Gandakallarnir hjá Moloch, Pharaoh, Manasseh, og … heimamissiónini: (vit eru heilt víst í síðstu tíð)

Gandakallarnir hjá heimamissiónini eru ringasta andstygd, míni eygu higartil hava verðið vitni til. Hví? Tí at man eftirhermir GANDI í samfelagi teirra heilagu. Jamen, veruligur gandur ER TIL, og gandur er SATANISMA. Tí kann gandur ikki “kristnast”, ella gerast óskyldigur, ikki eingong um man so sleiskur kallar tað stuttleika og spæl. Tá ið eg sá hetta í 2004 segði eg eisini stopp, og lat teir dálka meg ei meir. Eg dugi ikki at síggja, hvussu næsta stig kann vera annað enn striptease.

Eg, fyri mín part, havi ONGA NÁÐI yvirfyri hasum har, fyrrenn hatta er AVSKORIÐ, ÚTISTONGT, og ÚTRUDDAÐ.
Man tekur ikki ein “PANEL-FUND” til at avgera, um man kann hava hatta sataniska svansið; man spyra BARA GUÐS ORÐ: og har er svarið GREITT!!
15 Av tí at tit hava sagt, Vit

hava gjørt ein sáttmála við deyða,

og við helviti eru vit í semju; tá

ið hin yvirfloymandi koyrilin skal

fara ígjøgn, skal hann ei koma at

okkum: tí at vit hava gjørt lygnir

til skjól okkara, og undir falsi

hava vit fjalt okkum:

(Esaiah 28:15 FKJ)

Onnur tíðindi