Guð er strangast við tey, sum eru honum nærmast

1
2
You only have I known of all the families of the earth: therefore I will punish you for all your iniquities.
( Amos 3:2  KJB )
Síggið tessvegna góðsku og
strangleika Guðs: á teir sum fullu,
strangleika; men mótvegis tær,
góðsku, um tú haldi áfram í góðsku
hansara: annars skalt tú eisini
verða høgdur av.
( Rom. 11:22  FKJ )
EG eri hitt sanna víntræið, og
Faðir mín er víngarðsmaðurin.
 2  Hvørja grein í mær sum ber
ikki ávøkst tekur hann burtur: og
hvørja grein sum ber ávøkst, hann
reinskar hana, at hon má bera
fram meiri ávøkst.
 3  Nú eru tit reinir gjøgnum
orðið sum eg havi talað innat tykkum.
 4  Verðið verandi í mær, og eg í
tykkum. Eins og greinin kann ikki
bera ávøkst av sær sjálvari, uttan
hon verði verandi í víntræinum;
ei meira kunnu tit, uttan tit verði
verandi í mær.
 5  Eg eri víntræið, tit eru greinarnar:
Hann sum verður verandi í
mær, og eg í honum, hin sami ber
fram miklan ávøkst: tí uttan meg
kunnu tit einkið gera.
 6  Um ein maður verði ikki verandi
í mær, hann verður kastaður
fram sum ein grein, og følnar; og
menn savna tær, og kasta tær inn í
eldin, og tær verða brendar.
 7  Um tit verði verandi í mær,
og orðini hjá mær verði verandi
í tykkum, skulu tit umbiðja hvat
tit vilja, og tað skal verða gjørt
tykkum.
( Rom. 15:1-7  FKJ )
5 logiskar niðurstøður úr Jóhannes 15:1-7:
1)
Ein grein, sum er í víntræinum, t.e. í Jesusi, (tí hann sigur, at hann er víntræið), má vera ein frelstur, tí hvør kann vera í Jesusi, og ikki vera frelstur?
2)
Ein frelst grein í Jesusi, sum ikki ber ávøkst, kann verða skorin av, tvs. alt í einum ikki longur vera í Jesusi.
3)
Greinin, sum skal verða verandi í víntræinum, má sjálvandi vera í honum nú, – men má ansa eftir at verða verandi í honum áfram.
4)
Jesus vil, at greinar í honum skulu verða verandi í honum, so tað má haravleiðandi bera til at halda uppat at vera í honum.
5)
Greinar, sum eina ferð vóru í Jesusi, men sum vórðu kastaðar fram av víngarðsmamminum (Guði Faðir), enda við at verða brendar, tvs at ein avskorin grein, sum eina ferð var í víntræinum, kann enda við at fara í helviti, um hann ikki søkir inn til Jesu aftur.

Til at skilja hetta, nýtist tær ikki at fara á teologg-seminarii; nei, tú mást bara hava ein meðal hampa barna heila og eitt bleytt hjarta.

Eini blíð ráð:
Byrja aftur og les Guðs orð so sum tað talar, og slepp øllum teologg-bókum. Guð hevur í talað til okkara við 
Syni sínum (Heb. 1:2), hann sigur ikki, at hann hevur talað til okkara ígjøgnum Sonin, sílað ígjøgnum tann-og-tann, og so til tín. Guð hevur skrivað tað, og júst tað, sum hann vil hava teg og meg at vita, og hvørsumhelst kann skilja tað.
Onnur tíðindi