FKJ húsmøti, 6. Oktober 2018



 

GUÐ LÝGUR IKKI
– so hvør er faðirin at Alexandrisku bíbliuni?

Innleiðandi tekstir:
Nummur 23:19
Titus 1:2
Jóh. 8:44
I. Cor. 14:33


1) Hebr. 3:15—17
Vóru tað allir, sum komu út úr Egyptalandi við Mósesi, sum tirraðu?
(GG: summir stendur beint áðrenn, í v. 16!)
Prógv tekstir: Devteronomion 1:29-30; & 29:2


2) Markus 1:2—3
í prophetunum (KJB/FKJ), mótsatt: hjá Esaiasi profeti (V.D & J.D.)
Vers 2 endurgevur Malachi 3:1, og vers 3 endurgevur Esaiah 40:3


3) II. Sámuel 21:19
Dávid drap Goliath (KJB/FKJ), mótsatt: Elhanan drap Goliath (V.D & J.D.)
Prógv tekstir: I. Krýn. 20:5; & I. Sám. 17:48—50 & v.4


4) Jóh. 7:6-9
eg fari ikki niðan enn til hesa hátíðina (KJB/FKJ), mótsatt: eg fari ikki niðan til hesa hátíðina ( J.D.)
Prógv tekstur: Jóh. 7:10


5) Matthæus 5:22
hvørsumhelst ið er vreiður við bróður sín uttan grund … (KJB/FKJ), mótsatt: hvør, ið er vreiður við bróður sín … (J.D.)
“uttan grund” eitur “eike” á Grikskum.
Uttan grund finst í:
Irenæus & Origen uml. 200 e.Ch.,
Gomlu Latínsku versjónini,
Gomlu Sýriakk versjónini,
Gotisku,
Diatessaron frá 180 e.Ch.,
øllum uncialum (hondskrift) uttan tveimum,
Armensku versjónini,
Sýrisku versjónini,
Latínsku versjónini.

Prógv tekstir: Markus 3:5; & Jóhannes 2:13—17


6) Opinberingin 22:18-19
lívsins bók (KJB/FKJ); mótsatt: lívsins træ (V.D. & J.D.)
Prógv tekstir: Malachi 2:8—12; & Sí Matthæus 1:11 og Jeremiah 36:1 & 36:20—2.
(Jehoiakims navn er lopið um og útilatið í ættarskrá Jesu Christs, tí Jehoiakim brendi Guðs orð. Jechonias var sonur Jehoiakims, men Jehoiakim stendur IKKI nevndur!. Guð tók hansara navn út úr síni Bók (lívsins bók), av tí at hann virdi ikki Guðs orð.)


7) I. Pætur 1:23
Guðs orð … sum verður um ævir (KJB/FKJ); mótsatt: Guðs orð … sum varir (V.D. & J.D.)
Prógv tekstir: Psálmur 12:6—7 & 119:160; & Matthæus 24:35


8) Hebr. 10:12
Eitt sláturoffur um ævir (KJB/FKJ); mótsatt: settist niður um ævir? (V.D. & J.D.)
Prógv tekstir: Hebr. 9:7; 9:12; 9:26; 9:28; 10:10; 10:14


Niðurstøða:
—Hvør Bíblia sigur satt: KJB/FKJ, ella V.D./J.D.?
—Kunnu báðar vera Guðs orð, tá ið onnur lýgur (og tað fleiri ferðir)?
—Kann Guð, sum ikki lýgur, hava íblást eina lúgvandi bók?

…………………….

—Phillip Schaff, týðari NASB, misti røddina meira og meira frá 1854 til 1890.
—Kenneth Taylor, týðari Living Bible, misti taluførleikan.

HARRIN skal skera av allar smikrandi varrar, og tunguna sum talar hugmóðig ting:
Psálmur 12:3

Lat hinar lúgvandi varrar verða teptar; sum tala hervilig ting hugmóðiga og vanvirðisliga ímóti tí rættvísa.
Psálmur 31:18

…………………….

AMEN!

Onnur tíðindi