FKJ húsmøti, 6. Mars 2021


Íblásti Guð upprunahandritini, – men varðveitti so ikki orðini?

Kapitul 5, úr bókini: Look what’s missing, eftir David W. Daniels.
……….

Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir.
(Matth. 24:35)

Tað er torført at finna innleiðandi orð í eini bíbliu, har tey ikki tosa um “upprunaligar” tekstir, handrit, ella “autografar”.  Men, hvat eru hesi?  Eru tey týdningarmikil?

Fyrstu ferð, ið onkur skrivar okkurt, kallast tað “upprunahandritið”.

So tá ið éin av Bíbilsku høvundunum fyrst skrivaði tað, sum Guð legði honum í hjarta, tá var tað skrivið upprunaligi autografurin av tí bókini. Alt annað er eitt avrit.

Men um vit høvdu tey upprunahandritini goymd onkustaðni, so høvdu tey verið endin á øllum mótmælum um, hvat upprunahandritini søgdu.  Men gudiligir menn hava í kærleika brúkt tey upprunahandritini so nógv, at tey til síðst loystust upp, orsakað av veðri og nógvari nýtslu.  Takk veri Guði, at hann legði tað á hjørtuni hjá monnum at avrita og týða tey orðini.
……….

ERU AVRIT ÍBLÁST, ELLA BARA UPPRUNAHANDRITINI?

Øll skrift er givin við íblástri av Guði, og er gagnlig til Guðslæru, til írættaseting, til rættleiðing, til undirvísing í rættvísi; Fyri at Guðs maðurin má vera fullkomin, fullvegis útgjørdur at øllum góðum verkum.
(II. Tim. 3:16–17)

Øll skrift er givin við íblástri, men hvat kallar Bíblian fyri “skrift”?  Jamen, avrit av upprunahandritunum, sjálvandi.  Í versinum omanfyri skrivaði Paulus til Timotheusar, at øll skrift er givin við Guðs íblástri.  Men hygg at versinum beint áðrenn tað, hvat hann segði “heilagu skriftirnar” er fyri nakað:

Og at frá barni av tú hevurt kent hinar heilagu skriftir, sum eru førar fyri at gera teg vísan til frelsu, gjøgnum trúgv sum er á Christ Jesus.
(II. Tim. 3:15)

Hevði Timotheus, ella sýnagogan, sum hann gekk í, upprunahandritini?  Nei.  Hann hevði avrit av avritum.  Sigur Guð so, ígjøgnum Paulus, at fullkomin avrit eru skrift?
Júst so!

Jesus las úr einum avriti av eini rullu av Esaiah í sýnagoguni í síni heimbygd, Nazareth. Tá ið hann var liðugur at lesa, vóru hansara fyrstu orð hesi:
Henda dag er hetta skriftstaðið uppfylt fyri oyrum tykkara.
(Luk. 4:21)

Jesus er tann, ið gav hesi orð til Esaiah.  So at um eitt éinasta orð ikki var rætt, so hevði hann vitað tað.  Men Jesus rættaði ikki eitt éinasta stavilsi av orðunum, sum hann las. Og enn meira týdningarmikið er hetta: Hygg at hvat Harrin Jesus kallaði avritið: Skrift.

So at avritið, sum Jesus las úr, og avritini, sum Timotheus lærdi úr, vóru líka nógv skrift sum upprunahandritini, sum vórðu givin ígjøgnum ápostlarnar og prophetarnar.

Guð vil ikki, at vit renna runt óðir í oyðimørkini og royna at finna “upprunahandrit”.  Hann vil, at vit ávísa nágreinilig avrit og neyvar týðingar av teimum avritunum av hansara íblástu orðum.  Tað er “skriftin”.

So tá ið tú leitar eftir varðveittum avritum av skriftini, – tey, sum Jesus segði “skuldu ikki ganga undir”, – hvørjum leitar tú tá eftir?

Trýrt tú, at Guðs varðveittu orð eru ein vavgreytur av skriftum, sum eru ósamdar hvør við aðra, og sum lækka ella seta spurning við Guðskap Jesu Christs, ella eftirlata lesaran í iva um grundleggjandi Christna Guðslæru?  Trúgv tí ella ei, so er hetta tað, ið summir leita eftir.

Ella leitar tú eftir eini Bíbliu, sum trýr, at Jesus er fullkomiliga 100% Guð og 100% maður, sum er greið og regluføst í grundleggjandi Guðslærum, og sum lyftir upp tína trúgv?  Guð helt sítt lyfti og varðveitti tey orðini allan veg ígjøgnum søguna.  Á enskum kalla vit hetta fyri King James Bíbliuna.

Orðini hjá HARRANUM eru skír orð: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.  Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
(Psálmur 12:6–7)

Og alt tað, sum tekur burtur frá teimum orðunum, sum Guð lovaði at varðveita, er ikki Guðs orð, uttan mun til, hvussu ofta tað sigur seg fylgja “upprunahandritunum”.

Hygg ígjøgnum søguna, og síggj Guðs trúfasta og atsókta fólk.  King James Bíblian samsvarar við teirra Bíbliu.
……….

HVUSSU VIÐ ØLLUM HINUM BÍBLIUNUM?

Hinar, – tær “nútímans” bíbliurnar, – eru ikki partur av hesi varðveittu linjuni. Tær koma frá at velja og vraka ímillum orð úr korruptum bíblium, sum vórðu gjørdar í Alexandriu, Egyptalandi.

Har trúðu teir, sum avritaðu, ikki á, at Jesus er Guð.  Teir hildu seg var klókari enn allir hinir. So teir vóru ikki ræddir fyri at taka burtur týdningarmikil orð, setningar og vers, sum finnast í varðveittu Bíbliuni.

Veitst tú, hvat hendi við teimum Alexandrisku handritunum?  Rómversku Catholikkarnir brúktu tey sum grundarlag í síni bíbliu.  Síðan brúktu teir níggju øldir at elta eftir og royna at oyðileggja veruligu Bíbliuna.  Men trúføst Christin vardu hana, – enntá við sínum blóði.

Tá ið teir “lærdu”, aftanfyri nútímans bíbliu versjónir, siga seg fylgja “upprunaligu handritunum”, tá meina teir í veruleikanum við tey Alexandrisku handritini.

Men Guð lovaði at varðveitta eittans éina Bíbliu, – ikki tvær.  Tað er bert éin Bíblia, sum tú kanst satsa tína trúgv á.
– Tann Bíblian er King James Bíblian.


BØN

1.  Bøn til Faðirin í Jesu navni
Jóh. 16:23–24
…….

2.  Treysti í bøn, sum er biðin samsvarandi við Guðs vilja
I. Jóh. 5:14–15
…….

3.  Bøn, ið staðfestir givnan myndugleika
Lukas 10:19
Matth. 10:1
Mark. 16:17–18
…….

4.  Trúarbøn
Jákob 5:14–15
Mark. 11:24
…….

5.  Bøn í trúgv, har tú bjóðar tingum at henda, (tí Guðs vilji er kunnur og greiður, og tú tí hevur trúgv til tess)
Markus 11:23
Gern.Áp. 3:6
Gern.Áp. 14:8–10
…….

6.  Samsint bøn
Gern.Áp. 4:23–31
Gern.Áp. 12:5-17
…….

7.  Støðug, daglig bøn (føst bønarevnir)
Róm. 1:9 & 12:12
…….

8.  Bøn hins iðrandi
Luk. 18:13
Luk. 23:42-43
…….

9.  Føst bønarevni í kirkjuni
I. Tim. 2:1
…….

10.  Innantanna bøn
Neh. 2:4
…….

11.  Bøn, til fánýtis
Jákob 4:1–4
…….

12.  Bøn, sum talar loyndardómar
I. Cor. 14:2
…….

13.  Bøn við andanum og við Andanum
I. Cor. 14:15
Eph. 6:18
…….

14.  Tá ið bøn tykist ósvarað
II. Cor. 12:7–10
…….

15.  Tá ið vilji Guðs Faðirs er ein annar, enn tú biður um í bøn (sjálvt Christus mátta læra hetta)
Matth. 26:39
Hebr. 5:8
…….

Onnur tíðindi