír orð: sum silvur roynt í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
 7  Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
( Psálmur 12:6-7  FKJ )

Um ævir, O HARRI, títt orð er grundfest í himni.
( Psálmur 119:89  FKJ )

Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir.
( St. Matthæus 24:35  FKJ )

Tey følsku Rolex urini niðri á Rhodos munnu vera mong; men eitt ekta Rolex ur finst tó.

Tey følsku kunnu vera óteljandi mong.
Tað sanna er altíð bert eitt.

Ein, sum ikki kann vísa tær á eina ávísa Bíbliu og siga, Henda er Guðs skíru, varðveittu, íblástu orð úr permu í permu, uttan feil, er ikki ein Bíbliu-trúgvandi; nei, hann kalla vit ein Bíbliu-agnostikari.

Og at siga, at uppruna-handritini VÓRU Guðs orð, er at melda bankarott, tí so hava vit onga Bíbliu í dag.
Men nú hava vit altso hana: King James Holy Bible, – tað sanna Rolex urið.

Soleiðis sær fyrsta síða út í eini reinari Cambridge Holy Bible.
Standard prent-pláturnar frá 1920.
Standard “image” (sí niðanfyri):

Takk, Guð, fyri tíni varðveittu, skíru orð.

KJV 777 >

Onnur tíðindi