FKJ Húsmøti 12. November 2022

Týtt úr bókini: THE ANSWER BOOK – A Helpbook for Christians, eftir Dr. Samuel C. Gipp


Kapitul 5

SPURNINGUR: Hava tað ikki verið fleiri endurskoðanir av King James Bíbliuni síðan 1611?

SVAR: Nei. Tað hava verið fleiri uppløg, men ikki endurskoðanir.

FRÁGREIÐING: Eitt tað síðsta, ein illa skakaður atfinnari av Authoriseraðu Versjónini 1611 grípur til, er at tosa um endurskoðanir. Teir renna til hetta ímyndaða vígvirkið, í eini roynd eftir at rista av teirra endaliga ósigur ímóti sínum mótstandarum, sum undirdýkja teirra veiku grundgevingar við søguligum próvgrundum, handritsprógvum og við eyðsýndum virknaðum av Halga Andanum. Tá ið teir eru komnir innum, snúgva teir bræsnir ímóti sínum fígginda og spyrja við einum sleiskum smíri: So hvørja King James brúkar tú, 1611, 1629, ella 1769? Skelkurin av hesum álopinum og ørkymlanin í eitt bil, sum uppstendur, gevur teimum sum oftast tíð til at rýma og sleppa sær undan.

Tíverri – fyri teirra viðkomandi – eftir at teir eru komnir inn í sítt slott og hava latið hurðina aftur eftir seg, finna teir útav, at teirra vígvirki hevur stigvíst verðið brotið niður, stein eftir stein, av einum manni, sum eitur Dr. David F. Reagan.

Dr. Reagan er hirði í Trinity Baptist Temple í Knoxville, Tennessee. Hann hevur skrivað eina týðandi greinargerð um tær fyrstu útgávurnar av King James Bíbliuni, sum eitur: The King James Version of 1611. The Myth of Early Revisions.

Dr. Reagan hevur gjørt eitt framúrskarandi gott arbeiði í at oyðileggja tey síðstu vígvirkini hjá Bíbliu-atfinnarunum. Eg síggi hvørki leið, ella grund fyri, at royna at bøta uppá hansara fund. So eg havi tryggjað mær hansara loyvi at endurgeva hansara flogblað í síni heild.



KING JAMES 1611 VERSJÓNIN

– MÝTAN UM ENDURSKOÐANIR TÍÐLIGA Á LEIÐ

Innleiðing
Menn hava handfarið Guðs orð svikaligani (II. Corinth. 4:2) heilt síðan djevulin fyrst lærdi Evu, hvussu man ger tað. Frá Cáin til Bálaam, frá Jehudi til teir skriftlærdu og Phariseararnar, frá gudfrøðingunum í myrku miðøld til nútíðar lærdar, hava hini livandi orð Almáttuga Guðs verið megin skjótiskivan hjá mansins spillandi hond. Álopini á Guðs orð eru tríføld: Leggja afturat, taka burtur, skifta út. Frá Adams døgum til telduøldina, hevur atførið verið tað sama. Tað er einkið nýtt undir sólini.

Eitt álop, sum fær rættiliga nógv eftiransni nú á døgum, er eitt beinleiðis álop á Guðs orð sum varðveitt í Enska málinum: í King James Versjónini 1611. Álopið, ið sipað verður til, er mýtan sum hevdar, at eftirsum at King James Versjónin longu hevur verðið endurskoðið fýra ferðir, so skuldu verið og kunnu vera eingi galdandi mótmæli ímóti øðrum endurskoðanum. Henda mýta varð brúkt av Ensku Endurskoðarunum í 1881 og hevur verið endurlívgað í seinni árum av Fundamentalist lærdum (scholars), sum vóna at selja sína nýggjastu týðing. Henda bók er útgivin, sum eitt svar uppá hetta álopið. Endamálið við hesum evni, er ikki at sannføra teir sum avnokta hesa varðveitslu, men at styrkja trúnna hjá teimum sum longu trúgva á varðveittu Ensku Bíbliuna.

Ein megin spurningur kemur ofta upp í álopum so sum hesum: Hvussu langt eiga vit at fara í at svara atfinnarunum? Um vit skuldu roynt at svarað hvørji grunnari atfinning ímóti ófeilbæri Ensku Bíbliunnar, so høvdu vit aldri havt tíð at gjørt nakað annað. Eitt ella annað stað má skynsemin vinna. Sum altíð, so er svarið í Guðs orði. Orðtøkini 26:4-5 sigur: Svara ikki einum dára samsvarandi við hansara dárskap, at ikki tú eisini verði líkur honum. Svara einum dára samsvarandi við hansara dárskap, at ikki hann verði vísur í egna innbilni sínum.

Sjálvandi eru tíðir, har ein dársamur spurningur skuldi verðið sæddur burtur frá, og tíðir tá ið hann skuldi verðið møttur við einum svari. Um tað, at svara áloyparanum, fær teg at síggja eins dársamur út og hann, so er besta svarið at síggja burtur frá spurninginum. Til dømis, um tær verður sagt, at Bíblian ikki kann vera ófeilbærlig, tí at tann-og-tann trýr at hon er, og hann er fráskildur, so kanst tú trygt halda, at tøgn er besta svarið. Hinvegin so eru mangan spurningar og trupulleikar sum – um teir eru sannir – kunnu vera álvarsamir. At síggja burtur frá hesum málum, hevði verið at latið áloyparan á Bíbliuna halda seg vera vísan í sínum egna innbilni. Eg trúgvi, at spurningurin um endurskoðanir av King James Versjónini 1611 er ein spurningur av hesum seinna slagnum. Um King James Versjónin hevur verið ígjøgnum fýra stórar endurskoðanir av sínum teksti, so vildi tað, at staðið ímóti víðari endurskoðanum, grundað á avgjørda Enska tekstin, verið feilandi. Av hesi grund má og skal hetta álopið svarast. Kann hetta deilumálið svarast? Vissuliga! Tað er endamálið við hesi bók.



I – PRENTUMSTØÐURNAR Í 1611

Um Guð varðveitti sítt orð á hini Ensku tungu ígjøgnum Authoriseraðu Versjónina av 1611, (og tað gjørdi hann), hvar er so okkara myndugleiki fyri fullkomnu orðingarnar? Er hann í stikkorðunum hjá týðarunum? Ella er hann í endaliga avritinum, sum varð sent til prentararnar? Um so er, so er okkara myndugleiki burturi, tí at hesi pappír eru burturi. Men, sigur tú, myndugleikin er í fyrsta eintakinum, sum kom úr bókapressuni. Áh, tað eintakið er eisini horvið. Av sonnum, um prentingin av Ensku Bíbliuni gekk sum prentarbeið flest, so varð fyrsta eintakið helst sæð burtur frá, orsakað av síni vánaligu góðsku. Vit standa tí eftir við eintøkum av fyrstu prenting, sum finnast. Tað eru tey, sum ofta verða peikað á sum staðalin, sum allar aðrar King James Bíbliur skulu metast útfrá. Men eru tey tað? Kundu prentararnir av fyrstu útgávuni ikki hava gjørt prentfeilir? Okkum tørvar frá útgangspunktinum at sláa eitt fast: Myndugleikin fyri okkara varðveitta Enska teksti finst ikki í nøkrum mannligum verki. Myndugleikin fyri okkara varðveitta og ófeilbæra Enska tekst er í Guði! Prentarar kunnu mangan gera feilir og menn gera mangar feilir, men Guð vil, í síni makt og náði, varðveita sín tekst, hóast menn eru feilandi. Lat okkum nú hyggja at trýstinum á prentararnar í ár 1611.

Sjálvt um prenttøknin varð uppfunnin í 1450 av Johann Gutenberg í Týsklandi, (161 ár áðrenn 1611 prentingina), so var útgerðin hjá prentarunum lítið broytt. Prenting gekk enn seint fyri seg og var trupul. Allir stavirnir vórðu settir við hond, eitt stykki í senn – ígjøgnum alla Bíbliuna, – og feilir vóru nakað, sum væntaðist at vera í einihvørji lidnari bók. Orsakað av hesum torføri og eisini av tí at 1611 prentararnir onga eldri útgávu av KJV høvdu at styðja seg til, so hevði fyrsta útgávan av King James Versjónini mangar prentvillur. Sum vit seinni fara at vísa, so vóru hetta ikki tað slagið av tekstligum broytingum, sum frælsliga verða gjørdar í nútíðar bíblium. Tað vóru einfaldar, sjónligar prentvillur, av slíkum slagi, sum enn viðhvørt kunnu finnast í nýggjum útgávum, sjálvt við øllum teimum fyrimunum, sum man hevur í nútíðar prenting. Hesir feilir gera ikki eina Bíbliu óbrúkiliga, men skuldu verðið rættaðir í seinni útgávum.

Tær tvær upprunaligu prentingarnar av Authoriseraðu Versjónini vísa, hvussu torført tað var at prenta í 1611, uttan at gera feilir. Báðar útgávur vórðu prentaðar í Oxford. Báðar vórðu prentaðar sama ár, 1611. Somu prentararnir gjørdu bæði arbeiðini. Mest sannlíkt, so vórðu báðar útgávurnar prentaðar á somu pressu. Tó kunnu finnast – við eini neyvari samanbering av báðum útgávum – umleið hundrað tekstligir munir. Eftir sama leisti, kunnu King James atfinnararnir einans finna umleið 400 hevdaðar tekstligar broytingar í King James Versjónini eftir 410 ár av prenting og fýra sokallaðar endurskoðanir! Okkurt er rotið í Lærdómsborg! Tíðin er komin at kanna hesar “endurskoðanirnar”.



II – TÆR FÝRA SOKALLAÐU ENDURSKOÐANIRNAR AV 1611 KJV

Nógv av upplýsingunum í hesum partinum eru tiknir úr eini bók eftir F.H.A. Scrivener, sum eitur: The Authorized Edition of the English Bible (1611), Its Subsequent Reprints and Modern Representatives; (Authoriseraða útgávan av Ensku Bíbliuni (1611), hennara fylgjandi endurprentingar og nútíðar umboðanir). Bókin er eins putlut og heitið bendir á. Tað áhugaverda punktið er at Scrivener, sum gav út sína bók í 1884, var limur í 1881 Endurskoðanarnevndini. Hann var ikki ein King James Bíbliu trúgvandi, og tí hellir hansara lesievni ikki í lyndi mótvegis Authoriseraðu Versjónini.

Í tí partinum av bókini hjá Schrivener, sum snýr seg um KJV “endurskoðanirnar”, er ein innleiðandi smámunur sláandi. Tvær tær fyrstu stóru endurskoðanirnar av King James Bíbliuni hendu innanfyri 27 ár frá upprunaligu prentingini. (Málið má hava broytt seg sera skjótt tá á døgum). Útgávan av Bíbliuni frá 1629, prentað í Cambridge, verður søgd hava verið fyrsta endurskoðanin. Ein endurskoðan var tað ikki, men einfaldliga ein varislig rætting av fyrri stavifeilum. Ikki bara var henda útgáva fullførd einans átjan ár eftir týðingina, men tveir av monnunum, ið luttóku í hesi prentingini, Dr. Samuel Ward og John Bois, høvdu arbeitt uppá upprunaligu týðingina av King James Bíbliuni. Hvør hevði verið betri at rætta fyrri feilir enn tveir, sum høvdu arbeitt við upprunaliga týðingararbeiðinum! Bara nýggju ár seinni og aftur í Cambridge, kom ein onnur útgáva út, sum verður hildin at hava verið tann næsta stóra endurskoðanin. Bæði Ward og Bois vóru enn á lívi, men tað er ikki vitað, um teir tóku lut hesaferð. Men sjálvt Schrivener, sum, eins og tú minnist, arbeiddi uppá English Revised Version frá 1881, viðgekk, at Cambridge prentararnir einfaldliga høvdu sett inn orð og kloysur, sum vórðu yvirsæð av 1611 prentarunum, og bøtt um sjónligar feilir. Sambært eini kanning, sum seinni verður viðgjørd, so vórðu 72% av teimum umleið 400 tekstligu rættingunum í KJV fullførdar áðrenn Cambridge útgávuna frá 1638, bara 27 ár eftir upprunaligu prentingina.

Júst sum tvær tær fyrstu sokallaðu endurskoðanirnar í veruleikanum vóru tvey stig av éini tilgongd: At reinsa út fyrri feilir, so vóru tvær tær síðstu sokallaðu endurskoðanirnar tvey stig í eini aðrari tilgongd: Ein javngering av stavsetingini. Hesar báðar útgávurnar vóru við bara sjey ára millumbili, (1762 og 1769), har tann seinna fullførdi tað, sum byrjað varð við teirri fyrru. Men tá ið teir lærdu telja endurskoðanir, so ljóðar tvær betri enn ein. Sera fáar tekstligar rættingar vóru neyðugar hesaferð. Tær túsundvís av hevdaðu broytingunum eru broytingar í stavseting, sum vórðu gjørdar fyri at passa til teir grundløgdu, røttu formarnar. Hesar broytingar í stavseting skulu vit viðgera seinni. Lat tað nú vera nokk at siga, at ævintýrið um fýra stórar endurskoðanir er av sonnum eitt svikabragd og ein mýta. Men, sigur tú, tað eru kortini broytingar, hvørt tær veri seg fáar ella mangar. Hvat fert tú at gera við tær broytingar, sum tó eru har? Latum okkum nú kanna náttúruna í hesum broytingunum.



III – TÆR SOKALLAÐU TÚSUNDVÍS AV BROYTINGUNUM

Ímynda tær, at onkur tók teg á eitt fornminnissavn, at síggja eitt upprunaligt eintak av King James Bíbliuni. Tú kemur til glas kassan, har Bíblian verður víst, og hyggur niður á ta upplatnu Bíbliuna ígjøgnum glasið. Hóast tú ikki sleppur at blaða ígjøgnum síðurnar, so kanst tú lættliga síggja, at tað eru onkur ting, sum eru øðrvísi við hesi Bíbliuni, frá teirri sum tú eigur. Tú kanst næstan ikki lesa orð hennara, og tey, sum tú kanst finna útav, eru stavað á undarligar mátar. Líka sum onnur undan tær, so fert tú avstað við tí inntrykki, at King James Bíblian hevur verið ígjøgnum eina fjøld av broytingum, síðan hennara upprunaligu prenting í 1611. Men vara teg, tú ert júst vorðin fangaður í eini sera sniðfundigari fellu. Munirnir, sum tú sást, eru ikki tað sum teir tykjast at vera. Latum okkum kanna próvtilfarið.

Broytingar í prenting
Fyri eina rætta kanning, kunnu broytingarnar deilast sundur í trý sløg: Broytingar í prenting, broytingar í stavseting, og tekstligar broytingar. Fyrst skulu vit viðgera broytingar í prenting. Stavtýpan, sum varð brúkt í 1611 av prentarunum, var Gothiskir stavir. Stavtýpan, sum tú nú lesur, og ert kendur við, er Rómverska stavtýpan. Gothisk stavtýpa verður eisini kallað Germanskt, tí at tað hevur sín uppruna í Týsklandi. Minst til, at tað er har, prenting fyrst varð uppfunnin. Gothisku stavirnir vórðu formaðir til at minna um teir hondskrivaðu stavirnar í handritum frá miðøldini. Í byrjanini var tað tann einasti stílurin, ið varð brúktur. Rómverska stavtýpan varð uppfunnin nokkso tíðliga, men mong ár liðu, áðrenn tað gjørdist tann yvirráðandi stílurin í flestu londunum í Evropa. Gothiskir stavir hildu fram at verða brúktir í Týsklandi inntil fyri stuttum. Í 1611, í Onglandi, var Rómverk stavtýpa longu sera væl umtókt og fór skjótt at vinna á tí Gothisku. Kortini valdu prentararnir tann Gothiska stílin til KJV, tí at tað varð hildið vera vakrari og betri passandi enn hin Rómverski. Men broytingin til Rómverska stavtýpu tók ikki langa tíð. Í 1612 varð fyrsta King James Bíblian prentað, har Rómverka stavtýpan varð brúkt. Innan fá ár brúktu allar Bíbliur, sum vórðu prentaðar, Rómverska stavtýpu.

Legg til merkis, at ein broyting í stavtýpu broytir ikki Bíbliu tekstin nakað meira, enn ein broyting í formati ella skriftstødd ger. Kortini kann nútíðar lesarin, sum ikki er kendur við Gothiskar stavir, uppliva tað sera torført at skilja. Umframt nakrar broytingar í formi, má man leggja til merkis fleiri broytingar í stavum. Til dømis sær Gothiska s’ið út sum eitt Rómverkst s, tá ið tað er ein stórur stavur, ella stendur síðst í einum orði, men tá ið tað er ein lágur stavur í byrjanini ella mitt í einum orði, so sær stavurin út sum eitt f. Tí verður also til alfo og set verður til fet. Eitt annað frávik finst í Týska v og u. Gothiskta v sær út sum Rómverska u, meðan Gothiska u sær út sum Rómverska v. Hetta ger greitt, hví okkara w verður kallað double-u og ikki double-v. Ljóðar tað ørkymlandi? Tað er tað, inntil tú verður vanur við tað. Í 1611 útgávuni, er love skrivað loue, us er vs, og ever er euer. Men minst til, at hetta eru ikki eingong broytingar í staving, men einfaldliga munir í skrifttýpu. Í einum øðrum dømi, so sær Gothiska j út sum okkara i. So Jesus verður Iefus (legg til merkis, at s’ið í miðjuni broytist til eitt f), og joy verður til ioy. Eisini hevur Gothiska d, har stelkurin hallar aftureftir yvirum kringulin, ein form sum líkist tí Grikska Delta. Hesar broytingar útgera eitt stórt prosenttal av teimum “túsundunum av broytingum” í KJV, men gera tekstinum ongan skaða. Tær eru einkið uttan eitt roykslør, sett upp av áloyparunum á okkara Ensku Bíbliu.

Broytingar í staving
Eitt annað slag av broyting, sum finst í søguni hjá okkara Authoriseraðu Versjón, eru broytingar í rættskriving ella stavseting. Flest allar søgubøkur siga, at nútíðar Enskt byrjaðar umleið 1500. Tí var málfrøðiligi bygnaðurin og grundleggjandi orðatilfeingið í nútíðar Enskum langt síðani grundlagt í 1611. Kortini festist stavsetingin ikki samtíðis. Í 1600 talinum var stavseting so sum einum sjálvum tóktist best. Einkið æt røtt stavseting. Eingin staðil (standardur) var grundlagdur. Ein høvundur kundi gott stava sama orðið á fleiri ymsar mátar, ofta í somu bók og viðhvørt á somu síðu. Og hetta var tað lærda fólkið. Summi av tykkum, sum lesa hetta í dag, høvdu hildið 1600 talið vera eitt stavsetingarpáradís. Ikki fyrr enn í átjandu øld byrjaði stavseting at fáa ein javnan form. Tí varð stavsetingin av King James Bíbliuni 1611 standardiseraður í seinnu helvt av átjandu øld.

Hvat fyri munir í stavseting kanst tú vænta at finna ímillum tína nútíðar útgávu og 1611 prentingina? Hóast ikki hvør stavsetingarmunur kann flokkast, so eru fleiri vanlig eyðkenni. Eyka e fast ofta í endanum av orðum, so sum feare, darke, og beare. Eisini vóru tvíføld sjálvljóð meira vanlig enn í dag. Tú fanst mee, bee, og mooued, ístaðin fyri me, be, og moved. Tvíføld hjáljóð vóru eisini meira vanlig. Hvat høvdu ranne, euill, og ftarres verið í dagsins stavseting? Summi tykkara kunnu finna útav teimum. Dagsins stavseting hevði verið ran, evil, og stars. Hesar broytingar í typografi og stavseting útgera næstan allar tær sokallaðu túsundvís av broytingunum í King James Bíbliuni. Eingin av teimum broytir tekstin á nakran hátt. Tí kunnu tær ikki ærliga samanberast við tær túsundvís av veruligum tekstligum broytingum, sum so skammleyst verða gjørdar í nútíðar versjónum.

Tekstligar broytingar
Næstan allar tær sonevndu broytingarnar hava vit nú gjørt greiðu fyri. Nú koma vit til spurningin um veruligar tekstligar munir ímillum okkara núverandi útgávur og ta frá 1611. Tað eru onkrir munir ímillum tær báðar, men teir eru ikki slíkir munir, sum síggjast í eini endurskoðan. Teir eru heldur rættingarnar frá fyrri prentvillum. At hetta er ein staðroynd, kann síggjast í hesum trimum tingunum: (1) Náttúran av broytingunum, (2) títtleikin av broytingunum ígjøgnum Bíbliuna, og (3) nær broytingarnar vórðu gjørdar. Latum okkum fyrst hyggja at náttúruni í broytingunum, sum vórðu gjørdar frá fyrstu prentingini av Authoriseraðu Ensku Bíbliuni.

Broytingarnar frá 1611 útgávuni, sum gamaní eru tekstligar, eru sjónligar prentvillur, orsakað av náttúruni í teimum broytingunum. Tað eru ikki tekstligar broytingar, gjørdar til tess at broyta lesiháttin. Í fyrstu prentingini, vórðu orð viðhvørt býtt um. Viðhvørt varð fleirtal skrivað sum eintal, ella umvent. Viðhvørt varð eitt orð feil skrivað, so at eitt líknandi orð stóð ístaðin. Nakrar ferðir vórðu orð og enntá setningsliðir útilatin. Útilatingarnar vóru eyðsæddar og høvdu ikki ta Guðslæruligu ávirkan, sum tær sum finnast í nútíðar týðingum. Í veruleikanum kann eingin samanburður gerast ímillum rættingarnar, gjørdar í King James tekstinum og tær, sum verða skotnar upp av dagsins lærdu.

F.H.A. Scrivener, í fylgiskjalinum til sína bók, skrásetur munirnar ímillum 1611 útgávuna av KJV og seinni prentingar. Eitt dømi um hesar broytingar stendur her niðanfyri. Fyri at vera partleysur, so vísa hesi dømini ta fyrstu tekstligu rættingina á fylgjandi síðum á vinstru hond í bókini hjá Scrivener. Lesihátturin frá 1611 stendur fyrst, síðan nútíðar lesihátturin; og síðst nær rættingin varð gjørd.

1 this thing – this thing also (1638)
2 shalt have remained – ye shall have remained (1762)
3 Achzib, nor Helbath, nor Aphik – of Achzib, nor of Helbath, nor of Aphik (1762)
4 requite good – requite me good (1629)
5 this book of the Covenant – the book of this covenant (1629)
6 chief rulers – chief ruler (1629)
7 And Parbar – At Parbar (1628)
8 For this cause – And for this cause (1638)
9 For the king had appointed – For so the king had appointed (1629)
10 Seek good – Seek God (1617)
11 The cormorant – But the cormorant (1629)
12 returned – turned (1769)
13 a fiery furnace – a burning fiery furnace (1638)
14 The crowned – Thy crowned (1629)
15 thy right doeth – thy right hand doeth (1613)
16 the wayes side – the way side (1743)
17 which was a Jew – which was a Jewess (1629)
18 the city – the city of the Damascenes (1629)
19 now and ever – both now and ever (1638)
20 which was of our father’s – which was our fathers (1616)

Fyri framman eygum tínum er 5% av tekstligu broytingunum, gjørdar í King James Bíbliuna í 410 ár. Um tær so ikki vóru rættingar av fyrri feilum, so kundu tær ikki samanberast við nútíðarligu broytingarnar. Men hetta eru rættingar av prentfeilum, og tí kann eingin samanbering gerast. Hygg at listanum sjálvur, og tú finnur bara éina sum hevur Guðslæruligan týdning. Heila kanningin hjá Scrivener vísir í veruleikanum, at hetta er einasti munurin, sum varð funnin av høvundinum, sum kann kallast Guðslærulig. Eg vísi til Psálm 69:32, har 1611 útgávan sigur “seek good”, tá ið Bíblian skuldi havt sagt “seek God”. Men sjálvt við hesum feili, so vísa tvey punkt, at hetta var í veruleikanum ein prentvilla. Fyrst er tað líkleikin ímillum good og God, sum vísir, hvussu lætt ein troyttur prentari kundi lesa feil og seta feil orð í tekstin. Tínæst var hesin feilur so eyðsæddur, at hann varð funnin og rættaður í 1617, bara seks ár eftir upprunaligu prentingina og væl áðrenn ta fyrstu sokallaðu endurskoðanina. Mýtan um, at tað vóru fleiri stórar endurskoðanir av AV 1611 skuldu verðið avdúkað. Men tað finst meira enn.

Ikki bara vísir náttúran av broytingunum, at hetta eru prentvillur, men tað ger títtleikin eisini. Fundamentalistiskir lærdir tosa um túsundvís av endurskoðingum, gjørdar við AV 1611, sum um tær vóru á sama støði sum í nýggjum bíbliu versjónum. Tað eru tær ikki. Ómetaliga fleirtalið av teimum eru annaðhvørt orsakað av teksttýpu ella broytingar í stavseting. Tær fáu, sum eru eftir, eru heilt klárt rættingar av prentvillum, sum vórðu gjørdar, orsakað av hvussu møðislig prenting var í byrjanini. Listin við dømum omanfyri vísir júst hvussu vandin Scrivener var í at skráseta øll frábrigdini. Kortini, sjálvt við hesum vandni, so eru bert umleið 400 frábrigdi nevnd ímillum 1611 útgávuna og nútíðar eintøkini av KJV. Minst til, at tað vóru 100 frábrigdi ímillum tvær tær fyrstu Oxford útgávurnar, sum báðar vórðu prentaðar í 1611. Eftirsum at tað eru næstan 1200 kapitlar í Bíbliuni, er meðal frábrigdið í hvørjum kapitli (eftir 410 ár) ein triðingur, tvs ein rætting í triðja hvørjum kapitli. Hetta eru broytingar so sum “chief rulers” til “chief ruler” og “And Parbar” til “At Parbar”. Men hetta er uppaftur eitt prógv um, at hesi frábrigdi einfaldliga eru rættingar av prentvillum: Dagfestingin av tí ári, tá ið tær vórðu gjørdar.

Náttúran av og títtleikin av tekstligu broytingunum atskilja tær heilt klárt frá nútíðar broytingunum. Men nær hesar broytingarnar vórðu gjørdar, avger málið so fullkomiliga. Stóra fleirtalið av teimum 400 broytingunum vórðu gjørdar innanfyri nøkur fá ár eftir upprunaligu prentingina. Tak okkara dømir frá í áðni til dømis. Av teimum tjúgu rættingunum, sum vit skrásettu, varð éin gjørd í 1613, éin í 1616, éin í 1617, átta í 1629, fimm í 1638, éin í 1743, tvær í 1762, og éin í 1769. Tað merkir, at 16 av 20 rættingum, ella 80%, vórðu gjørdar innanfyri sjey og tjúgu ár frá 1611 prentingini. So talan er ikki um ein ovurlangan lista av endurskoðingum, sum teir lærdu vilja hava teg at halda. Í einum øðrum lista, sum varð gjørdur við gjølla at kanna aðra hvørja síðu av uppískoytinum hjá Scrivener, vórðu 72% av tekstligu rættingunum gjørdar áðrenn 1638. So tað finst altso eingin “endurskoðanar” trupulleiki.

Náttúran í tekstligu broytingunum er, at tað vóru sjónligir feilir, ið talan var um. Títtleikin av tekstligu broytingunum er spjaddur, og kemur fyri bert í triðju hvørji síðu. Tekstligu broytingarnar vórðu gjørdar tíðliga, har umleið tríggir fjórðingar av teimum hendu innanfyri sjey og tjúgu ár eftir fyrstu prentingina. Allir hesir smámunir gera ta staðroynd klára, at tað vóru ongar veruligar endurskoðanir av tí slagi at dagføra málið, ella rætta týðingarfeilir. Hetta vóru bara útgávur, sum rættaðu fyrri prentfeilir. Keldan til okkara myndugleika um neyvu orðingarnar í AV 1611 er ikki í eintøkunum av fyrstu prentingini sum finnast. Okkara myndugleikakelda til neyvu orðingarnar í okkara Ensku Bíbliu býr í varðveitandi kraft Almáttuga Guðs. Júst sum Guð ikki eftirlat okkum upprunaligu handritini at stríðast og keglast yvir, so sá hann ikki fyri gott, at eftirlata okkum rættlestrararkið av týðingini. Okkara myndugleiki er í Guðs hond, sum altíð. Tað kanst tú lova Harranum fyri!



IV – BROYTINGAR Í PRÆDIKARANUM

Ein djúp kanning av broytingunum, sum vórðu gjørdar í Ecclesiastes (ella Prædikaranum) hjálpir til at lýsa meginreglurnar sum standa omanfyri. Høvundurin er takksamur til Dr. David Reese úr Milbrook, Alabama, fyri hansara arbeiði á hesum øki. Við at samanbera eitt endurprent av upprunaligu 1611 útgávuni, sum varð útgivin av Thomas Nelson & Sons, við eina nýliga prenting av King James Bíbliuni, var Dr. Reese førur fyri at staðfesta fýra frábrigdi í Prædikaranum. Tilvísingin er givin fyrst, síðan teksturin í Thomas Nelson 1611 endurprentinum. Síðan fylgir lesihátturin í nútíðar útgávunum av 1611 KJV og dagfestingin, har broytingin varð gjørd.

1 1:5 the place – his place (1638)
2 2:16 shall be – shall all be (1629)
3 8:17 out, yea further – out, yea he shall not find it; yea farther (1629)
4 11:17 thing is it – thing it is (?)

Nøkur ting skulu leggjast til merkis um hesar broytingar. Síðsta frábrigdið (“thing is it – thing it is”) er ikki nevnt av Scrivener, sum var ein sera vandin og neyvur lærdur. Tí kann hetta vera ein feilur í endurprentinum hjá Thomas Nelson. Tað hevði verið áhugavert. Rættaði mangulin í kapitul 8 er ein av teimum longstu rættingunum frá upprunaligu prentingini. Men legg til merkis, at tað varð rættað í 1629. Títtleikin av feilunum heldur meðal talið, altso her 4 feilir í tólv kapitlum. Men tað mest íeygafallandi er, at allur Prædikarin lesist júst sum í okkara núverandi útgávum, uttan eingong prentvillur, longu í 1638. Tað er 384 ár síðani. Tá varð Bíblian prentað í Rómverskum stavum. Tí er stavsetingin tað einasta, sum varð broytt í Prædikaranum í 384 ár! Sum áður sagt, so var høvuðs endamálið við Cambridge útgávunum í 1629 og 1638, at rætta prentvillur í fyrri útgávum. Høvuðs endamálið við útgávunum í 1762 og 1769 var standardiseringin av stavsetingini.



V – TANN SOKALLAÐA RÆTTVÍSGERINGIN FYRI ØÐRUM VERSJÓNUM

Kanska sært tú nú, at King James Bíblian 1611 hevur ikki verðið endurskoðað, men bara rættað. Men hví hevur tað týdning? Sjálvt um tað eru fleiri grundir fyri, hví hesin spurningur hevur stóran týdning, so er tann týdningarmiklasti, at fundamentalistiskir lærdir brúka hesa mýtu um endurskoðanir at rættvísgera sínar egnu broytingar av tekstinum. Ritstjórarnir av New King James Version hava helst verið teir verstu í at brúka hetta propaganda snildarbragdið. Í fororðinum til New King James Version hava teir skrivað: “Í nærum fýra hundrað ár, og gjøgnum fleiri endurskoðanir av sínum Enska formi, hevur King James Bíblian verðið djúpt vird millum Enskt-talandi fólk um allan heim.” Mitt í teirra smigrandi orðafloymi, sipa teir sterkt til, at teirra útgáva bert er eitt framhald av endurskoðanunum, sum hava verðið gjørdar síðstu 400 árini. Henda útsøgn, sum hevur verðið søgd beinleiðis av øðrum, kundi ikki verið meira følsk. Fyri at prógva hetta, fara vit aftur til Prædikaran.

Ein kanning av fyrsta kapitli av Prædikaranum í New King James Version vísir umleið 50 broytingar frá okkara núverandi útgávu av KJV. Fyri at vera rímiligur, havi eg ikki íroknað skavibroytingar, so sum cometh til comes; labour til labor osv.) Hetta merkir tó, at tað eru umleið 600 broytingar í Prædikaranum og umleið 60.000 broytingar í allari Bíbliuni. Um tú ákærir meg fyri at írokna hvørja broyting, sum kann kennast aftur, so hevur tú rætt. Men eg írokni bara slíkar broytingar, sum vórðu skilgreinaðar í at analysera King James 1611. Tað er bara rímiligt. Kortini er talið á broytingum yvirraskandi fyri eina versjón, sum sigur seg vera eina dagføring av KJV, eftir sama leisti sum fyrri endurskoðanir. Sambært hinum fundamentalistiska lærda, er New King James tann fimta í eini røð av endurskoðanum. Sig má tá, hvussu fýra endurskoðanir og 375 ár góvu bara 400 broytingar, meðan tann fimta endurskoðanin gav 60.000 broytingar afturat? Tað merkir, at fimta endurskoðanin gjørdi 150 ferðir fleiri broytingar enn tað samlaða talið av broytingum í teimum fyrstu fýra! Tað er óhugsandi!

Ikki bara er títtleikin av broytingunum ótrúligur, men náttúran í broytingunum er álvarsom. Hóast mangar av broytingunum tykjast sakleysar við fyrsta eygnakast, so eru mangar meira álvarsligar. Ritstjórarnir av New King James Version vóru sleiskir nokk ikki at gera teir mest álvarsomu bummararnar, sum nútímans Bíbliur gera. Kortini ræddust teir ikki fyri at broyta lesiháttin í teimum plássunum, sum eru ókend fyri meðal lesaran. Á hesum økjum er New King James Versjónin hættislig. Niðanfyri eru nakrar av teimum meira skaðiligu broytingunum, sum er gjørdar í Prædikaranum. Tilvísingin stendur fyrst, síðan lesihátturin, sum vit finna hann í King James Version; og síðst lesihátturin, sum hann finst í New King James Version.
1:13 sore travail; grievous task
1:14 vexation of spirit; grasping for the wind
1:16 my heart had great experience of wisdom; my heart has understood great wisdom
2:3 to give myself unto; to gratify my flesh with
2:3 acquainting; guiding
2:21 equity; skill
3:10 the travail, which God hath given; the God-given task
3:11 the world; eternity
3:18 that God might manifest them; God tests them
3:18 they themselves are beasts; they themselves are like beasts
3:22 portion; heritage
4:4 right work; skillful work
5:1 Keep thy foot; Walk prudently
5:6 the angel; the messenger of God
5:6 thy voice; your excuse
5:8 he that is higher than the highest; high official
5:20 God answereth him; God keeps him busy
6:3 untimely birth; stillborn child
7:29 inventions; schemes
8:1 boldness; sterness
8:10 the place of the holy; the place of holiness
10:1 Dead flies cause the ointment of the apothecary to send forth a stinking savour; Dead flies putrefy the perfumer’s ointment
10:10 If the iron be blunt; If the ax is dull
10:10 wisdom is profitable to direct; wisdom brings success
12:9 gave good heed; pondered
12:11 the masters of assemblies; scholars

Hetta er bert ein sýnistøka av broytingunum í Prædikaranum, men gev gætur eftir, hvat er gjørt. Equity (rættlæti), sum er eitt eyðkenni av gudiligleika, verður skill (hegni) (2:21). Heimurin verður ævinleiki (3:11). Maður uttan Guð er ikki longur eitt djór, men bara líka sum eitt djór (3:18). Klára tilvísingin til guddómin í Prædikaranum 5:8: “hann, sum er hægri enn hin hægsti”, er broytt til “hægri tænastufólk”. Men eftirsum at framgongd (success) er tað, sum vísdómur eigur at geva okkum (10:10 í NKJV), so má hetta vera gongdin. Ið hvussu er heldur Guð teir lærdu upptiknar (5:20). Helst er tann, av teimum omanfyrinevndu broytingunum, sum er mest avdúkandi, tann síðsta, sum er nevnd: har “the masters of assemblies” verður til “scholars.” Sambært New King James, eru “the words of scholars like well-driven nails, given by one Shepherd.” “The masters of assemblies” verður skift út við teimum lærdu, sum verða keldan til orðini hjá Hirðanum. Hetta er tað, sum hesir lærdu vildu havt okkum at hildið, men hetta er ikki satt.

Fyri at taka samanum, so er New King James Bíblian ikki ein endurskoðan eftir sama leisti sum endurskoðanirnar av King James Bíbliuni. Heldur er hon ein fullkomiliga nýggj týðing. Sum eg segði í innleiðingini, so er endamálið við hesi bók ikki at sannføra teir sum brúka aðrar versjónir. Endamálið við hesi bók er at avdúka ta feilandi hevdan, sum hevur ferðast runt í fundamentalistiskum skarum, fyri hvat hon er: Ein uppblást mýta. Tað er mýtan um, at New King James Versjónin og aðrar eins og hon eru einkið annað enn eitt framhald av endurskoðanum, sum við jøvnum tíðarbilum hava verðið gjørdar við King James Bíbliuna síðan 1611. Hetta ástøði hevur éin trupulleika: At tað finnast ongar slíkar endurskoðanir.

King James Bíblian av 1611 er ikki farin ígjøgnum fýra (ella nakrar) endurskoðanir. Tí er New King James Versjónin ikki eitt áframhald av tí, sum áður var gjørt. Hon skuldi í veruleikanum verðið kallað: Thomas Nelson Verjónin. Teir eiga útgávurættindini. King James Bíblian, vit hava í dag, hevur ikki verðið endurskoðað, men skírgað. Vit hava enn onga grund til at ivast í, at tann Bíblian vit halda í hondunum er sjálvasta Guðs orð, varðveitt fyri okkum á Enskum. Myndugleikin fyri hennara sannføri liggur ikki í fyrstu prentingini av King James Bíbliuni í 1611, ella í umdøminum hjá James I. kongi, ella í lærdóminum hjá 1611 týðarunum, ella í bókligu avrikunum hjá elizabethiska Onglandi, ella tá eingong í Grikska Textus Receptus tekstinum. Okkara myndugleiki fyri ófeilbæru orðini í Ensku Bíbliuni liggur í makt og lyfti Guðs um at varðveita síni orð! Guð hevur maktina. Vit hava orð hansara.

(Hesin týddi epistil verður tilognaður Apostasiusi Zachariasen og Sacramentariusi Debes Joensen, sum á heysti 2012 sótu á KVF og mølmaðu um eina umbroytiliga, evolverandi King James Bíbliu, sum teir hildu fram er ein heilt onnur í dag, enn hon var í 1611.
– Nútíðar lærdómur ger einhvønn býttan, blindan, fráfalnan, og kláran at fara til Róm at knela og kyssa ringin og inniskógvin á honum (syndarinnar manninum, glatanar syninum, hasum Vonda), sum situr í templi Guðs, og lýsir seg sjálvan at hann er Guð.
(sí II. Thess. 2:3-4.).

Onnur tíðindi