Guð hevur ongar kvinnuligar hirðar: ikki ein, tí hann gongur ikki ímóti sínum orði!


……
Vit liva mitt í endatíðar fráfallinum.
Guðs orð sigur klárt, at biskupar (umsjónarmenn, t.e. hirðar, pastorar) skulu vera einarkonumenn; altso eru teir menn, ikki kvinnur. Tískil kallar Guð ikki kvinnur til eitt andligt embæti ímóti sínum opinberaða vilja, sum er hansara orð. Eg havi ikki bara onga virðing fyri kvinnuligum pastorum og prestum, eg havi ANDSTYGD fyri teimum. Tær hava ikki rætt til at læra, ella tilræna myndugleika yvir monnunum. Hetta lærir Nýggja Testamenti mangastaðni, og um hetta er eingin ivi; tað er altso, um man nr. 1: Dugir at lesa, og nr. 2: Virðir Guðs orð. Og virðir man ikki Guðs orð, hvør er man so at standa og læra onnur tað? Sátan kallar og setur kvinnuligar hirðar, ikki Guð. Ikki eina ta einastu, – ikki eina ta einastu ferð!

Guðs forskriftir standa ævigt við.

Mín sáttmála vil eg ikki bróta; ella broyta tað ting sum er farið út av varrum mínum.
Psálmur 89:34.

(biskupur merkir umsjónarmaður, tað kemur frá episkopus (Gr.: epi = evst ; skopus => umsjón).


Sí øll Guðs krøv til biskupar her >


Sí øll Guðs krøv til elstar her >


Sí øll Guðs krøv til deknar (kirkjutænarar) her >


Onnur tíðindi