Fyri Jesus er als yvirhøvur og aldeilis slettikki tað sama sum fyri Jesusi; tað kann eg heilsa hasum málsliga slappsvansutu babsunum

 

 

Hugsanarleyst glimpr og glintr;
tignarleyst dingl;
havi als ikki hug til tykkara Egyptiska pu.
Smyrji og spenni mína egnu ketu, annars takk!

So meðan tit við Francis telja bed,
fari eg at sáa Guðs sed.

Kanska fari eg grátandi út,
við miklari sút,
men fegin eg koma man aftur, berandi bundið,
meðan tú undrast yvir alt tú kundi,
men als ikki tímdi.

Fyri mínum er alt, ið tit hava, bert spott,
so fyri at eg skal hava tað gott,
pakki eg sekk,
og haldi meg vekk.

Smílið eg eigi í Guði,
O hevði tú vitað!
men nú mást tú gita.

Onnur tíðindi