FKJ húsmøti, 11. Juni 2022


Leinki til tekstin sum pdf her >


Týtt úr bókini: THE ANSWER BOOK – A Helpbook for Christians, eftir Dr. Samuel C. Gipp

Kapitul 2

SPURNINGUR: Er ikki “Páskir (Easter)” í Gerningar Ápostlanna 12:4, ein feil týðing av orðinum “Pascha”, og skuldi tað ikki verðið týtt sum “umleyp (passover)”?
SVAR: Nei, pascha er rætt týtt sum páskir í Gerningum Ápostlanna 12:4, sum fylgjandi frágreiðing klárt fer at vísa.

FRÁGREIÐING: Grikska orðið, sum er týtt sum “Páskir” í Gerningum Ápostlanna 12:4, er orðið “Pascha”. Hetta orðið sæst níggju og tjúgu ferðir í Nýggja Testamenti. Átta og tjúgu av teimum ferðunum er orðið týtt sum “umleyp”, sum tilvísing til ta náttina, tá ið Harrin fór ígjøgnum Egyptaland og drap allar hinar frumbornu hjá egyptum, men leyp um húsini hjá Hebreunum, tá ið hann sá blóðið smurt á durastavirnar og yvirleggjaran, (sí Exodus 12:12-13), og setti soleiðis Ísrael í frælsi undan fýra hundrað árum í trældómi.
Teir mongu mótstandararnir av hugtakinum av, at hava eina fullkomna Bíbliu, hava gjørt nógv úr hesi týðingini av orðinum “Pascha”.
Tá ið teir koma til orðið “Páskir” í Guðs Authoriseraðu Bíbliu, loypa teir á tað, og ímynda sær, at teir nú hava funnið prógv um, at Bíblian ikki er fullkomin. Tíbetur fyri okkum elskarar av Guðs orði, so taka teir feil. Páskir, sum vit vita, kemur frá fornu, heidnu hátíð Astarte, eisini kend sum Ishtar (úttalað næstan sum “Easter”). Henda hátíð hevur altíð verðið hildin seint í Apríl mánaði. Hon var, í sínum upprunaliga formi, ein fagnan av endurnýggjan jarðarinnar, eftir vetrartíðina. Hátíðin íroknaði eina fagnan av nøring. Orsakað av hesum, eru vanligu súmbolini um Páskafagnaðin til dømis kaninin, og eggið. Bæði eru kend fyri sínar nørandi eginleikar. Hetta snúðist mest um Astarte, ein kvinnuligan guddóm. Hon er kend í Bíbliuni sum “Himinsdrotningin” (sí Jeremiah 7:18; 44:14-25). Hon er móðir Tammuz (sí Ezekiel 8:14), sum eisini gjørdist maður hennara! Hesi perverteraðu ritualir funnu stað um sólarris páskamorgun (Ezekiel 8:13-16). Frá tilvísingunum í Jeremiah og Ezekiel, kunnu vit síggja, at sonnu Páskirnar hava ongantíð havt nakra sameining við Jesus Christ.
Trupulleiki: Sjálvt um Jødiska umleypið varð hildið mitt í Apríl (fjúrtanda dag í Apríl), og heidna hátíðin Páskir varð hildin seinni sama mánaðin, hvussu vita vit so, at Heródes vísti til Páskir (Páscha) í Gerningum Ápostlanna 12:4, og ikki Jødiska umleypið? Um hann vísti til umleypið, so var týðingin av “Pascha” sum “Páskir” ikki røtt. Men um hann veruliga vísti til heidna hátíðardagin Páskir (Pascha/Ishtar), so má King James Bíblian (AV 1611) av sonnum vera sjálvasta Guðs orð og sjálv orðini hjá Guði, tí hon er einasta Bíbian í prenti í dag, sum inniheldur rætta lesiháttin; (men nú eisini FKJ).
At greiða gátuna viðvíkjandi “Páskir” í vers 4, so mugu vit ráðføra okkum við okkara endaliga myndugleika, HEILAGU BÍBLIUNA. Lykilin, sum loysir loyndarmálið, finst ikki í vers 4, men í vers 3. (“Tá vóru dagar ósúrgaðs breyðs …”). At tryggja okkum rætta svarið, sum vit søkja, mugu vit finna sambandið ímillum umleypið og dagar ósúrgaðs breyðs. Vit mugu hava í huga, at Pætur varð handtikin, meðan “dagar ósúrgaðs breyðs” vóru (Gern. Áp. 12:3)
Okkara kanning má byrja við fyrsta umleypinum. Tað var tann náttin, í hvørji HARRIN sló allar hinar frumbornu í Egyptalandi. Ísraelitarnir vórðu bidnir um at drepa eitt lamb og rýða tess blóð á báðar síðustavirnar og á ovara síðustavin (yvirleggjaran), (sí Exodus 12:4-7). Lat okkum nú síggja, hvat Bíblian sigur viðvíkjandi fyrsta umleypinum, og um dagar ósúrgaðs breyðs.
Exodus 12:13-18: “Og blóðið skal vera hjá tykkum til eitt tekin uppiá húsunum har tit eru: og tá ið eg síggi blóðið, vil eg leypa um tykkum, og plágan skal ikki vera uppiá tykkum til at oyða tykkum, tá ið eg slái Egyptaland.
14 Og hesin dagurin skal vera tykkum til eitt minni; og tit skulu halda hann eina hátíð fyri HARRANUM út gjøgnum ættir tykkara; tit skulu halda hann eina hátíð eftir eini regluskipan um ævir.
15 Sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; enntá hin fyrsta dagin skulu tit beina burtur súrdeiggj út úr húsum tykkara: tí at hvørsumhelst ið etur súrgað breyð frá hinum fyrsta degi inntil hin sjeynda dagin, tann sál skal verða skorin av frá Ísrael.
16 Og í hinum fyrsta degi skal vera ein heilag samankalling, og í hinum sjeynda degi skal vera ein heilag samankalling hjá tykkum; einkið háttarlag av arbeiði skal verða gjørt í teimum, uttan tað sum hvør maður má eta, tað einans kann verða gjørt av tykkum.
17 Og tit skulu halda hátíð ósúrgaðs breyðs; tí at í sjálvum hesum sama deginum havi eg ført tykkara herar út úr Egyptalandi: tí skulu tit halda henda dagin í ættarliðum tykkara við eini reglugerð um ævir.
18 Í hinum fyrsta mánaði, á hinum fjúrtanda degi mánaðarins um aftan, skulu tit eta ósúrgað breyð, inntil hin ein og tjúgunda dag mánaðarins um aftan.”
Her, í Exodus 12:13, síggja vit, hvussu umleypið fekk sítt navn. HARRIN segði, at hann mundi “leypa um” øll tey hús, sum høvdu blóðið av lambinum rýtt á hurðina.
Eftir umleypið (Exodus 12:13-14), síggja vit, at sjey dagar skuldu fullførast, í hvørjum Jødarnir skuldu eta ósúrgað breyð. Hetta eru dagar ósúrgaðs breyðs!
Í vers 18 síggja vit, at dagarnir, sum hetta skuldi haldast, vóru 14. Apríl til og við 21. Apríl.
Hetta trúarliga halgihald er lýst klárari í Nummur 28:16-18: “Og í hinum fjúrtanda degi av tí fyrsta mánaðinum er umleyp HARRANS.
17 Og í hinum fimtanda degi av hesum mánaði er hátíðin: sjey dagar skal ósúrgað breyð verða etið.
18 Í tí fyrsta deginum skal vera ein heilag samankalling; tit skulu einkið háttarlag av tænarakendum arbeiði gera harí:”
Í vers 16 síggja vit, at umleypið bert verður roknað at vera á fjúrtanda degi mánaðarins. Morgunin eftir, tann fimtanda, byrja “dagar ósúrgaðs breyðs”.
Devteronomium 16:1-8: “GEV ans eftir Ábib (Apríl) mánaði, og halt umleypið at HARRANUM Guði tínum: tí at í Ábibs mánaði førdi HARRIN tín Guð teg fram út úr Egyptalandi um náttina.
2 Tú skalt tí sláturofra umleypið at HARRANUM Guði tínum, av stórfæafylginum og av smáfæafylginum, í tí plássi sum HARRIN skal velja at staðseta navn sítt har.
3 Tú skalt einkið súrgað breyð eta við tí; sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð harvið, enntá nívdar breyðið; tí at tú komst fram út úr Egyptalandi í skundi: at tú mást minnast tann dag, tá ið tú komst fram úr Egyptalandi allar dagar lívs tíns.
4 Og tað skal einkið súrgað breyð verða sæð hjá tær í øllum bredda tínum sjey dagar; eiheldur skal nakað ting av kjøtinum, sum tú sláturofraðirt hin fyrsta dagin um aftan, verða verandi alla nátt inntil morgunin.
5 Tú mást ikki sláturofra umleypið innanfyri nakað av portrum tínum, sum HARRIN tín Guð gevur tær:
6 Men í tí plássi sum HARRIN tín Guð skal velja at staðseta navn sítt í, har skalt tú sláturofra umleypið um aftan, við niðurfaring sólarinnar, við tíðina sum tú komst fram út úr Egyptalandi.
7 Og tú skalt steikja og eta tað í tí plássi sum HARRIN Guð tín skal velja: og tú skalt snúgva um morgunin, og fara at tjøldum tínum.
8 Seks dagar skalt tú eta ósúrgað breyð: og á tí sjeynda deginum skal vera ein hátíðar-savnaður fyri HARRANUM Guði tínum: tú skalt einkið arbeiði gera harí.”
Her, í Devteronomium, síggja vit aftur, at umleypið verður sláturofrað fyrstu náttina (Devt. 16:1). Vert er at leggja til merkis, at umleypið skuldi haldast um kvøldið (v.6), ikki um sólarris (Ezekiel 8:13-16).
Í II. Krýnikubók 8:13 síggja vit, at hátíð ósúrgaðs breyðs var ein av trimum Jødiskum hátíðum, sum skuldu haldast um árið.
II. Krýnikubók 8:13: “Enntá eftir einum ávísum satsi hvønn dag, ofrandi samsvarandi við ábjóðan Móse, á sabbatunum, og á nýmánunum, og á hátíðar-festunum, tríggjar ferðir í árinum, enntá í hátíð ósúrgaðs breyðs, og í vikna-hátíðini, og í tabernakla-hátíðini.”
Nær ið enn umleypið varð hildið, so var tað altíð áðrenn dagar ósúrgaðs breyðs. Í II. Krýnikubók 30 fingu onkrir Jødar, sum ikki vóru førir fyri at halda umleypið í fyrsta mánaðinum, loyvi til at halda tað í øðrum. Men daga-tølini vórðu tey somu.
II. Krýnikubók 30:15&21: “So drópu teir umleypið á tí fjúrtanda deginum av øðrum mánaðinum: og prestarnir og Levitarnir skammaðust, og halgaðu seg sjálvar, og førdu inn brenniofrini inn í hús HARRANS.” … “Og børn Ísraels, sum vóru hjástaddir í Jerusalem, hildu hátíð ósúrgaðs breyðs í sjey dagar við miklari gleði: og Levitarnir og prestarnir prísaðu HARRANUM dag um dag, syngjandi við hørðum ljóðførum at HARRANUM.”
Ezra 6:19&22: “Og børn fangaskapsins hildu umleypið uppá hin fjúrtanda dag hins fyrsta mánaðar.” … “Og hildu hátíðina av ósúrgaðum breyði sjey dagar við gleði: tí at HARRIN hevði gjørt teir frøifullar, og vent hjarta kongsins av Assýriu at teimum, til at styrkja teirra hendur í arbeiði húsar Guðs, Ísraels Guðs.”
Vit síggja, frá at studera hvat BÍBLIAN hevur at siga viðvíkjandi hesum málevni, at raðfylgjan í tingunum er sum fylgjandi:
(1) 14. Apríl varð lambið dripið. Hetta er umleypið. Eingin hending, aftaná 14. Apríl, verður kallað umleypið.
(2) Um morgunin hin 15., byrja dagar ósúrgaðs breyðs, eisini kent sum hátíð ósúrgaðs breyðs.

Eisini má leggjast til merkis, at tá ið umleypið verður nevnt í Nýggja Testamenti, vísir tað altíð til máltíðina, sum skuldi etast um kvøldið 14. Apríl, ikki til alla vikuna. Dagar ósúrgaðs breyðs verða ONGANTÍÐ umtalaðir sum umleypið. (Minnast má til, at eingil HARRANS fór ígjøgnum Egyptaland í éini nátt, ikki sjey nætur á rað.

Lat okkum nú hyggja at Gerningum Ápostlanna 12:3-4: “Og av tí at hann sá at tað toknaði Jødunum, fór hann longur fram til at taka Pætur eisini. (Tá vóru dagar ósúrgaðs breyðs.)
4 Og tá ið hann hevði handtikið hann, setti hann hann í fongsul, og gav hann yvir til fýra fýramanna-vaktir av hermonnum at vakta hann; ætlandi eftir Páskir at føra hann fram til fólkið.”
Vers 3 vísir, at Pætur varð handtikin undir døgum ósúrgaðs breyðs (tað er 15.-21. Apríl). Bíblian sigur: “Tá vóru dagar ósúrgaðs breyðs”. Umleypið (sum altíð var 14. Apríl), var longu komið og farið. Heródes kundi ómøguliga havt meint við umleypið í síni framsøgn viðvíkjandi Páskum. Næsta umleypið var eitt heilt ár burturi! Men heidna hátíðin Páskir (Pascha) var bara nakrar fáar dagar burturi. Minst til, at Heródes var ein heiðin Rómverji, sum tilbað “himinsdrotningina”. Hann var IKKI ein Jødi. Hann hevði onga grund til at halda umleypið. Summir kundu talað fyri, at hann vildi bíða, inntil eftir umleypið, av ótta fyri at øsa Jødarnar. Men tað eru tveir ræðuligir feilir í hesum hugsanarhátti.
Fyri tað fyrsta, so varð Pætur ikki longur roknaður sum Jødi. Hann hevði frásagt Jødadómin. Jødarnir høvdu her onga grund til at øsast av gerðum Heródesar.
Fyri tað næsta, so kundi hann ikki havt bíðað inntil eftir umleypið, tí hann helt, at Jødarnir ikki vildu drepa nakran mann undir eini trúarligari hátíð. Teir drópu Jesus undir umleypinum (Matthæus 26:17-19:47). Teir vóru eisini spentir av Heródesar drápi av Jákupi. Ein og hvør veit, at eitt øst harkalið hevur serligt mót til at fremja harðskap undir trúarligum hátíðum, ikki eftir.
Tá ið vit víðari umhugsa støðu Heródesar sum Rómverji, so mugu vit minnast til, at Heródesarnir vóru væl kendir fyri at feira hátíðir (Matthæus 14:6-11). Ja, hjá Matthæus 14 síggja vit, at Heródes var enntá villigur at drepa ein Guðs mann undir einum av sínum hátíðarhaldum.
Tað er grundleggjandi at síggja, at Heródes, í Gerningum Ápostlanna 12, longu hevði handtikið Pætur undir døgum ósúrgaðs breyðs, sum er eftir umleypið. Dagar ósúrgaðs breyðs endaðu 21. Apríl. Stutt eftir tað, kom Heródesar hátíðarhald av heidnu páskunum. Heródes hevði ikki dripið Pætur undir døgum ósúrgaðs breyðs, einfaldliga av tí, at hann vildi bíða til eftir Páskir. Við tað, at tað er greitt, at bæði Jødar (Matthæus 26:17-47) og Rómverjar (Matthæus 14:6-11) ikki vildu drepa undir trúarligum hátíðarhaldi, tykist meiningin hjá Heródesi at hava verið, at hann ikki vildi lata Jødarnar eiga allan stuttleikan. Hann fór at bíða til hansara egna heidna hátíð kom, og síggja til tess, at Pætur doyði mitt í øllum tí stuttleikanum.
Soleiðis síggja vit, at tað var Guðs forsjón, sum fekk teir Andsfyltu týðararnar av okkara King James Bíbliu til RÆTT at týða “Pascha” sum “Páskir” (og tað orðið stendur av røttum bara her í allari Bíbliuni!). Tað vísti heilt víst ikki til Jødiska “umleypið”. Ja, at broytt tað til umleyp hevði at ørkymlað lesaran og gjørt sannleikan um støðuna ógreiðan.


Kapitul 3

SPURNINGUR: Eg havi hoyrt, at King James var ein sodomitur. Er tað satt?
SVAR: Nei.

FRÁGREIÐING: James kongur I av Onglandi, sum autoriseraði týðingina av kendu King James Bíbliuni, varð hildin vera ein hin besti, um ikki hin besti kongur, sum Ongland nakrantíð hevur havt.
Ígjøgnum sín vísdóm og sítt miðvísi, sameindi hann teir kríggjandi ættarbólkarnar í Skotlandi til éina sameinda tjóð, og síðan sameindi hann Ongland og Skotland, til at mynda grundleggingina av tí, sum varð kent sum Bretska heimsveldið.
Í eini tíð, har einans kirkjurnar í Onglandi høvdu Bíbliuna á Enskum, var tráanin hjá James kongi, at tað meiniga fólkið skuldi hava Bíbliuna í hondini á teirra egna máli. Og soleiðis varð tað, at í 1603 rópaði James kongur 54 av best lærdu monnum í søguni saman at fullføra hetta mikla arbeiði. Í eini tíð, har heimsins leiðarar ynsktu at halda sínar undirsáttar í andligari óvitan, bjóðaði James kongur sínum undirsáttum størstu gávu, sum hann kundi geva teimum: Teirra egna eintak av Guðs orði á Enskum.
James, sum dugdi flótandi Latín, Grikskt, og Franskt, og var lærdur í Italskum og Sponskum, skrivaði enntá eina traktat, sum varð kallað: “Mótleikur ímóti tubbakki”, sum varð skrivað, fyri at hjálpa til at bæsa nýtsluni av tubbakki í Onglandi.
Ein slíkur maður mátti vissuliga fáa sínar fíggindar. Ein slíkur maður, Anthony Weldon, mátti koyrast úr hirðini hjá kongi. Weldon svór hevnd. Tað varð ikki fyrr enn í 1650, fimm og tjúgu ár eftir deyða James, at Weldon sá sín møguleika. Hann skrivaði eitt skriv, har hann kallaði James fyri ein sodomit. Sjálvandi, tá ið James nú var deyður, kundi hann ikki verja seg.
Við tað, at enn var nóg mikið av fólki á lívi, sum vitsti, at hetta ikki var satt, varð skrivið í tað stóra og tað heila sæð burtur frá. Í veruleikanum var tað sovandi í mong ár, inntil fyri nýggjum, tá ið tað varð grivið upp av kristnum, sum vóna, at við at møguliga kunna spilla James kong út, so kunnu tey bletta Bíbliuna, sum ber hansara navn, so at Christin høvdu vent burtur frá Guðs Bók til eina meira “nútíðar týðing”.
Tó tykist tað sum um, at falska frágreiðingin hjá Weldon stórt sæð ikki verður tikin fyri fult av bróðurpartinum av Christindóminum, undantikið av teimum sum hava duldar ætlanir, so sum Weldon sjálvur eisini hevði.
Her kann eisini nevnast, at Rómverska Católska kirkjan var so sjúk eftir at halda sonnu Bíbliuna burturi úr hondunum á Enskt talandi fólkinum, at hon royndi at drepa James kong og alt parlamentið í 1605.
Í November í 1605 varð ein Rómverskur Catolikkur, nevndur Guy Fawkes, undir leiðslu av einum jesuitiskum presti, sum nevndist Henry Garnet, funnin í kjallaranum í parlamentinum við tríati og seks tunnum av krúti, sum hann ætlaði at brúka til at spreingja James kong og alt parlamentið í luftina við hin 5. November. Eftir at hava dripið kong, ætlaðu teir at fongsla børn hansara, og endurstovna Ongland sum ein stát, sum skuldi lýða pávan og drepa øll, sum stóðu ímóti. Ikki er neyðugt at siga tað, men fullkomna Enska Bíblian hevði heilt víst verið eitt av ætlaðu ofrunum. Fawkes og Garnet og átta aðrir samansvornir vórðu handtiknir og hongdir.
Tað tykist sum um at teir, sum arbeiða so hart fyri at bletta persónleika James kongs, koma upp í part við ein vanheilagan hóp.


Kapitul 6

SPURNINGUR: Stuðla ikki tey bestu handritini nýggju versjónunum?
SVAR: Nei. Tey bestu handritini stuðla Bíbliuni, Authoriseraðu Versjónini (AV).

FRÁGREIÐING: Tær nýggju versjónirnar eru stuðlaðar av umleið fimm av teimum yvir 5000 handritunum av Bíbliu tekstinum. Atfinnarar av Bíbliuni hevda, at tey handritini sum nýggju versjónirnar eru bygdar á, eru betri enn tey sum týðararnir av Authoriseraðu Verjsónini brúktu, men hetta er ikki rætt.
Tvey tey mest framtraðkandi av hesum, Vaticanus, sum er ognin hjá Rómversk Católsku kirkjuni, og Sinaiticus, eru bæði kend fyri at vera yvirsvomin við feilum. Sagt verður, at Sinaiticus hevur verðið rættað og broytt av ikki minni enn tíggju ymsum skrivarum. Í Vaticanus finst prógv um sera slapt arbeiði. Ferð eftir ferð eru orð og heilir setningar endurtikin hvørt eftir øðrum, ella fullkomiliga útilatin. Allur teksturin hevur verðið rongdur av onkrum persóni, ella persónum, sum fóru yvir hvønn bókstav við einum penni, og hava harvið gjørt skilgreiningina av bókstøvunum ómøguliga.
Bæði handritini innihalda ikki-íblástar, anti-skriftligar bøkur, sum ikki finnast í Bíbliuni.
Tað einasta, sum hesi feilfyltu, óálítandi handritini eru betri í, er tað materialið, tey eru skrivað á. Tey eru væl innbundin, og síðurnar eru ovurfínt djóraskinn. Teirra evnisliga útsjónd, mótsatt teirra virðisleysa teksti, er lokkandi fyri tað náttúrliga eygað. Men vit hava øll hoyrt orðtakið: Tú kanst ikki døma eina bók eftir permuni”. Permurnar eru vakrar, men teirra tekstir líkjast ongum.
Og kortini, hóast hesar væl kendu korruptiónir, so eru hesi bæði handritini grundarlagið fyri nýggju versjónunum, so sum NASB og NIV og ESV, sum gera hesar versjónir grundleggjandi feilandi og óálítandi.
Tey handritini, sum eru umboðað av King James Bíbliuni, hava tekst av hægstu góðsku. So vit síggja, at tey bestu handritini eru tey, sum vórðu brúkt av King James týðarunum.


Kapitul 7

SPURNINGUR: Um tað finst ein fullkomin Bíblia á Enskum, má tað so ikki eisini vera ein fullkomin Bíblia á Fronskum, Týskum, Japonskum, osfr.?
SVAR: Nei. Guð hevur altíð givið sítt orð til éitt fólk, á éinum máli, fyri at útføra éitt endamál: Umvenda heimin. Uppáhaldið, at tað má vera ein fullkomin týðing á hvørjum máli er rangt og ósambæriligt við Guðs prógvaða framgangsmáta.

FRÁGREIÐING: Henda frágreiðing kemur í trimum pørtum: Gamla Testamentið, Nýggja Testamentið, og Bíblian øll.

(1) Gamla Testamentið:
Tað er ein viðurkend staðroynd, at, við undantaki av onkrum pørtum av Ezra og Dániel, so varð Gamla Testamentið skrivað á Hebraiskum. Tað er eisini viðurkent, at tað varð Guðdómliga givið Jødunum.
Soleiðis stovnar Guð sítt arbeiðsmynstur. Hann gav sítt orð til éitt fólk á éinum tungumáli.
Guð, sum týðiliga ikki var hóttur av nútíðar lærdómi, helt seg ikki vera noyddan at veita síni orð á Egyptiskum, Kaldeiskum, Sýriskum, Ethiópiskum, ella nøkrum øðrum av teimum málunum sum vóru í brúki á jørð um tað mundið, tá ið Gamla Testamentið varð skrivað.
Gamla Testamentið varð útilokandi givið Jødunum. Tann, sum ynskti sær Guðs orð, mátti umvenda seg til Jødadómin. Ríkilig veitan varð gjørd fyri slíkum hendingum.

(2) Nýggja Testamentið:
Tað er eisini ein viðurkend staðroynd, at Nýggja Testamentið varð skrivað á Grikskum, Koine Grikskum. Aftur her, sá Harrin opinbært onga grund fyri, at íblása fullkomin upprunahandrit á øllum heimsins tungumálum, sum tá funnust.
Men hesa ferð, ístaðin fyri at geva sína Bók til eina tjóð, so sum Ísrael, so gav Guð hana til tey Christnu, sum fingu boð um at fara út at prædika gleðiboðskapin fyri øllum heiminum, (Matthæus 28:19). Hansara val av Grikskum til málið í Nýggja Testamenti var eyðsæð, í og við at tað var tað mest útbreidda málið í heininum um tað mundið.

(3) Bíblian øll:
Tað er týðiligt, at Guð nú hevði brúk fyri at fáa bæði sítt Gamla Testamenti og sítt Nýggja Testamenti sveisað saman á einum máli, sum var kent fyri øllum heiminum. Einans Enskt kann sigast vera eitt slíkt tungumál.
Enska málið hevði ment seg í nógvar øldir, inntil síðst í 1500 talinum. Um tað mundið, náddi tað eitt støði av góðsku, sum einkið tungumál á jørð nakrantíð hevur nátt. Tað tykist sum Guð gjørdi restina. Hann valdi hetta fullkomna málið til fullfíggingina av síni fullkomnu Bók.
Fyrst dekkaði Ongland, og seinni Sameindu Statirnir, allan heim, sum máttmiklastu tjóðir heims, og grundløgdu Enskt á øllum hornum heimsins sum fyrsta, ella annað mál.
Í dag mugu tjóðir, sum ikki tosa Enskt, enn læra sínar borgarar Enskt. Enntá tjóðir, sum eru illviljaðar ímóti vesturheiminum, so sum Russland og reyða Kina, mugu læra sítt handilsfólk og sítt hernaðarfólk at tosa og skriva Enskt.
Soleiðis varð tað, at hjá Guði at velja Enskt, at sameina bæði Testamenti síni í, so valdi hann tað einasta málið, sum allur heimurin fór at kenna. Júst sum hann hevur víst, í at velja bert éitt mál fyri Gamla Testamentið og bert éitt mál fyri Nýggja Testamentið, so helt hann áfram henda framgangshátt, við at sameina tey bæði Testamentini í bert éitt tungumál.
Men lat okkum ikki gloyma ta sannroynd, at saman við at velja Enska málið, so hevur Guð givið okkum boð um at útføra boðanina av gleðiboðskapinum. Hann gav okkum ikki eina fullkomna Bíbiu, til at liggja vakurt á kaffiborðinum, ella í stovuni, so at gestirnir kunnu síggja at vit eru sera trúrøkin. Hann gav okkum ikki sína Bók, hjá okkum at pressa fyrstu blómuna, vit fingu frá okkara unnustu, ella unnusta, ella at halda eina familjuskrá í. Hann gav okkum hana at lesa! Og at stinga undir armin og boða fyri óumvenda heiminum gleðitíðindini um Jesu rindan fyri okkara syndir.
Latum okkum trúliga gera tað!


Kapitul 14

SPURNINGUR: Hevdaðu týðararnir av Authoriseraðu Versjónini, at teir vóru íblástir av Guði?
SVAR: Nei. Men Bíbilskt sæð, so merkir tað ikki at teir ikki kundu vera íblástir.

FRÁGREIÐING: Menninir í týðingarnevndini av King James Bíbliuni vóru, uttan andmæling, teir mest lærdu í síni síni og dyggiliga egnaðir til tað arbeiði sum teir fóru undir. Teir vóru sum heild útgjørdir bæði bókliga, av síni víðu vitan, men eisini andliga egnaðir, av síni hollu lívsførslu.
Teirra millum vóru menn, sum akademiskt tóku ein mánað frí og brúktu tíðina at læra seg eitt nýtt mál; skrivaðu Persiska orðabók, uppfunnu serliga støddfrøðiliga strikufjøl, ein var arkitektur, ein hevði ræði á eysturlendskum málum, teir kjakaðust alment á Grikskum, lærdu Elizabeth drotning Grikskt og støddfrøði. Um ein teirra varð sagt: Hebraiskt hevði hann í fingrunum. Men høvuðkunnleiki kann vera ein banning, um hann ikki verður javnvigaður við einum brennandi, Guðrøknum hjarta.
Á hesum øki, tí andliga økinum, vóru teir langt frammanfyri mangar sum í dag vifta við sínum lærdómi, men sum tó dumpa, tá ið tað kemur til ein praktiskan, persónligan vitnisburð.
Hesin hópurin varð signaður við monnum, sum vóru kendir fyri sítt vandlæti og dugnaskap í at kjakast við og umvenda Rómverskar Catolikkar til Christ. Teir brúktu fleiri tímar, bæði í persónligari og familju andakt. Mangir gjørdu trúboðanargerning og virkaðu sum missiónsumboðsmenn hjá Elizabeth drotning. Ein livdi heilt til hundrað og eitt ára aldur. Í sínum síðstu árum, eftir at hava prædikað tveir heilar tímar fyri savnaði sínum, segði hann: “Eg vil ikki longur troyta tykkara tolmóð”, til hvat allur savnaðurin einmælt rópaði út: “ Fyri Guðs skyld halt áfram”. Síðan helt hann áfram sína upplating av Guðs orði til longdar.
Tó varð mannliga tilveran eisini teirra lutur, sum so týðiliga er opinberað í TILOGNINGAR EPISTLINUM:
“So at um, á teirri einu síðuni, vit skulu verða baktalaðir av Pávaligum Persónum her heima ella burturi, sum tí vilja útspilla okkum, av tí at vit vóru neyðars amboð at fáa Guðs heilaga Sannleika at verða enn meir og meir kendan hjá fólkinum, hvørji teir tráa enn at halda í vankunnu og myrkri; ella um, á hinari síðuni, vit skulu
verða útspiltir av sjálvsinnbillandi Brøðrum, sum renna sínar egnu vegir, og veita dáming at ongum, uttan tí sum er myndað av teim sjálvum, og smíðað á teirra ambolti;”. Kortini, hóast sínar framúrskarandi eginleikar, so hevdaðu teir aldri íblástur. (Sum, um teir høvdu gjørt tað, hevði tað gjørt spilliklútarnar fegnar, sum prógv um ein hugmóðigan anda.) Teir hevdaðu ikki eingong fullkominleika um sítt arbeiði.
Merkir hetta, at av tí at teir ikki hevdaðu at Guðs hond var við teimum í týðingararbeiðinum av Skriftini, at hann ikki kundi vera ella ikki sat í stjórn yvir teirra arbeiði? Fyri at finna svarið, mugu vit hyggja í Bíbliuna, okkara endaliga myndugleika í øllum málum um trúgv og venju.
Tá ið Jóhannes Doyparin, í Jóhannes kapitul eitt, varð spurdur av Levitunum, um hann var Elijah, (Jóh. 1:21), tá svaraði hann, at hann ikki var Elijah. Tó sigur Jesus Christus greitt, í Matthæus 11:7-14 og 17:10-13, at Jóhannes var Elijah.
Leyg Jóhannes Doyparin? Nei. Leyg Jesus Christus? Sjálvandi ikki. Svarið er einfaldliga tað, at Jóhannes var Elijah, men hann vitsti ikki av tí! Soleiðis síggja vit frá okkara Bíbilska fyridømi, at ein maður kann hava Guðs virknað ígjøgnum seg, men ikki vita av tí. Somuleiðis kundi Guð lættliga, á Guðdómligan hátt, leiða King James týðararnar, uttan teirra virknu medvitan um tað.


Kapitul 4

SPURNINGUR: Finnast ikki forn orð í Bíbliuni, og tørvar okkum ikki eina nútíðar týðing, fyri at sleppa av við tey?
SVAR: Ja og nei. Ja, tað finnast forn orð í Bíbliuni, men nei, okkum tørvar ikki eina nútíðar týðing fyri at sleppa av við tey.

FRÁGREIÐING: At tað finnast forn orð í Bíbliuni er satt. Eitt fornt orð er eitt orð, sum ikki longur verður nýtt í dagligari talu og hevur verðið skift út við eitt annað. Eitt gott dømi um eitt fornt Enskt orð finst í I. Corinth 10:25
“Whatsoever is sold in the shambles, that eat, asking no question for conscience sake:”
Orðið shambles er fornt. Tað hevur verðið skift út í vanligari talu við orðið “market place”. Vit kunnu vissuliga vera vís í, at shambles var eitt meira beinrakið orð at lýsa forna marknaðin, og mangar út um heimin í dag. (shambles = hurlivasi). Kortini er tað farið úr vanligari nýtslu fyri ein marknað.
Jamen, skuldu vit so ikki givið út eina nýggja týðing, sum fjernar “shambles” og setur ístaðin tað meira vanliga orðið “market place”?
Nei. Tað, sum vit eiga at gera, er venda okkum til Bíbliuna, okkara hægsta myndugleika í øllum málum um trúgv og venju, og vita hvat Bíbilsk venja er viðvíkjandi fornum orðum. Tí at vissuliga vilja vit, sum trúgva á eina fullkomna Bíbliu, fylgja Bíbliunnar venju viðvíkjandi fornum orðum.
Tá ið vit søkja í skriftini, finna vit ta Bíbilsku venjuna, hvussu ein fer við fornum orðum, í I. Sámuel 9:1-11: “NÚ, tað var ein maður av Benjamin, hvørs navn var Kisj, sonur Abiels, sonar Zerors, sonar Bechoraths, sonar Aphiah, ein Benjamiti, ein mektigur veldismaður.
2 Og hann hevði ein son, hvørs navn var Saul, ein úrvals ungur maður, og ein frálíkur: og tað var ikki Ísraels barna millum ein frálíkari persónur enn hann: frá sínum akslum og uppeftir var hann hægri enn nakar av fólkinum.
3 Og asnarnir hjá Kisj, faðir Sauls, vóru burturvilstir. Og Kisj segði til Sauls, sonar síns, Tak nú ein av tænarunum við tær, og reis teg, far og leita eftir asnunum.
4 Og hann fór um Ephraim fjall, og fór ígjøgnum land Sjalisja, men teir funnu teir ikki: tá fóru teir ígjøgnum land Sjalims, og har vóru teir ikki: og hann fór ígjøgnum land Benjamitanna, men teir funnu teir ikki.
5 Og tá ið teir vóru komnir til land Zuphs, segði Saul til tænara síns, sum var við honum, Kom, og latum okkum venda aftur; at ikki faðir mín fari frá at hava umsorgan fyri asnunum, og stúri fyri okkum.
6 Og hann segði við hann, Sí nú, tað er í hesum staðinum ein Guðs maður, og hann er ein ærumikil maður; alt, sum hann sigur, ber vissuliga á: nú, latum okkum fara hagar; vera má, at hann kann sýna okkum veg okkara, sum vit skuldu farið.
7 Tá segði Saul til tænara síns, Men sí, um vit fari, hvat skulu vit bera manninum? tí at breyðið er brúkt í ílátum okkara, og til er ikki ein gáva at føra til Guðs mansins: hvat hava vit?
8 Og tænarin svaraði Sauli aftur, og segði, Sí, eg havi her við hond fjórðingspartin av einum sjekli av silvuri: tað vil eg geva til Guðs mansins, at siga okkum veg okkara.
9 (Áðurfyrr í Ísrael, tá ið ein maður fór at fregnast av Guði, svá talaði hann, Kom, og lat okkum fara til síggjarans: tí at hann, sum nú verður kallaður ein Prophetur, varð áðurfyrr kallaður ein Síggjari.)
10 Tá segði Saul til tænara síns, Væl sagt; kom, latum okkum fara. So teir fóru at staðinum, har Guðs maðurin var.
11 Og sum teir fóru niðan heyggin til staðarins, funnu teir ungar moyggjar, farandi út at draga vatn, og søgdu við tær, Er síggjarin her?”

Her, í fyrstu ellivu versunum í I. Sámuel 9, verða vit ikki einans møtt við einum fornum orði, men við Bíbliunnar egna máta at handfara tað.
Vit síggja Saul og ein av tænarum faðirs hansara, sum leita eftir asnunum, sum vóru rýmdir (I. Sámuel 9:1-5). Teir gera av, at fara at hitta Sámuel síggjara og biðja um hansara hjálp at finna asnarnar (v. 6-8).
Í vers 11 renna vit okkum í eitt orð, sum tá var vorðið fornt. Men, áðrenn tað hendir, setur Guð klombur í frásøgnina (vers 9), fyri at greiða okkum frá um tað forna orðið. Legg til merkis, at vers 9 sigur, at “hann, sum nú verður kallaður ein Prophetur, varð áðurfyrr kallaður ein Síggjari”. Soleiðis síggja vit, at ímillum ta tíð, sum henda hending fór fram og ta tíð sum hendingin varð Guðdómliga skrásett, varð orðið “síggjari” farið úr vanligari nýtslu, fyri at verða skift út við “prophetur”. “Síggjari” var nú vorðið fornt.
Men, hygg nú væl at vers 11, har tað forna orðið tó verður brúkt.
“Og sum teir fóru niðan heyggin til staðarins, funnu teir ungar moyggjar, farandi út at draga vatn, og søgdu við tær, Er síggjarin her?”
Vinarliga legg til merkis, at versið heldur fast við tað útgingna orðið “síggjari”. Tað stendur ikki: “Er propheturin her?”
Soleiðis síggja vit, at Guð sjálvur, ígjøgnum Guðdómliga íblástur Halga Andans, brúkti vers 9 til at greiða frá um tað komandi forna orðið, men broytti ikki heilaga tekstin!
So at vit síggja, at Bíbilska venjan fyri hvussu man ber seg at í støðum so sum vit finna í I. Cor 10:25, tá ið vit prædika, er at siga við savnaðin nakað í henda rætning: “Tað, sum áðurfyrr æt “shambles”, verður nú kallað “marketplace”. Men vit eiga at lata tað forna orðið standa í tekstinum. Hetta er tað, sum Guð gjørdi! Víst fara vit syndarar ikki at koma fram við einum betri máta at handfara forn orð enn Guð.
So at svarið til spurningin er: “Ja, tað finnast forn orð í Bíbliuni, men nei, okkum tørvar ikki eina nútíðar týðing fyri at sleppa av við tey. Guð broytti ikki sína Bók. Hann vil vissuliga ikki, at vit gera tað heldur.


Onnur tíðindi