Fýra upplívgandi teldupostar (ónavngivnir)

Havi fingið fleiri sera upplívgandi og upplyftandi teldupostar í seinastuni. Eg má bara leggja onkrar av hesum teldupostum út á heimasíðuna. Teir eru óbroyttir, men persónligir upplýsingar eru tiknir burtur: (tá kann eingin vita hvør tað er)

1.
Hey Sjúrur, …
Eg lesi hvønn dag og eg má siga tað er undurfult at bíbilin endiliga er komin á føroyskum, hon er 100% líka sum tann enska.
Haldi tað var í 2010, eg læs í Victors og var komin til job 40, tá knallaði eg bókina saman og tveitti hana í skuffuna, tað drap hugin at halda á framm, eg visti at tað var okkurt heilt galið, hann hevur viðmerkt at tað er áarross og krokodillur tað meinast við, og tað er jú heilt við síðuna av. Heimasíðan hjá tær, Kent Hovind, dr dino og King James hava bjarga mær, um eg ikki rendi meg í heimasíðuna hjá tær hevið eg nokk ikki veri frelstur nú, eg trúði ikki at tað var so galið statt við mær, eg helt at tað nokk skuldi ganga og eg fór at koma aftur sum onkur annar ella at liva á einari arðari dimensjón tá eg einaferð skuldi doyggja, eg eri so glaður at eg havi fingi Jesus í mítt lív. Takk fyri nyggja testamentuni.

Heilsan ???.

2.
Vit vilja bert takka tær fyri tann góða boðskap vit kunnu heinta á tínari heimasíðu dagliga. vit hava báðir verið vekk frá harranum i nøkur ár og ganga tíverri ikki í møti, men tin boðskapur gevur ta andaligu føðina okkum tørvar fyri at koma á rætta kós aftur.
 
heldur tu møtir ? ella hevði tað verið møguligt at komið og fingið eitt prát onkran av døgunum ?
 
VH. ??? og ???.

3.
Hei Sjúrður.
Takk fyri mailin og taluna.  Hon er góð.
Takk eisini fyri áminningina um at halda hvíludagin heilagan.
Beint aftaná kom eg fram á eina heimasíðu www.spiritlessons.com har eg sá eina opinbering av Jesusar holningi
móti teimum sum bróta the 4th commandment. Sera alvorligt.
Hvar er Guds-óttin hjá okkum.  Er hann blivin prædikaður út ur okkara lívi ?  
Hvussu kann hatta boðið vera lóglæra tá tað er skriva inn á talvu hjarta várs.
 
Lurtaði fyri eini tíð síðani eftur eini mp3 talu hjá Derek Prince á netinum har hann tosaði um deliverance.
ì part 2 í byrjanini fortelur hann um at hann sum nyggjur trugvandi kundi ikki koma Jesusi heilt nær. Hann
var so á einum deliverance meeting har hann bleiv útfríðaður frá einum ” spirit of yoga” .
Hansara kristna lív bleiv fullkomuliga broytt, tá hann bleiv fríðaður frá hesum djevulska andanum, sum hann
hevði spælt við í sínum yngru døgum.  
Gud er eisini, sum bíblian sigur ,ein sjalou Gud.
 
Hav tað gott og Harrin signi teg og varveiti teg frá øllum illum , hvussu tað so verður kamuflera.´
Verð vælsignaður.

???

4.
Hey Sjúrur. Um tað ikki var fyri heimasíðina hjá tær, títt arbeiði við FKJ og links vm, so trúgvi eg ikki at eg hevið komi at kent Jesus sum hann veruliga er, og blivin frelstur. Havi bigi faðir vár heila mítt lív (tá eg var edrúður væl at merkja) onkuntíð á møti eisini, men var steindeyður og skilti ikki naka sum helst, tað er heldur ikki so løgi tá man hevur veri fyltur við lygn heila lívi, tey hava gjørt Jesus mjúkan og (—), tað er hann barasta so bestemt ikki.
 Eg má finna mær onkra samkomu at ganga í, veit ikki hvussu gott tað er at bara sita heima og lesa og á youtube og lurta. Hvar heldur tú eg burdi fari ? eg má siga at eg kenni ikki mun á samkominum.
vh
???

Onnur tíðindi