FKJ húsmøti, 5. Januar 2019



Tey tíggju boðini (lógin)

Lutverk lógarinnar í at føra okkum til Christs; og at gera, at okkara troyst um rættvísi hvílir á honum, ikki á okkum.


1) Lógin vísir okkum, hvat synd er

Róm. 7:7

– At kenna synd (vita, hvat synd er) er týdningarmikið fyri at kunna móttaka og síggja náði; tí at:
Uttan lóg – einkið misbrot; uttan misbrot – eingin náði.
– Øll prædika um náði er meiningsleys fyri fólki, sum ikki er varugt við, at tað hevur syndað.
– Lógin ger okkum klár til náðina; ikki bara éina ferð, men framhaldandi í Christinlívinum.
– Lógin og náðin mugu støðugt vera fyri okkara eygum.
– Lógin er sum ein spegil, sum vísir okkum sannleikan um okkum sjálv


2) Lógin avkrókar okkum, og ger Jesus til éinasta útveg

Gal. 3:24

– Lógin er sjúkugreiningin – náðin er hjálparmiddulin.
– Lógin heldur áfram at minna okkum á, hvat synd er.


3) Lógin er ikki oydd (t.e. avtikin) í Christi; hon er uppfylt í honum

Matth. 5:17

– Bara Jesus Christus hevur hildið boðini til fulnar; hann uppfylti lógina í lívi sínum, okkara vegna.
– Jesus vann okkum rættvísi við lívi sínum, og gevur okkum sína rættvísi, tá ið vit trúgva á hann.
– Tá ið hann er í okkum, tá er lógin uppfult í okkum, av tí at hann er í okkum.


4) Synd er misbrótingin av lógini

I. Jóh. 3:4

– Tvs. at lúgva er synd, at hava aðrar Guðar enn HARRAN er synd, at stjala er synd osv. Tað er tað hjá øllum menniskjum, eisini frelstum.


5) Eingin er so góður, at hann kann halda boðini, og harvið vera fullkomin.
Lógin er ikki vegur til frelsu; trúgv á Jesus er

Róm. 3:9–18
Ják. 2:10


6) Áðrenn Christus kom, vóru vit undir lógini

Gal. 3:23

– Eftir at Christus er komin, bjóðast náðin øllum teimum, sum vilja trúgva á Christ.


7) Í Christi eru vit ikki undir lóg, men undir náði

Róm. 6:14–15

Orsakað av, at vit ikki eru undir lógini, men undir náði, tí skulu vit ikki synda.
Soleiðis halda vit lógina, orsakað av náði.
Náðin førir til, at vit fara at halda lógina; (ikki av tvingsli, men av kærleika til Guðs. Tað er fruktin)


8) Jesus flytir boðini frá at vera sum ein hamari yvir høvdum okkara,
til at eiga at haldast av kærleika

Ják. 2:14–22

Jesus broytir motivið/grundina fyri at halda Guðs lóg


9) Jesus legði tey tíggju boðini saman í tvey boð, – tað dupulta kærleiksboðið

Matth. 22:35–40
Róm. 13:9–10
Matth. 7:12
Gal. 5:14


10) Tað dupulta kærleiksboðið má haldast, fyri at vit skulu verða verandi í ljósinum

I. Jóh. 2:3–11


11) At gera góð verk er ikki orsøk til frelsu
– tað er ein frukt av frelsuni, sum vil síggjast

Ják. 2:14–22
Matth. 3:8


12) Vit fáa rættvísi Guðs uttan lógina, við trúgv á Jesus Christ, og vit staðfesta lógina við at trúgva á Jesus

Róm. 3:21–31


13) Skulu vit tí nú gloyma alt um tey tíggju boðini?

Nei, Guð segði, at í nýggja sáttmálanum (nýggja testamentinum), sum hann gjørdi í Jesusi Christi, vildi hann skriva lógina á hjørtu okkara.

Hebr. 8:10

Vit verða ikki rættvísgjørd av at halda lógina (lógargerningar), men tað, at vit royna at liva so sum lógin sigur, er klárt tekin um, at Guð býr í hjarta okkara.


14) Ein Christin vil/ynskir ikki at synda

I. Jóh. 2:1–2


15) Ein Christin vil/ynskir at liva reint eftir Guðs lóg

I. Jóh. 3:6

Her meinar “syndar ikki” við, at ein Christin vil ikki hava syndina sum lívsstíl.


Her er tolmóðin hjá teimum heilagu: her eru teir sum halda boðini hjá Guði, og Jesu trúgv.
(Opb. 14:12)

Hjá teimum heilagu rennur Jesu trúgv, og tað at halda Guðs boð, saman í éitt. Men okkara rættvísi hvílir altíð á Jesu trúgv, t.e. trúnni, sum vit fingu frá honum; men fruktin er sannur heilagleiki í verki, sum vit ikki eingong vóru varug við, at vit gjørdu, tí vit gingu bara í Andanum, og bóru tess fruktir.

Onnur tíðindi