Glasir = 666; tá ið SATAN skríður upp í tað úr neðra

Eitt almektugt okkult hel-hol fyri trýkvart milliard!

Glasir er samansett av trimum P’um, tá man hyggur niðurá tað, men hjá teimum, sum koma upp í tað úr neðra, úr avgrundarbrunninum, t.e. hjá Satan og illu andum hans, um (ella tá) ið teir koma upp ígjøgnum miðjuna av Glasi, so koma teir upp ígjøgnum trý 6 tøl, t.e. 666. So er tað spurningurin, um tað ikki andaliga býr nakað aftanfyri hetta.

Tá ið eg hugsi um mína egnu tíð á studentaskúlanum í Gøtugjógv (1988-1991), so er eingin ivi um, at andaliga brúkar Satan framhaldsskúlarnar nógv meira enn Guð, og at tey, sum ikki eru sterk í trúnni áðrenn tey fara hagar, aloftast koma út haðani við ongari trúgv eftir, ella í flintrum. Teir flestu lærararnir eru annaðhvørt kommunistar, liberalistar, humanistar, darwinistar, ella beintfram ateistar, og hava tað sum sína loyniligu missión at ávirka so mong ung fólk sum teir kunnu burtur frá Christnu trúnni; og til ta uppgávuna hava teir uttan nakran iva einar 100-200 devlar í part frá Satan. So, trúgvi eg, at illir andar koma flúgvandi upp ígjøgnum 666 holið hjá fráfarnu Fattigmor Dam? Ja, tað geri eg!

Hvat stendur so PPP fyri?
Spyr býtt!
Pengar, pengar, pengar; gudur hesa heims og hjá Heðin Mortensen & Co: Mammon.
Nú sleppa havnarmenn at gjalda fyri, at teirra børn verða demoniserað … og sodomiserað í glæsiligum (luxus) umstøðum. Líka øvugt, skitið, perverst og paradoxalt sum eitt luxus bordell.

Sodomiserað?
Ja! Sodomiserað!
Tá ið reyvpularalógin varð viðgjørd á tingi í 2017, var tingsalurin í heilum fullur av HEILUM SKÚLAFLOKKUM úr Hoydølum, – undir lærarans leiðslu!. Hvat kallar man sovorið? Sodomuinndoktrinering av devulrendum læraralortendum. Hvat kallar man hatta meira? Ja, hvat við at siga sum er: Satans pakk.
Eisini veit eg, at í summum flokkum varðst tú ein atsóktur, kroystur minniluti, um tú vart ímóti teirra sodomittisku perversón, og ikki fórt oman við teimum. So ja, slíkir lærarar eru Satans tænarar ganga 6, ella skulu vit siga: ganga 6 6 6.

Glaður fyri, at eg kom óskalaður ígjøgnum tykkara hel-hol av eini darwinistiskari skúlaskipan. Hevði eg ikki altíð havt verið ein bíbliulesari, so hevði eg verðið køvdur av lygn. Stakkals børn í dag. Ikki undarligt, at Guð vil geva teimum sterkari og reinari sakir, ikki longur alexandrisku perversjónirnar hjá Dahl og Victor, men nú sjálvastu KING JAMES BÍBLIUNA á Føroyskum.

Jamen, hatta er ræðuligt!
Ja. Suck it up, bud. It’s the truth!

Áleið 666 milliónir fyri eitt 666 hel-hol, hjá Satan at skríða upp ígjøgnum hvønn morgun at myrkja okkara ungdóm.

Jamen góði, hatta verður tú ikki populerur av at siga.
Tað kann vera tykkara problem. Mær er líkamikið. Sannleikin er sannleikin tó.
Hatta ER eitt 666 mobius, og tað er SATANSA mest okkulta symbol. Tað veit so tykkara harri av, um tit ikki vilja vita tað. Nú hevur so onkur sagt tær, at so er.

Vend um og trúgv Guði. Les tína Halgu Bíbil.

Tilvildarligt?
Nei.
Arkitekturin hevur helst ikki hugsað um tað. Men í dag er tað soleiðis, at tað er tíðarandin, sum arbeiðir ígjøgnum fólk, tey fáa íblástur frá tingum, sum eru uppi í tíðini; men aftanfyri tíðarandan er gudur hesa heims, sum stýrir trendini. Ein skúlabygningur, sum myndar 666, hevði ikki funnið sær stað fyri 100 árum síðani í Føroyum. Hví? Tí skúlar tá vórðu halgaðir Guði, og morgunsangur og sonn undirvísing í Christni varð gjørd. Tá kann hasin ekli andin úr helviti ikki koma framat. Men í dag er hann her! Hví? Tí fólkið sum heild er vorðið Guðleyst, og tilbiður mammon ístaðin; og tey, sum tilbiðja mammon, tilbiðja í veruleikanum Satan. So kemur tað eisini til sjóndar; sum í hesum føri. Glasir er, við øðrum orðum, eitt Satans tempul. Guðloysingarnir í Havn hava valt Satan á ting (andaliga), og so byggir hann teimum eitt Satans tempul. Og tey mugu gjalda. Gjing!

Framtíðin verður soleiðis, at myrkrið kemur at gerast myrkari og myrkari, men samtíðis kemur tað at lýsna og lýsna hjá teimum rættvísu, til tað er fullkomin dagur. (Vísandi til Esaiah 60:1-2 & Orðtøkini 4:18 FKJ)

Altso, tað er ræðuligt tú ert svartskygdur.
Nei, eg kenni svart frá hvítum; og kalli svart svart, og hvítt hvítt.

Eyguni vaskaði Guð mær hvít við hans orði.

Altso Sjúrður, nú blívur tú heilt farligur!
Farligur fyri hvønn?

P.S. Tað ovasta “oyrað” á ovastu hædd (sí fotomynd) telur ikki við, tí tað er ov lítið og gongur ov stutt út frá bygninginum, og telur tí ikki við sum eitt 6. Tú kanst tí ikki siga, at hatta eru fýra 6 tøl. Nei, hatta ERU trý 6 tøl úr neðra, t.e. 666 úr neðra. Deal with it, – og betal! Og gevst so við at velja devulrendar socialistar og aðrar gudloysingar inn á ting!
Men so mást tú vaskast andaliga.

So at, eins og í “Rock ‘n Roll” verðini, so sparir Satan heldur ikki síni her. Høvdini rulla sum ongan ting.

Koma einaferð brestir í hatta, og hatta fer um koll, … so koma tit veruliga at “ganga á glasi”. Býttari kundi navnið ikki verið; og búmerkið stjolið.

Hvørjir ganga annars á glasi?
Jú, devulsettir andamanarar brúka mest vanliga tað, at teir bróta glas, og so ganga teir yvirum tað, uttan at skera seg, tí devlarnir hjálpa teimum við okkultari kraft. Men, um onkur frelstur kemur nær og biður til Harran Jesus Christ óslitið, so riggar tað ikki meira hjá teimum, og teir fara at skera seg, ýla og bløða. Hví? Tí at hann, sum er í okkum, er sterkari enn hann sum er í teimum.

Deal with it.
Og vend um til tann sterkara beint nú. (Les Matthæus 12:28-30 FKJ)


Onnur tíðindi