FKJ húsmøti, 30. September 2017



Gnostiskar falslærur í “bíblium” Dahls og Victors og øðrum modernaum perversjónum

Gnostisisman kom fram í Alexandriu ímillum 200 og 350 A.D. Jehova-vitnir eru nútíðar gnostikarar.

Við tað, at bíbliur eftir 1881 eru bygdar á Alexandrisk handrit, eru tær gjøgnumsúrgaðar av gnostisismu.

Teir fingu tíbetur ikki fatur í øllum bókunum í N.T., og tí er teirra falslæra ikki í øllum N.T. bókunum.

Gnostisisma er grundarlagið fyri øllum bíbliuVERSJÓNUM. (KJB er ikki ein versjón; hon er Heilaga Bíblian).

Í dag standa gnostikarar í prædikustólum í Católskum kirkjum, modernistiskum kirkjum, summum neo-evangeliskum kirkjum, og mongum Lutherskum kirkjum.


1) Gnostikarar avnokta Jesu syndafríleika

  • Gnostikarar læra, at Jesus hevði synda-náttúru eins og einhvør annar (s.93, úr bókini: Gnosticism – The Doctrinal Foundation Of the New Bible Versions, eftir Janet Moser. 234 A4 síður)
  • Gnostikarar læra, at endurloysingin íroknar Jesus Christ (s.180)
  • Gnostikarar læra, at Jóseph var faðir Jesu Christs, ikki Guð (s.83)
  • Gnostikarar læra, at Guð hevði eina falna náttúru (s.60)

Men Jesus var og er syndafríur.

Sí Jóh. 8:46; Hebr. 4:15; I. Pætur 2:22; Lukas 23:4.Í Lukas 2:22 siga gnostiskar bíbliur, at Jesus mátti fáa reinsan fyri synd! (hugsa um tað í eini 10 ár.)


2) Gnostikarar avnokta Jesu Christi Guddómleika

  • Gnostikarar fjerna Harri í Markus 9:24 og Lukas 23:42
  • Gnostikarar fjerna Christus í Lukas 4:41 (teir identifisera ikki Christus við Son Guðs)
  • Gnostikarar broyta Son (Guðs) til tænara í Gern. Áp. 3:26.
  • Gnostikarar fjerna Jesus frá Harrin í Gern. Áp. 9:29
  • Gnostikarar fjerna Harri frá Jesus í II. Cor. 4:10

Men Jesus er Guddómligur.

Sí Jóh. 20:28; I. Jóh. 5:20; Jóh. 1:1; I. Tim. 3:16; Col. 2:9; II. Pætur 1:17; Matthæus 1:23.


3) Gnostikarar avnokta, at Jesus Christus var (og er) bæði Jesus og Christus

  • Gnostikarar læra, at “Christus” er atskilt frá Jesus (s.95)
  • Gnostikarar læra, at “Christus” kom uppá Jesus við hansara dóp, fyri at upplýsa og fullkomingera hann, og fór frá honum áðrenn hann doyði (s.97)
  • Gnostikarar avnokta Jesu Christi sanna Guddómleika og sanna mannligleika (kallast adoptionisma, ella anda-Christologi)
  • Gnostikarar læra altso, at Jesus gjørdist Christus við dóp sín.
  • Gnostikarar trúðu/trúgva ikki, at Jesus Christus er EIN persónur.

Men I. Jóh. 4:1-3 lærir, at Jesus Christus er ein ávísur, ævigur persónur, sum er komin í kjøtinum.

Matthæus 16:16; 16:20; 26:63-64; Markus 8:29; Jóh. 1:41; 4:42; 11:27; 20:31; I. Jóh. 2:22; 5:1; 4:2; II. Jóh. 7; Gern. Áp. 15:11.

(Nøvnini Jesus og Christus, ella Sonur Guðs og Christus mugu standa saman, ikki standa einsamøll, fyri at geva meining um Jesus; annars kann tað vera ein annar “Christus”.)


4) Gnostikarar avnokta, at Jesus Christus er javnur við Guð Faðirin

  • “Sonurin er ikki javnur við Faðirin”. (s.63)
  • “Sonurin var ein skapað vera, og hevði tí eina byrjan í tíðini” (s.27)
  • “Jóseph, ikki Guð, var faðir Jesu” (s.83)

Teir leypa á hetta í Jóh. 8:28 (Faðir mín); 8:38 (sama); 14:28; 16:10; (smb. Frelsarin #8800; mín Frelsari. Hirðin ≠ hirði mín). (Lítil ting eru stór, um tey merkja ting sum eru sonn.)

Men í Jóh. 10:30 sigur Jesus: Eg og Faðir mín eru eitt.

Hesi skriftstøð vísa klárt, at Sonurin er javnur við Faðirin: Col. 2:9; I. Jóh. 5:7; Matth. 11:27; 28:19; Jóh. 1:18; 3:35; 5:19; 5:30; 10:32; 14:28; 16:10; (hetta kunnu vit menniskju ikki siga); 5:23.


5) Gnostikarar avnokta, at Harrin Jesus er einasti Frelsarin av teimum sum líta á hann

  • Gnostikarar læra, at Lucifer er frelsarin (s.33)
  • Gnostikarar læra, at Jesus doyði ikki á krossinum, men ein annar Jesus, sum var heltikin av illum anda (s. 106). (helst er tað tí, at teir broyta Lucifer til Morgunstjørna í Esaiah 14:12)
  • Gnostikarar læra, at maður er frelstur við symbolska deyða Christs innaní manni, ikki við blóði Christs (s. 162)
  • Gnostikarar læra, at maður er frelstur við at fylgja fyrimynd Frelsarans í lýdni (s.167)
  • Gnostikarar læra, at maður er frelstur gjøgnum “sacramentini” (s.168)
  • Gnostikarar læra, at maður er frelstur gjøgnum trúgv á egnu verk, ikki Christs (s.173)
  • Gnostikarar læra, at endurloysingin íroknar allar einglarnar, íroknað Satan og hansara einglar (s.179)
  • Gnostikarar læra, at endurloysingin íroknar allan heimin, universell frelsa (universalisma) (s.182)
  • Gnostikarar læra, at Guð er Faðir hjá øllum mannkyninum, alt mannkynið eru synir hansara (s.66)
  • Gnostikarar læra, at djevulin er eitt amboð Guðs, og fer til endans at verða náðaður (s.135)

Men Bíblian lærir greitt, at Jesus er EINASTI FRELSARIN.
Matthæus 1:21 sigur, at Jóseph skuldi kalla navn hansara JESUS, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.

Jóh. 3:16; Jóh. 3:18; Jóh. 3:36; Jóh. 14:6; I. Pætur 2:24; Gern. Áp. 4;12; Róm. 1:16 (útilata Christs).


6) Gnostikarar avnokta, at Jesus Christus varð reistur likamliga, og kann reisa onnur

  • Gnostikarar læra, at uppreisn Christs var andlig og myndarlig, ikki likamlig (s.107)
  • Gnostikarar læra, at Jesus var ikki Guð komin í kjøtinum, og hevði ikki allar Guðs eginleikar (s.80)
  • Gnostikarar læra, at Jesus er ikki Harrin Guð Almáttugi (s.87)

Men Bíblian lærir greitt, at Jesus kann reisa onnur frá teimum deyðu.
Jóh. 5:21: Tí at eins og Faðirin reisir upp hini deyðu, og livandiger tey; enntá soleiðis livandiger Sonurin hvønn hann vil.

Jóh 6:39; 6:40; 6:44; 11:25; I. Pætur 3:18 (samanber KJB við VD & JD); II. Cor. 4:14 (samanber KJB við VD & JD).


7) Gnostikarar avnokta, at Jesus Christus er Skaparin av øllum tingum

  • Gnostikarar læra, at Harrin Jesus var ikki Guð latin í hold, og hevði ikki allar Guðs eginleikar (s.89)
  • Gnostikarar læra, at Jóseph, ikki Guð, var faðir Jesu (s.83)
  • Gnostikarar læra, at Sonurin er ikki javnur við Faðirin (s.63)
  • Gnostikarar læra, at Jesus er ikki Harrin Guð Almáttugi (s.67)

Men Bíblian lærir greitt, at Jesus er Skaparin av øllum tingum.

Jóh. 1:3; 1:10; Col. 1:16; Eph. 3:9 (teir útilata viðˆ Jesusi Christi).


8) Gnostikarar avnokta, at frelsan hendir í einum eygnablunki

  • Gnostikarar læra, at maður verður frelstur ella fullkomingjørdur stigvíst (s.88)
  • Gnostikarar læra, at maður verður frelstur við at fylgja endurloysaranum í lýdni (gerningar) (s.167)
  • Gnostikarar læra, at maður verður frelstur við “sacramentum” (s.168)
  • Gnostikarar læra, at maður verður frelstur við trúgv á síni egnu verk, ikki Christs (s.173)

Korruptiónir umfata m.a.: I. Pætur 2:2; I. Cor. 1:18; Jóh. 3:36

Men Bíblian lærir greitt, at frelsan hendir alt fyri eitt, at hon er við trúgv, ikki av gerningum.

Jóh. 5:24; 3:16 (hava=nútíða); II. Cor. 5:17; Gern. Áp. 16:30-31.


9) Gnostikarar avnokta, at blóð Jesu Christs er Guddómligt

  • Gnostikarar læra, at Jesus var ikki Guð latin í hold, og hevði ikki allar Guðs eginleikar (s.80)
  • Gnostikarar læra, at Jóseph, ikki Guð, var faðir Jesu (s.83)
  • Gnostikarar læra, at Sonurin er ikki javnur við Faðirin (s.63)

Men Bíblian lærir greitt, at Jesus fekk blóð sítt frá Guði Faðirinum:
Hebr. 10:5 (t.e. likam, bein, sinar, blóð, og allir partar: so Jesus var fullkomiliga maður og fullkomiliga Guð);

Um Jesu blóð ikki er Gudómligt, so kann tað ikki frelsa.

Róm. 3:25; 5:9; Eph. 1:7; 2:13; Col. 1:20; Hebr. 9:12; 10:19; I. Pæt. 1:18-19 (vit síggja frá v. 18, at Jesu blóð er óforgongiligt. Dýrabært blóð).
I. Jóh. 1:7; Opb. 1:5; 7:14; Gern. Áp. 20:28.

(John McArthur er ein FALSLÆRARI um Jesu blóð. Hann sigur, at Jesu blóð var vanligt blóð, og at tað ikki vaskar burtur syndir.)


10) Gnostikarar avnokta, at Pætur var ápostul Jesu Christs

  • Hetta er eitt lítið punkt, men tó eitt stórt punkt!.
  • Gnostikarar høvdu mangar bøkur, sum vóru falskar bøkur t.d. Gerningur Pæturs og Gerningar Pæturs (s.9)
  • Gnostikarar hava eitt falskt “Bræv Pæturs” (s.9)
  • Gnostikarar bronglaðu tær bøkur skriftarinnar, sum teir høvdu.
  • Gnostikarar læra, at tað reina Guðs orð er fult av feilum (s.46)
  • Gnostikarar læra, at einans gnostisku skriftirnar hava myndugleika (s.49)

Men Bíblian lærir greitt, at Pætur var ein ápostul Jesu Christs.
Matth. 4:19; 10:2; 16:16; Jóh. 6:67-68; (um Pætur var ikki ein ápostul, so eru hesi orðini um hann lygn).

II. Pætur 3:2 (sí hetta vers í Dahl & Victor … ápostlar tykkara! (tí at Vaticanus og Sinaiticus, sum eru undirliggjandi fyri teimum, eru gnostisk handrit); skal vera av okkum, ápostlum. Teir brongla Pætur, fyri at kunna gera hann til nakað annað og og “meira” enn hann er: tí at teir (og Satan) vilja gera hann til “páva”).


11) Gnostisk falslæra má avdúkast og mótstandast

Judas v. 3-4.

Jack Moorman hevur dokumenterað 356 støð, har nútímans bíbliur læra gnostiska falslæru, grundað á alexandrisku handritini sum gnostikararnir korrupteraðu.

Tað er týdningarmikið at innsíggja, at gnostiskar bíbliur læra falskt, og tey, sum brúka tær, opna seg fyri teimum falslærum tær læra.

Onnur tíðindi