Fylg Christi og tilbið hann, fylg ikki Hermesi og hans innskridnu uppblástu lærusveinum

Lærusveinar Hermesar sita í seminarium og meinigheitum og siga, at vit skulu viðgera skriftina eftir heimsins lærdómi og vitinskapi; men Guð biður okkum einfaldliga telja, við at leggja eitt afturat einum.

Ecclesiastes 7:27:
Sí, hetta havi eg funnið, sigur prædikarin, við at telja éitt eftir éinum, at finna útav úrslitinum:

Opinberingin 13:18:
Her er vísdómur. Lat hann, ið hevur skil, telja tal djórsins: tí at tað er talið hjá einum manni; og hansara tal er Seks hundrað og trísinstjúgu og seks.

– At telja dugir hvørt mansbarn. Vitinskapur er ein blekking, ein hvørvisjón hjá jesuitunum, sum teir stýra í sínum lærubókum og lexikonum. Vit hava nokk við Guðs Bók, AV1611.

Hermeneutikkur er skilgreinaður sum: Kunsturin og vitinskapurin av at tulka Bíbliuna.
– Tað sigur okkum Bíbliutrúgvandi nokk til at vita, at hasum skulu vit ikki geva gætur eftir. Teir tulka ikki Bíbliuna við Bíbliuni sjálvari, men við fólkalívsfrøði og náttúruvísindum osv. Vit verða lærd av Halga Andanum, við at samanbera skrift við skrift.

Lærusveinar Hermesar eru lærusveinar høggormsins, og spjótið, teir bera í hond, er fyrsta sniðfundiga lygnin hjá faðir lygnarinnar: Ja, hevur Guð nú sagt (Gen. 3:1).

Jú, hann hevur, og vit hava Bókina. Og teir fáa aldri koppað sannleikanum. Hann stendur um ævir.

Onnur tíðindi