Gott og væl

Eg havi hugsað meira um væl og gott.
Væl stendur í mun til illa; men gott er lægsta stigbenging av gott, betri, best.

Av tí, at væl og gott ikki eru eins, skriva vit væl betur (ikki væl betri), men gott, betri (ikki betur), best. Altso hoyrir betur saman við væl; og betri hoyrir saman við gott.
Væl og gott eru altso liðir í hvør síni ketu, og kunnu tí ikki vekslast.

“Hatta var væl sagt” merkir, at tað var væl borið fram. “Hatta var gott sagt” merkir, at tað, ið sagt varð, var gott. Tað sama, um man tosar um sang: Hatta var væl sungið merkir, at tað var væl sungið, í mun til illa sungið, altso merkir tað, at sangtekniskt var tað perfekt, men kundi sum so ljóða illa kortini. Um sangarin sang gott, so merkir tað, at hann sang bæði væl og kom væl frá tí sum heild, at alt var gott við sangi hansara.

Í dag eru fólk farin at siga t.d., at “Tað kennist væl”, tá ið tey áttu at sagt: “Tað kennist gott”.
At okkurt kennist væl merkir, at tað er lætt at merkja tað, (í mun til, at tað kennist illa, altso er tað ringt at kenna tað); men at okkurt kennist gott merkir jú, at tað, ein kennir, er gott.

Var hetta væl frágreitt?
Var tað gott, at fáa hetta upp á pláss?

Jú, bæði gott og væl.

Men vilt tú skilja hetta og brúka tað rætt?
Títt er valið.

Gott man vera, um tú bæði hugsar, tosar og velur væl.

(Altso, hvar fekst tú hatta frá?
Í seingini tíðliga gjáramorgunin.
Ber til at hugsa á fróðskaparsetrinum, so ber tað eisini til í gomlu seingini hjá mær.
Hvussu við tær?
Títt er valið).

Onnur tíðindi