FKJ húsmøti, 25. Januar 2020


TRANSSUBSTANTIATIÓNS FALSLÆRAN

Hetta er falslæran sum sigur, at breyðið broytist í Jesu likam bókstavliga, og vínið til Jesu blóð bókstavliga, og at vit fáa Jesus inn í okkum við hesum.
……………

-Kemur frá eini ovur bókstavligari lesing av Jóh. 6:51-56
……………

-Essensurin í at eta Jesu likam og drekka hansara blóð sæst í Jóh. 6:33

Jesus er breyðið. Breyðið er ikki Jesus. Tú kanst eta breyðið, uttan at hava etið Jesus, men hevur tú etið Jesus (t.e. tikið ímóti honum av sonnum), so kanst tú eta fysiska breyðið, sum er einfaldliga ein ENDURMINNING um Jesu offur.
……………

“Signingarbikarið sum vit vælsigna
I. Cor. 10:16

“Vælsigna” er einkið annað enn hvat vit síggja gjørt yvir matin sum heild í
I. Tim. 4:5

So matur sum heild verður halgaður (t.e. gjørdur reinur) við Guðs orði og bøn.

Tí eru vínið og breyðið, vit eta við Harrans borð, ikki meira heilagt enn annar matur.

Tey hildu jú breyðbróting ofta, helst hvønn dag, so at “vælsigna bikarið”, var eitt og tað sama sum at biðja yvir matinum osv.
I. Cor. 11:20-21
Gern. Áp. 2:44-46

So at maturin og vínið, tey brúktu til Harrans borð, var tað sama sum tey ótu og drukku (til sín vanliga nátturða).

“so ofta sum tit tað drekka” merkir hvørja ferð, dagliga, til hvørja máltíð.
……………

Harrans borð er ikki eitt “sacramenti”.

Sacramenti er ikki eitt Bíbliu orð. Tað er católsk dogma. Tað er ein falskur frelsuvegur, sum ikki frelsir nakran. Tey, sum hava litið á “altarborðið” at frelsa seg, men ikki hava kent upprisna Jesus Christ, eru glatað.

Harrans borð er ein fyriskipan
I. Cor. 11:1-2
……………

Orðið “kalikur” ger bikarið til okkurt mystiskt, gandakent. Tað er tað ikki!
Kalikur er eitt gamalt católskt pátrúarorð. Sjálvt plúmmytt babsin, Victor Danielsen, skrivaði kalikur í sína alexandrisku bíbliu. (sí I. Cor. 10:16 & 11:25), og brúka teir fermenterað vín (Satans sprutt), sum er ikki rætt, tí Jesus drakk vínsaft.

……………

Vínsaft, tí hann drakk “av hesum ávøksti víntræsins” Matth 26:29

“… inntil eg drekki hann nýggjan við tykkum”

Nýggja vínið finst í tyssinum, (ikki í eini sprutt fløsku).
Esaiah 65:8

Nýtt vín er tí ikki fermenterað.
……………

Skriftin sigur okkum,
enntá svart uppá hvítt, í frásøgnini um Jóseph, (sum er ein tann klárasta prophetiska fyrimyndin um Jesus Christ í G.T.,) at vín er víndrúvur sum verða pressaðar niður í eitt bikar. Genesis 40:9-13

(Hugsast kann, at teir høvdu teir okkurt sylindara-líknandi amboð, sum teir fyltu víndrúvur niður í, og skrúvaðu saman, til saftin pressaðist út).

Skriftin sigur altso aftur her, at nýtt vín er víndrúvusaft. (Tað fara vit at drekka við Jesusi í kongadømi Guðs í himni. Tað, at Jesus sigur tað soleiðis, má merkja, at tað var hetta, teir sótu og drukku við síðstu kvøldmáltíð, altso, nýpressaða víndrúvusaft).

Í hesi frásøgnini eru tveir menn, sum Jóseph tænir við andanum, við at týða teirra dreymar. Annar doyr, hin verður bjargaður. Júst sum teir tveir ránsmenninir á krossunum hvørjumegin Jesusi. Annar kom undir hansara blóð og varð frelstur, hin ikki. Tí relaterar vínið her til Jesu blóð, og stendur í skriftini sum ein prophetisk mynd um tað. Og tað er ikki í eini spruttfløsku, men víndrúvur sum verða kroystar niður í eitt bikar.
……………

Jesus gjørdi ikki vatn til sprutt í Jóhannes kapitul 2. Hann gjørdi vatn til víndrúvusaft.

Hebraiska orðið fyri vín merkir bara víndrúvusaft sum heild.
Sí Jóh. 2:10

“hava væl drukkið” merkir: hava drukkið væl og virðiliga, drukkið nóg mikið, drukkið seg ótyrstar.

“eru vorðnir druknir” (Dahl & Victor) lærir ta blasphemisku lygn, at Jesus skuldi hava givið fullum fólki meir av sterkum drykki at drekka.

HETTA ER BLASPHEMISKT og SATANISKT!!! (og skuldi verið nokk til, at ein og hvør tveitti teirra bíbliur í skrell, ella í minsta lagi gavst at lesa tær sum um tær vóru Guðs orð).

Catolikkar og Lutheranarar drekka altso eitt blóðsoffur.
Tað geri eg ikki.

Eg drekki vínsaft (Ribena), sum eina einfalda endurminning um Jesu offur, sum eg havi tikið ímóti við trúgv í andanum. Og til hetta havi eg ikki brúk fyri nøkrum “presti”.

Guð hevði prestar í G.T. Heidnar trúgvir brúka prestar, sum hugsaðar millumgongumenn ímillum seg og Guð, sum ofra offur teirra vegna.
Hvat ofra tykkara prestar í luthersku kirkjuni í dag?

Bíblian talar ímóti at drekka blóðsoffur
Psálm 16:4
I. Cor. 10:21

At fara til eitt “altarborð”, har læran er, at tú drekkur Jesu blóð, og etur hansara likam bókstavliga, er babylóniskt. Tað er læran hjá skøkjukirkju antichrists, sum hevur sæti í Róm.
Opb. 17:1-4 & 18; Jeremiah 7:18

(køkurnar vóru rundar, júst sum católska og lutherska altarbreyðið er, tí tað kemur frá sólgudatilbiðjan!!)

Tað hevði við tilbiðjan av himinsdrotningini at gera, sum í católsku skøkjukirkjuni er jomfrú Maria (men hjá teimum í veruleikanum Semiramis)
Jeremiah 44:17

Católski kletturin er ein annar enn okkara
Devteronomium 32:31

Católska víntræið (kirkja) er annað enn tað sanna, vit eru partur av
Devteronomium 32:32
I. Corinth 6:15-16

… og teirra víndrúvur (“kalikurin”) er eitt annað enn vínsaftin, sum vit drekka, tá ið halda endurminning um offur Jesu Christs
Devteronomium 32:32

Catolikkar læra, at presturin ofrar Jesus aftur og aftur, ella at hann “reenacts”, t.e. endurframførir hetta. Hetta er Guðsspott, tí at Jesu offur var einaferð fyri allar, og tørvar onga endurtøku, bert at verða trúð á og tikið ímóti
Hebr. 10:10, 12, 14

Er lutherska kirkjan brúður Christs, ella er hon kirkja antichrists?
Er hon kanska ein blandingur?
Má Guð so klúgva hana í tvent; so at Christus fær sítt, og hasin Çæsar í Róm sítt.

……………

Hetta er mín trúgv um Harrans borð.
Hetta er Harrans borð, sum eg komi til og luttaki í. Eg taki ikki lut í borði djevla, har tey drekka blóðsoffur, og eta runda sólgudavaflu, júst sum jødarnir í G.T., tá ið tey vóru fallin út í tilbiðjan av Baal. Kannibal (kannibalistar, t.e. mannaátarar) kemur frá kanni-baal, sum merkir “likam Baals” (karnival er skilt hesum, og merkir “A Carnal Display”, t.e. Ein kjøtlig sýning. Minst til tað næstu ferð, tú fert til slíkt svass). Í bábylon varð sagt, at tey ótu Baal, og sjálvandi ofraðu og drukku blóðsoffur eisini. Católska kirkjan fór beint frá at vera baals tempul til at tykjast gerast kirkjur. Constantin og mamma hansara hildu áfram at tilbiðja heidnu gudarnar til dag deyða síns, og Constantin forfylgdi sonnu Christnu, sum ikki vildu koma undir hansara følsku kirkjuskipan. Eg góðtaki hana heldur ikki í dag. Mítt grundarlag er skriftin aleina, ja, enntá King James Bíblian aleina.

A´-men.

Onnur tíðindi