FKJ húsmøti, 8. Juli 2018


BÍBILSKI VATNDÓPURIN

Missiónsboðini:
Matthæus 28:18–20
& Markus 16:15–16

Raðfylgjan (við at leggja Mt. og Mk. saman):
1) Prædika gleðiboðskapin fyri øllum
2) Summi trúgva – onnur ikki
3) Doypa tey, sum trúgva
4) Læra hesi víðari

“við tað at” — Dahls sacramentalistiska perversjón.


Gern. Áp. 2:38 & 41
1) Vendið um
2) Dópur
3) Fyrigeving syndanna
4) Fáa gávu Halga Andans


Gern. Áp. 8:37
1) Persónlig trúgv á Jesus Christ og persónlig játtan av hesum er treyt fyri dópi
2) Um hetta finst, “so kanst tú”.


Gern. Áp. 9(sí v. 17–20)
Paulus doyptur, eftir at hava møtt Jesusi andlit til andlits. Hann er boygdur, brotin, og klárur at verða doyptur, sjálvandi tí at hann trýr.

Gern. Áp. 22:16
Paulus sigur frá síni frelsu og dópi.

“verða avtváaðar” — Dahls sacramentalistiska perversjón.


Bíblian sigur ongastaðni svart uppá hvítt, at pinkubørn ella børn vórðu doypt

Orðið húski/húsarhald kann toyggjast til at merkja tað, men tá lesur man ting inn í tekstin, sum ikki standa í tekstinum.

Trý dømi:
1) Gern. Áp. 16:14–15
2) Gern. Áp. 16:30–32
3) I. Cor. 1:14–18

“bæði menn og kvinnur” sí Gern. Áp. 8:12. Altso, vóru tey ófruktbær í Samariu? Áttu tey ikki nøkur pinkubørn ella børn at doypa?


Nær er man so frelstur, og hvør er frelstur?

Tey, sum hava vitnisburð Halga Andans um, at tey eru frelst, tey eru frelst.

I. Cor. 1:18 …. eru frelstir
II. Cor. 2:15 …. eru frelstir
Róm. 8:16 …. Andin vitnar við anda okkara, at vit eru Guðs børn
I. Jóh. 5:13 …. vit vita, at vit hava ævigt lív

Far inn í eina fólkakirkju og spyr hvør er frelstur! Tey, sum eru, vórðu frelst á einum evangeliskum møti, ella heima! Tey, sum tosa um “dópsnáði”, eru forgandað av presti og Satan.


I Pætur. 3:18-21
• Dópurin er ein mynd
• Dópurin tekur ikki burtur óreinsku kjøtsins, t.e. vaskar ikki
• Dópurin er aftursvarið (til Guðs) av eini góðari samvitsku hjá honum, sum longu hevur sítt álit/trúgv á fullgjørda verk Jesu Christs á Golgatha krossi.

“sáttmáli einar góðar samvitsku”— Victors kjøtliga perversjón.


Niðurstøða:
Dópur frelsir ikki; hann ber boð um hvat longu hendi, tá ið ein menniskja hoyrdi gleðiboðskapin, tók við trúgv, og frívilliga og av hjarta játtaði sína trúgv á fullgjørda verk Christs á Golgatha fyri seg persónliga. Tí skal dópur finna sær stað, eftir at man er frelstur, ikki áðrenn, júst sum raðfylgjan eisini er í Guðs skrivaða orði í Markus 16.

Onnur tíðindi