Góði bispur og prestar

(Hetta teldubræv er í kvøld sent bispi og øllum “prestum” Føroya lands (t.e. hirðum og falsprophetum, ja, enntá sodomu-baals-prestinnuni í Fuglafirði, Anne-jeze-mette-bel.)


Góði bispur og prestar.

Tá ið lógir koma í hesum landi, sum ganga beint andstøðis Guðs skilgreining um hvat er synd og andstygd í Guðs eygum (ja, so ring andstygd, at Guðs orð sigur í I. Corinth 6:9, at tey, sum gera slíkar lutir, skulu ikki arva kongadømi Guðs), so vilja Jesu CHristi sonnu boðberar lýða Guði, meir enn monnum; sum eisini ápostul várs Harra og Frelsara Jesu Christs, Pætur, segði við jødaráðið á sinni, tá ið teir noktaðu teimum at tala í Jesu navni: Vit áttu at lýða Guð, heldur enn menn (Gern. Áp. 5:29). Bøn og vón mín og mangra sannvitna er, at tygum vilja prenta hetta niður í teir, sum tú ert settur av Margrethu sodomu-lifrandi-danadrotning yvir. Vart tú í andanum undir Guði, so hevði tú talað so herfyri, tá tú innsetti tveir hirðar í tænastu. At tú sigur við prestarnar, at teir skulu lýða landsins lógir, og so tekur afturí aftur og sigur ALLAR LÓGIR, gevur klár boð til okkum síggjandi, at tú ert av slíkum slagi, at tá ið tað kom til skarpskeringar, so hevði tú valt danska sodomu-statin, heldur enn Guð og hans alhalga orð. Breyðbropheturin ert tú, mátti at einum Guðs-propheti tú verðið, tá ið frá mammon til Guðs tú vendir tær. Svá veri; í Jesu navni, A´-men.

(Men, fyrr enn tú hevði gjørt tað, so hevði tú borið so í bandi, at eg varð settur fastur: tí tú ert einkið annað enn ein keyptur Heródes, í song við Róm; og eins og Zedekiah setti Jeremiah fastan, fyri at ávara í sannleika, soleiðis eisini ert tú nú.)

Ikki ræðast tit at geva út Nýggja Sáttmála, sokallaða, bygt á Alexandrisku gnostisku handritini, endurlívgað av andamanarunum Westcott & Hort, teksturin perverteraður víðari av onkrum antisemitiskum donskum steindeyðum prestum (fjerna Ísrael 70 ferðir!!!), og koyra tað so inn aftur, har man ikki heilt hevði samvitsku til at lata tað vera vantandi. Og so geva tit hetta sataniska lortið út á sjálvasta 500 árs reformatiónsdegnum! Eg havi ikki sæð ella vitað makan til Guðsspott!! Eg havi Luthersa Heilige Schrift (UNREVIDIERT) frá 1545, King James 1611, og Donsku kong Christians VI Bíbliuna frá 1740, og tær eru so gott sum orðarætt líka!!!! Teimum trimum stendur FKJ á, sum forrestin er komin út í heilum líki í 2017 eisini; skrivað á BÍBILSKUM, ikki donskum tyggigums, SMS-andi, smaskandi snakkimáli, har man ikki vil læra ungdómin hvat ein ápostul er. Illa veri tykkara perversjón úr. Guðs orð skal standa um ævir, og tað er nú komið út á Føroyskum, Mazoretiska Ben Chayyims Gamla Testamenti, og Textus Receptus Nýggja Testamenti, fínpussað í Ensku Reformatións Bíbliuni King James, týtt orð fyri orð, setning fyri setning yvirá Føroyskt, samvitskusamligani, undir Guði einans, ikki sodomu-dana-drotning.

Lat meg siga tað sum tað er: VART TÚ BISPUR GUÐS, SO HEVÐI TÚ SAGT VIÐ PRESTARNAR OG LAND ALT: TÁ IÐ LÓGIR KOMA, SUM FARA AT KREVJA, AT TIT VÆLSIGNA SYND Í JESU NAVNI, TÁ SKULU TIT SIGA BUMS NEI. Hevði tú sagt tað, so hevði eg blástemplað teg, og BARA tá!!!!!!!

P.S. Pætur var ikki fyrsti pávin: Constantin var. Við honum byrjaði skøkjan mikla. Kvinnan flýddi undan drekanum út í oyðimørkina, kvinnan, t.e. albigensararnir, hugonottarnir, waldensararnir o.a., niðan í alpurnar, undan drekanum, antichristi í Róm; honum, sum tygum líkjast uppá ein prikk, ólíkt Eyvind Wilhelm, sum gekk í svørtum koti á Ólavssøku, blúvsamur og edrúiligur, ikki drukkin av hordómsvíni skøkjunnar, danadrotningar og ES (teirra Guðleysu lógum, sum tú óttast og vilt læra onnur at óttast).

Pætur hevði sagt við teg og tínar slímutu líkar: Peningur tín glatist við tær (Gern. Áp. 8:20)

Sjúrður enn-einaferð-beintframaná Højgaard.

Undarligt er tað, men eg havi ikki frið, uttan eg fleingi teg av, títt óskikkiliga, Guðleysa barn. Hevði eg latið vera, so hevði eg ikki vitað í mínum innasta hjarta, at eg elskaði mítt fólk nokk til at ávara tey og siga teimum sannleikan, meðan tíð enn var; tí at tíðin er sutt. Hon er sera stutt.

Onnur tíðindi