1
2
You only have I known of all the families of the earth: therefore I will punish you for all your iniquities.
( Amos 3:2 KJB )
Síggið tessvegna góðsku og
strangleika Guðs: á teir sum fullu,
strangleika; men mótvegis tær,
góðsku, um tú haldi áfram í góðsku
hansara: annars skalt tú eisini
verða høgdur av.
( Rom. 11:22 FKJ )
EG eri hitt sanna víntræið, og
Faðir mín er víngarðsmaðurin.
2 Hvørja grein í mær sum ber
ikki ávøkst tekur hann burtur: og
hvørja grein sum ber ávøkst, hann
reinskar hana, at hon má bera
fram meiri ávøkst.
3 Nú eru tit reinir gjøgnum
orðið sum eg havi talað innat tykkum.
4 Verðið verandi í mær, og eg í
tykkum. Eins og greinin kann ikki
bera ávøkst av sær sjálvari, uttan
hon verði verandi í víntræinum;
ei meira kunnu tit, uttan tit verði
verandi í mær.
5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar:
Hann sum verður verandi í
mær, og eg í honum, hin sami ber
fram miklan ávøkst: tí uttan meg
kunnu tit einkið gera.
6 Um ein maður verði ikki verandi
í mær, hann verður kastaður
fram sum ein grein, og følnar; og
menn savna tær, og kasta tær inn í
eldin, og tær verða brendar.
7 Um tit verði verandi í mær,
og orðini hjá mær verði verandi
í tykkum, skulu tit umbiðja hvat
tit vilja, og tað skal verða gjørt
tykkum.
( Rom. 15:1-7 FKJ )
5 logiskar niðurstøður úr Jóhannes 15:1-7:
1)
Ein grein, sum er í víntræinum, t.e. í Jesusi, (tí hann sigur, at hann er víntræið), má vera ein frelstur, tí hvør kann vera í Jesusi, og ikki vera frelstur?
2)
Ein frelst grein í Jesusi, sum ikki ber ávøkst, kann verða skorin av, tvs. alt í einum ikki longur vera í Jesusi.
3)
Greinin, sum skal verða verandi í víntræinum, má sjálvandi vera í honum nú, – men má ansa eftir at verða verandi í honum áfram.
4)
Jesus vil, at greinar í honum skulu verða verandi í honum, so tað má haravleiðandi bera til at halda uppat at vera í honum.
5)
Greinar, sum eina ferð vóru í Jesusi, men sum vórðu kastaðar fram av víngarðsmamminum (Guði Faðir), enda við at verða brendar, tvs at ein avskorin grein, sum eina ferð var í víntræinum, kann enda við at fara í helviti, um hann ikki søkir inn til Jesu aftur.
Til at skilja hetta, nýtist tær ikki at fara á teologg-seminarii; nei, tú mást bara hava ein meðal hampa barna heila og eitt bleytt hjarta.
Eini blíð ráð:
Byrja aftur og les Guðs orð so sum tað talar, og slepp øllum teologg-bókum. Guð hevur í talað til okkara við Syni sínum (Heb. 1:2), hann sigur ikki, at hann hevur talað til okkara ígjøgnum Sonin, sílað ígjøgnum tann-og-tann, og so til tín. Guð hevur skrivað tað, og júst tað, sum hann vil hava teg og meg at vita, og hvørsumhelst kann skilja tað.
Byrja aftur og les Guðs orð so sum tað talar, og slepp øllum teologg-bókum. Guð hevur í talað til okkara við Syni sínum (Heb. 1:2), hann sigur ikki, at hann hevur talað til okkara ígjøgnum Sonin, sílað ígjøgnum tann-og-tann, og so til tín. Guð hevur skrivað tað, og júst tað, sum hann vil hava teg og meg at vita, og hvørsumhelst kann skilja tað.