Frelstur er gitin(1) av Guðs orði, hann veksur(2) av Guðs orði; og hann trýr at Guðs orð er Guðs orð(3) – ikki mannaorð


…….
1:
Verandi endurføddir, ikki av forgongiligum sáði, men av óforgongiligum, við Guðs orði, sum livir og verður um ævir.
(I. Pæt. 1:23)
…….
Av sínum egna vilja gat hann okkum við sannleiks-orðinum, til tess at vit skuldu vera eitt slag av frumávøkstum av hansara skapningum.
(Ják. 1:18)
…….
2:
Men hann svaraði og segði, Skrivað stendur, Maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði sum útgongur út úr munni Guðs.
(Matth. 4:4)
…….
3:
Fyri hesa grund eisini takka vit Guði uttan íhald, av tí at, tá ið tit tóku ímóti orði Guðs, sum tit hoyrdu av okkum, tóku tit ikki ímóti tí sum mannaorði, men sum tað er í sannleika, orð Guðs, sum virknaðarsamligani virkar eisini í tykkum sum trúgva.
(I. Thess. 2:13)
………………….
Jesus svaraði og segði við teir, Tit fara skeivir, ei kennandi skriftirnar, eiheldur Guðs mátt.
(Matth. 22:29)
…….
Vit eru av Guði: hann, sum kennir Guð, hoyrir okkum; hann, sum er ikki av Guði, hoyrir ikki okkum. Herav kenna vit sannleikans anda, og villunnar anda.
(I. Jóh. 4:6)
…….
Tað er andin sum lívgar; kjøtið gagnar einkið: orðini sum eg tali innat tykkum, tey eru andi, og tey eru lív.
(Jóh. 6:63)
…….
Órøtt fatan av orðinum leiðir fólk til oyðing:
Sum eisini í øllum sínum epistlum, talandi í teimum um hesi ting; í hvørjum eru summi ting torfør at verða skilt, hvørji teir, sum eru ólærdir og óstøðugir, brongla, eins og teir gera eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til oyðileggingar.
(II. Pæt. 3:16)


Kanst tú ikki siga ja til punkt 1, 2, og 3, so ráði eg tær til at rannsaka teg, biðja Guð kalla teg, fara á evangeliskt møti, og søkja Jesus til tú av sonnum ert vorðin endurføddur og frelstur. Tað verður ikki uttanum Bíbilska, sanna, rætta boðan av gleðiboðskapinum, væl og grundiga.

Onnur tíðindi