ÍSRAEL
1. Hvat er Ísrael?
2. Hvussu leingi skal Ísrael vara?
3. Hevur Guð nú kastað burtur Jødarnar?
4. Skulu Jødarnir verða frelstir; og um ja, so nær?
5. Hvussu nógvir av Jødunum skulu verða frelstir?
6. Hvussu fer Jødanna frelsa at henda?
7. Hvør er framtíðin hjá Ísrael?
1. Hvat er Ísrael?
Guð gevur lyfti um land og sáð (avkom) til Ábrahams:
Genesis 15:18 & 17:7—8
Guð gevur lyftið víðari til Ísaaks:
Genesis 21:12
Guð gevur lyftið víðari til Jákobs:
Genesis 35:11—12
Guð svór landið til Ábrahams, Ísaaks, og Jákobs:
Genesis 50:24
Guð kallar seg Guð Ábrahams, Ísaaks, og Jákobs:
Exodus 3:15
• Ísraels fólk er tað fólk, ið kom ígjøgnum Ábraham, víðari ígjøgnum Ísaak, og so ígjøgnum Jákob
(Guð kallar seg Guð Ábrahams, Ísaaks og Jákobs)
• Ísraels land er tað land, ið Guð gav Ábrahami, Ísaaki, og Jákobi, … um ævir.
• Signing Ábrahams, og Guðs lyftir til hansara, gekk víðari ígjøgnum Ísaak (ikki Ísjmael, t.e. Arabararnir), og so ígjøgnum Jákob (ikki Esav, t.e Móab).
• Av Jákobi (Ísrael) komu hinar tólv ættir Ísraels, og Ísraels fólk.
• Sáttmálin um landið er uttan treytir. Ábraham svav, tá ið Guð gjørdi henda sáttmálan (Genesis 15:12)
– Jødarnir hava ikki átt alt hetta landið enn, men aftaná tað stóra kríggið, sum brennur alla jørðina, arva teir hetta lyfti. Guð kann ikki lúgva; hann heldur orð.
2. Hvussu leingi skal Ísrael vara?
Jeremiah 31:35—37
Ísrael skal vara so leingi sum sólin og mánin
3. Hevur Guð nú kastað burtur Jødarnar?
Rómverjabrævið 11:1—2
Guð hevur ikki kastað burtur fólk sítt
4. Skulu Jødarnir verða frelstir; og um ja, so nær?
Rómverjabrævið 11:25—26
Gerningar Ápostlanna 13:46
• Jødarnir skulu verða frelstir, tá ið Heidninganna fylling er komin inn, t.e. tá ið Guð flytur sítt fokus frá Heidningatjóðunum til Ísrael
5. Hvussu nógvir av Jødunum skulu verða frelstir?
Rómverjabrævið 11:25—26
• Allir Jødarnir verða frelstir
6. Hvussu fer Jødanna frelsa at henda?
Zecharjah 12:10
Zecharjah 13:1 & 6—9
Jeremiah 30:11
Zecharjah 14:1—4
• 2/3 av Jødunum fara at doyggja í einum stórum kríggi
• 1/3 fer at verða bjargaður, fer ígjøgnum trongd, og fer at síggja Jesus Christ koma aftur, og tá fara tey øll at trúgva á hann
7. Hvør er framtíðin hjá Ísrael?
Ezekiel 48:35
Psálmur 48:2
Matthæus 5:35
• Harrin Jesus verður Kongur í Jerusalem, í túsundáraríkinum. Ísrael verður miðstøð jarðarinnar
• Guð fer at oyða heidningatjóðirnar og seta Ísrael á framsetrið í heiminum. Teir koma at eiga alt landið frá Nílánni til Evphates. Og Kongur teirra og alrar jarðarinnar verður Jødin Jesus Christus.
– Í ljósinum av hesum, ið vit her hava sæð, hvør eigur okkara hugburður mótvegis Jødunum at vera?
– Kunnu vit, sum Christin, hata Jødarnar?
– Hvussu var Paulusar hugburður mótvegis ófrelstum Jødum? (Les Rómverjabrævið 9:1—4).