FKJ húsmøti, 12. Desember 2020

Atskilnaðarlæran

The Doctrine of Separation


Orðt 18:1
Gjøgnum tráan, ein maður, havandi atskilt seg sjálvan, søkir og blandar seg uppí við øllum vísdómi.

1 Tú tráar
2 Tú atskilur teg
3 Tú søkir
4 Tú verður førur fyri at blanda teg uppí við vísdómi, t.e. hava ávirkan RÆTTA vegin. (Tað hevði tú aldri kunnað, um tú satst og dandaði við súrdeignum.)
…….

Deiggj og súrdeiggj má ikki blandast
I. Cor. 5:6, & v. 2, 7, 13
…….

Atskilnaður frá falslærarum
Titus 3:10-11
Róm. 16:17-18
…….

Merkja okkum tann bróður, sum vil ikki lýða Guðs orð
II. Thess. 3:14-15
…….

Atskilnaður frá misbrótandi bróðuri, sum vil ikki venda um
Matthæus 18:15-17
…….

Falslærarin lærir í grundini falskt um Jesus, og hevur tí hvørki Faðirin ella Sonin
II. Jóh. v. 7-11
v.7 Falslæran hevur í grundini við Jesu Christi Guddómleika at gera
v.8 Um vit ikki vera standandi í røttu læruni, so missa vit okkara løn
v.9 Falslærarar hava ikki Guð. Sannir lærarar hava bæði Faðirin og Sonin
v.10 Boð um ikki at taka ímóti falslærarum
v.11 Avleiðingin av, at vælsigna ein falslærara
…….

Mótsetningurin til hetta, sæst í III. Jóh. v. 4-8
…….

Gakk ikki undir bólkapress
Exodus 23:2
…….

Annaðhvørt ert tú á Harrans síðu, ella ikki; har er einkið grátt øki
Exodus 32:25-29
…….

Atskilnaðurin ímillum Ísrael og Korah, Dáthan, og Ábiram
Nummur 16:23-33
…….

Himmalvíði munurin ímillum Philadelphiu og “Laodiceararnar”
Philadelphia: Opb. 3:7-13
Laodiceararnir: Opb. 3:14-22

Endatíðarsamkoman er Laodicea (ca 1881-dd).
Vit King James Bíbliu trúgvandi eru ein leivd av eini aðrari kirkju, teirri Philadelphisku (1500-1881).
Vit blanda okkum ikki uppí tað, sum Guð hevur spýggjandi vaml fyri.

Hinar 6 kirkjurnar verða nevndar kirkjan í tí og tí staðinum. Síðsta kirkjan, tann Laodiceiska, brýtur frá, í at hon verður nevnd: kirkjan hjá Laodicearunum; ikki kirkjan í Laodiceu, men hjá Laodicearunum; altso átti hesin heimur hana, og Jesus hevur EINKIÐ rós at geva henni. Í vers 16 sigur hann: Av tí at tú ERT flógvur … VIL EG SPÝGGJA TEG ÚT ÚR MUNNI MÍNUM.

Tað skeiti eg ikki um at vera partur av.

Hvussu nógv teir so játtaðu tað øvugta við síni “positive confession”, so vóru Laodiceararnir:
1 Flógvir
2 Vesælir
3 Ússaligir
4 Fátækir
5 Blindir
6 Naknir
7 Góvu Guði spýggjandi vaml!

… Bóðust venda um, og um teir gjørdu, so fingu teir at sita hjá Jesusi í hásæti hansara; v.21.

Philadelphia:
1 Fekk einar opnar dyr frá Jesusi (serliga hjálp og møguleikar frá honum), v.8
2 Varðveitti orð Jesusar (Reformatións Bíbliuna!), v.8
3 Avnoktaði ikki navn hansara (hon hevði hansara navn at varðveita, og hevði við hann at gera!), v.8
4 Varðveitti orð tolmóðar Jesu, v.10
5 Fór at verða varðveitt frá freistingarstundini, v.10
6 Hevði eina krúnu at varðveita, v.11
7 Um teir sigraðu, áttu teir lyfti um (v.12):
a: At vera súla í templi Guðs
b: Ikki at fara út aftur haðani
c: At fáa navn Guðs skrivað á teir
d: At fáa navn hins nýggja Jerusalems skrivað á teir

Ert tú partur av Philadelphisku kirkjuni, ella ert tú ein “Laodiceari”?
Um tú ert, so vilja vit bera tær orð Jesu Christs: VEND UM.
…….
At roynslan av tykkara trúgv, verandi mikið dýrmætari enn av gulli sum forgongur, tó at tað verði roynt við eldi, mátti verðið funnin til lovs og heiðurs og dýrdar við birting Jesu Christs
(I. Pætur. 1:7)

A M E N.

Onnur tíðindi