(Jan. 2016)
HARUMFRAMT, brøður, eg kunngeri tykkum gleðiboðskapin, hvønn eg prædikaði tykkum, hvørjum tit eisini hava tikið við, og í hvørjum tit standa;
2 Við hvørjum eisini tit verða frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs.
3 Tí at eg avhendi tykkum fyrst av øllum tað, sum eg eisini tók ímóti, hvussu ið Christus doyði fyri okkara syndir samsvarandi við skriftirnar;
4 Og at hann varð grivin, og at hann reis upp aftur triðja dagin samsvarandi við skriftirnar:
5 Og at hann varð sæddur av Cephasi, síðan av teimum tólv:
6 Eftir tað varð hann sæddur av omanfyri fimm hundrað brøðrum í senn; av hvørjum meginparturin er eftir framat hesi núverandi tíð, men summir eru sovnaðir.
7 Eftir tað varð hann sæddur av Jákobi; síðan av øllum ápostlunum.
8 Og síðst av øllum varð hann sæddur av mær eisini, sum av einum, føddum uttanfyri ásetta tíð.
( I. Corinth 15:1—8 FKJ )