Fólk, sum skræða minni ment fólk sundur frá hvørjum øðrum ímóti sínum vilja, og teirra avvarðandi, hoyra heima “úti hjá Árna” í spennitroyggju!!!

(Eftir at eg hoyrdi í útvarpinum í dag, at tey leiðandi á almennum stovnum eru farin at misbrúka sítt vald enn meira, við at skræða minni mentar familjur sundur, er hetta skriv sent viðkomandi stovni í dag. Eg KUNDI IKKI tiga meira, men mátti lata pennin rulla, og geva eina hart-tiltrongda átalu, har hon so dyggiliga hoyrir heima:)

Hvørji tit so eru, sum skræða familjur sundur, hótta við at skræða børn frá foreldrum, og harvið elva teimum óhugsandi sálarkvøl, og skræða minni ment frá hvørjum øðrum, tit mugu altso sigast vera tey óndastu fólkini á hesi jørð. 

Eg møtti TVEIMUM familjum í Danmark í 2008. BÁÐAR familjurnar søgdu, at tey vóru RÝMD ÚR FØROYUM orsakað av FORFYLGING og PSYKISKUM TERROR nbsp;frá BARNAVERNDINI, av øllum tingum. Onnur familjan hevði verið forfylgd í 8 ár av tykkum í Suðuroynni. Tá ið mamman tosaði um tykkum, sótu børnini og sveittaðu og rystust. Børnini sjálv søgdu, at upplivingin av Barnaverndini var tað ræðuligasta, sum tey høvdu upplivað í lívinum, og at tey ONGA HJÁLP høvdu fingið yvirhøvur, men bara stein omaná byrðu. Slíkt er altso átaluvert, og eg ivist ikki í, at hetta bara skavar við yvirflatuna á einum kolossalum makt misbrúki, sum gongur fyri seg.

Eg mæli til, at tit fara at bera tykkum at við eitt sindur av sunnum fornufti. Man hóttir ikki við at fjerna børnini frá síni mammu, uttan heilt ræðuliga illa stendur til. Óansæð um mamman kanska er eitt sindur veik, so er hon ALLUR TRYGGLEIKIN hjá einum og hvørjum lítlum barni. Eingi professionell freudisk nosshøvd í øllum heiminum kunnu erstatta eina mammu, sama hvussu vánalig hon er.
Tit SETA TYKKUM SO TUNGT á familjur, sum eru vorðin offur fyri einum barnamisbrúkara, siga familju-limirnar vera undir mistanka, og at børnini kunnu verða fjernað nærsumhelst. Alt meðan hann, sum misbrúkti børnini, gongur púra ónortin av nøkrum myndugleika, og verður ikki dømdur av nøkrum.

Eg veit, at tit eru BARA úti eftir at FORTJENA PENGAR uppá tey veiku. Tit DRÍTA á fólk. SERLIGA tey allar veikastu. Tað gera forrestin eisini 80% av løgtingsmonnunum. Tað er altso heilt forkastiligt. Hvør maður hugsar um egnan JEEP.

Tað vald, sum tit MISBRÚKA, er ikki givið tykkum av Guði, men einum korruptum, óndum, sataniskum stati. FORELDRINI hava fingið bæði ábyrgd og einarættindi til síni egnu børn frá Skaparanum. Haldið tykkara stinkandi, satanisku fingrar vekk, og latið tykkara arbeiði bøta um menniskju, ikki traumatisera tey.

Tað, sum eg havi sæð er, at tit lata tey vera, sum VERULIGA hava brúk fyri hjálp, alt meðan tit PARKERA TYKKUM á familjur við tilsvarandi lítlum trupulleikum. Bara so at tit kunnu skriva tykkara “tímar” og “journalir”, sum einkið fantilsi er á.



Má Guð í himlinum hyggja til tykkara og døma tykkum rættvísiliga. Tá ið tað einaferð hendir, tá verða tit søga.

EG HAVI so ONGA RESPEKT FYRI TYKKUM!!!

Máttu fleiri funnist í hesum landinum, sum tora at standa tykkum ímóti og siga sannleikan um tykkara makt misbrúk. Tit mugu altso taka tykkum alvorliga saman, ella bara PAKKA SAMAN. Eingin hevði saknað tykkum.

Jú, hetta er meint sum ein kritikkur av barnaverndini sum heild, – ovastu rók fyrst og fremst, – og annars teimum, sum handfara fólk sum tøl og ting.

Sjúrður Højgaard.
Tey minni mentu í hesum landinum eiga altso EIN góðan: GUÐ. Má hann døma tey, sum fara illa við teimum fyri mammon.


Vælsignað eru tey fátæku í
anda : tí teirra er kongadømi
himins.
( Matth. 5:3  FKJ )

Onnur tíðindi