1: TVÆR LINJUR AV HANDRITUM
Í dag hoyra vit mangan tosað um “eldri” og “meiri álítandi” handrit, men vit hoyra ikki nógv um upprunan til hesi handrit. Tað er ein væl prógvað sannroynd, at tað finnast einans tvær linjur av bíblium: tann eina úr Antiochiu í Sýriu (kend sum tann Sýriska, ella Byzantiska tekst týpan), og hin kemur úr Alexandriu í Egyptalandi (kend sum tann Egyptiska, ella Hesykniska tekst týpan). Sýriski teksturin úr Antiochiu er fleirtals teksturin, frá hvørjum okkara elskaða King James 1611 kemur, og tann Egyptiski teksturin er minniluta teksturin, frá hvørjum tær nýggju perversjónirnar koma. (Gloym Róm og hennara vestara tekst, tí hon fekk síni manuskriptir úr Alexandriu í Egyptalandi.)
Legg til merkis, hvussu ringan vitnisburð Halgi Andin, gjøgnum skriftina, gevur um Egyptaland og Alexandriu:
- Egyptaland verður fyrstu ferð nevnt í sambandi við, tá ið Ábram ikki leit á Egyptar viðvíkjandi ektakonu síni.
(Genesis 12:10-13) - Ein av teim klárastu prophetisku myndunum uppá Christus í Bíbliuni, varð seldur júst til Egyptalands sum trælur.
(Genesis 37:36) - Jóseph vildi ikki at bein hansara vórðu eftirlatin í Egyptalandi.
(Genesis 50:25) - Guð drap allar hinar fyrstuføddu hjá Egyptum.
(Exodus 12:12) - Guð kallar Egyptaland fyri Trældómshúsið.
(Exodus 20:2) - Guð kallar Egyptaland fyri Jarn bræðsluovnin.
(Devteronomion 4:20) - Kongar Ísraels fingu noktað av Guði at fáa sær hestar úr Egyptalandi
(Devteronomion 17:16)
So hví kuldu vit leitað hagar eftir eini bíbliu? - Jødarnir fingu noktað at søkja sær hjálp úr Egyptalandi
(Jeremiah 42:13-19)
So hví skuldu vit fingið ófrelstar “egyptar” at týða korrupt Egyptisk manuskriptir fyri okkum? - Guð ætlar at revsa Egyptaland.
(Jeremiah 46:25) - Guð kallar Son sín út úr Egyptalandi (Hós. 11:1; Matth. 2:15), eins væl og hann leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi at tæna sær í oyðimørkini.
(Exodus øll) - Egyptaland verður flokkað saman við Sodomu.
(Opb. 11:8) - Fyrstu ferð, Alexandria verður nevnt í Bíbliuni, er tað í sambandi við vantrúgvandi fólk, atsókn, og til endans deyða hins fyrsta martýrs: Stephans.
(Gern. Áp. 6:9 & 7:54-60) - Aðru ferð, ið Alexandria verður nevnt, snýr tað seg um ein villfarnan prædikumann, sum mátti verða rættleiddur í Guðslæru síni.
(Gern. Áp. 18:24-26) - Tvær tær síðstu ferðirnar, ið vit lesa um Alexandriu, er í Gern. Áp. 27:6 og 28:11. Her síggja vit, at Paulus varð sigldur til deyða sín í Róm av tveimum skipum úr Alexandriu.
- Alexandria var tann næststørsti býurin í Rómverska ríkinum, Róm verandi hin størsti. Býurin varð grundlagdur í 332 f. Chr. av Alexanderi Mikla (ein mynd uppá anti-christ í Dániel kap. 8). Staðsettur við Níláar-ósan, var Alexandria staðurin, har viti Pharaos stóð, eitt av “hinum sjey undrum” hins forna heims. Alexandria hýsti eisini gudspekiskúlanum, sum einaferð varð leiddur av stóra trúvillinginum Adamantiusi Origeni (185-254 e. Chr.), sum var høvuðs drívmegin aftanfyri avskeplingarnar í Alexandriska tekstinum.
SPURNINGUR: Í ljósinum av, hvat Guðs orð sjálvt sigur um sokallaðan hægri kunnleika og heimspeki (I. Cor, 1:22; Róm 1:22; Gen. 3:5; Col. 2:8; I. Cor. 8:1), hví skuldi nakar veruligur Christin væntað at funnið hitt sanna Guðs orð í Alexandriskum handritum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
Leggið til merkis, at BÁÐAR hīnar Føroysku “bíbliurnar” eru týddar eftir Alexandriskum handritum, ikki eftir teirri VERULIGU BÍBLIUNI, henni úr Antiochiu, sum Católska skøkjan hevur ligið eftir og brent í 1700 ár!!
2: ANTIOCHIU-LINJAN — GUÐS VARÐVEITTA BÍBLIA
Handritini úr Antiochiu vórðu fyri tað mesta avskrivað av sonnum Bíbliu-trúgvandi Christnum, sum høvdu til endamáls at vinna sálir og at breiða út Guðs orð. Sigur tað tær ikki okkurt? (Um ikki, so er ivasamt, um tú ert frelstur!).
…………….
Legg til merkis, hvussu góðan vitnisburð skriftin sjálv gevur Antiochiu:
- Fyrstu ferð, hesin staður verður nevndur, síggja vit, at Antiochia er heimstaður hjá einum Ands-fyltum dekni (Gern. Áp. 6:3-5). Heldur tú tað vera bert av tilvild, at Halgi Andin fyrstu ferð nevnir Antiochiu í hinum sama kapitli, sum hann fyrstu ferð nevnir Alexandriu?
- Í Gern. Áp. 11:19 er Antiochia eitt skjól hjá atsøktum heilagum.
- Tann fyrsta stóra rørslan av Halga Andanum millum heidninganna fer fram í Antiochiu (Gern. Áp. 11:20-21).
- Paulus og Barnabas lærdu Bíbliuna í Antiochiu í eitt heilt ár (Gern. Áp. 11:26).
- Lærusveinarnir vórðu kallaðir Christnir fyrst í Antiochiu (Gern. Áp. 11:26).
- Kirkjan í Antiochiu sendir neyðhjálp til hinna fátæku í Jerusalem (Gern. Áp. 11:27-30).
- Hin fyrsta missiónsferðin verður send út frá Antiochiu (Gern. 13:1-3).
- Antiochia varð verandi høvuðsstøðin hjá frumkirkjuni (Gern. Áp. 14:19-26; 15:35).
- Avgerðin hjá ráðinum í Jerusalem varð fyrst send til Antiochiu (Gern. Áp. 15:19-23; 30), av tí at Antiochia var heimstaðurin.
- Antiochia var staðurin, har Paulus rættaði uppá læruna hjá Pæturi (Gal. 2:11). Grundlagdur í 300 f. Chr. av Selevcusi Nicatori, var Antiochia triðstørsti býurin í hinum Romverska ríki. Staðsettur í Sýriu, umleið tríati kilometrar inni í landinum inn frá Miðjarðarhavinum við Orontes ánna, hevði Antiochia sína egnu sævarhavn og sín ríkliga lut av ferðamonnum og handilsmonnum. Í markleysa vísdómi sínum, hevði Guð valt fullkomna heimstaðin hjá hinum fyrstu christnu. Antiochia var nóg langt burturi frá mentanini og siðunum hjá jødunum (Jerusalem og Judæu) og heidningunum (Rom, Grikkalandi, Alexandriu osv.) til tess at nýggj Christin kundu vaksa í Harranum. Samtíðis var landafrøðiliga staðsetingin fullkomin til tess at bera út orð Guðs út í allan heimin haðani. So vinur, valið er títt. Tú kanst fáa tær tína “bíbliu” úr Alexandriu, ella tú kanst velja Hina Heilagu Bíbliuna úr Antiochiu. Hevur tú eina King James Heilaga Bíbliu, so er tín Bíblia útilokandi grundað á handritini úr Antiochiu, sum eru rein, tí tey eru handfarin av endurføddum frelstum. Hevur tú eina av hesum nýggju perversjónunum, so ert tú eitt av teim mongu vanlukkuligu ofrunum hjá sølumonnum Satans úr Alexandriu í Egyptalandi, Rom, og endatíðarinnar pengagrísku Laodiceansku fráfalnu kettarum USA v.m.
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
3: SINAITICUS OG VATICANUS – TANN KORRUPTA ALEXANDRISKA TEKST-LINJAN
Tá ið onkur rættar uppá King James Bíbliuna við “meiri álítandi keldum”, ella “eldri handritum”, vísa teir vanliga til Sinaiticus ella Vaticanus á onkun hátt. Hesi eru tvey sera korrupt uncial-handrit úr fjórðu øld, sum verða bókstavliga tilbiðin av nútíðarinnar “lærdu”. Hesi eru tey handrit, ið Westcott og Hort fyrst og fremst brúktu, tá ið teir samansnikkaðu sín Grikska tekst frá 1851 til 1871, og á hvønn tær nýggju týðingarnar verða grundaðar.
Vaticanus (B) er hitt mest tilbidna. Hetta handritið varð alment skrásett í Vaticaninum í 1475, og er ogn hjá Vaticanum, avgudinum, sjálvasta Pontiffinum, anti-christi, enn í dag. Sinaiticus (Aleph) varð funnið í eini skrellispann við St. Catherine Klostrið á Sinai fjalli av Tischendorf greiva, einum týskum “lærdum”, í árinum 1844. Bæði B og Aleph eru Romversk Católsk handrit. Minst til tess!
Tú vilt kanska eisini gera teg kunnan við eftirfylgjandi sannroyndir:
- Bæði handritini innihalda Apokryphurnar sum part av Gamla Testamenti.
- Tischendorf, hvør hevði sæð bæði handritini, trúði, at tey vóru skrivað av sama manni, møguliga av Evsebiusi úr Cæsareu (260-340 e.Chr.).
- Vaticanus var King James týðarunum tøkt, men Guð gav teimum nóg mikið skil til als ikki at taka tað uppá ráð í arbeiðinum.
- Vaticanus útiletur 1. Mós. 1:1–46:28; Psálm. 106-138; Matth. 16:2-3; Rom. 16:24; 1. Tim. t.o.v. Titus, alla Opinberingsbókina, og sera merkiliga, so endar hon við Hebr. 9:14. (Um tú ert kunnugur við Hebrearabrævið kapitul 10, so veitst tú hví. Sí t.d. Hebr. 10:12; éitt sláturoffur fyri synd um ævir. Católska skøkjan lærir, at hennara prestar ofra eitt óblóðugt offur fyri synd, áframhaldandi.)
- Meðan tað leggur Barnabas Epistilin og Seyðamannin Hermas afturat Nýggja Testamentinum, útiletur Sinaiticus Jóh. 5:4; 8:1-11; Matth. 16:2-3; Mark. 16:9-20; Gern. Ap. 8:37; og 1. Jóh. 5:7 (so bert nøkur dømir eru nevnd).
- Hildið verður, at Sinaiticus hevur verðið broytt av so mongum sum tíggju ymiskum monnum. Haravleiðandi er tað eitt sára vánaligt arbeiði (hvat trúliga er orsøkin fyri, hví tað varð funnið í eini skrellispann). Mangir avskrivingarfeilir, so sum vantandi orð og endurtiknir setningar, eru at finna allan vegin ígjøgnum tað.
- Erasmus frá Rotterdam (1469-1536), hvør gjørdi heimsins fyrsta prentaða Grikska Nýggja Testamenti, bert útfrá reinum keldum, havnaði fullkomiliga lesiháttunum hjá Vaticanus og Sinaiticus.
- Vaticanus og Sinaiticus eru ikki bert ósamd við “Majoritets Tekstin”, frá hvørjum KJB kom, tey eru eisini ymisk hvørt frá øðrum. Í teim fýra evangeliunum aleina eru tey ymisk í fleiri enn 3000 støðum.
- Tá ið onkur sigur, at B og Aleph eru tey elstu handritini, so lýgur hann. Tað finnast mangar sýriskar og latínskar týðingar frá so langt afturi sum AÐRU ØLD, sum eru samd við King James lesiháttirnar. Til dømis finnast Pasjitta (145 e. Chr.), hitt gamla “Syriac” (400 e. Chr.), sum bæði innihalda sterkan stuðul fyri King James lesiháttunum. Tað finnast umleið fimti varðveidd eintøk av gomlu latínsku týðingini frá umleið 157 e. Chr., sum er meira enn tvey hundrað ár áðrenn Jerome varð “passandi” kosin av djórinum í Rom at “endurskoða” hana. Ulfilas útarbeiddi eina Gotiska útgávu fyri Evropu í 330 e. Chr., sum samsvarar við KJB. Av Armenisku Bíbliuni, sum varð týdd av Mesrob umleið ár 400, og er samd við King James Bíbliuna, finnast fleiri enn 1200 varðveitt eintøk. Sinaiticus og Vaticanus eru týðiliga IKKI tey elstu og bestu handritini.
Týtt úr bókini “Fighting Back”,“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.” Eftir James L. Melton.
4: WESTCOTT OG HORT
Brooke Foss Westcott (1825-1901) og Fenton John Anthony Hort (1825-1892) vóru teir báðir Ensku “lærdu”, sum framleiddu tann korrupta Grikska tekstin undirliggjandi allar nútíðarligar bíbliu-perVersjónir. Yvirráðandi ávirkanin hjá hesum báðum monnunum á endurskoðanarnevndina, 1871-1881, er grundin til ta korruptión, sum vit hava í dag í nútíðarligum umsetingum øllum.
(Um tú heldur, at “New King James” bíblian (NKJV) er ein røtt King James Bíblia (KJV), so hygg at NKJV traktatini undir “pdf slóðir”, og tú vilt heilt víst síggja øðrvísi uppá tað aftaná).
Bíbliutrúgvandi eiga at hava nøkur ting í huga, tá ið tosað verður um hesar báðar menninar.
………….
Eftirfylgjandi upplýsingar eru væl prógvaðir í bókini “Final Authority” eftir William Grady, og í “New Age Bible Versions” eftir Riplinger.
- Tilsamans útgera “The Life and Letters of Brooke Foss Westcott” og ” The Life and Letters of Fenton John Anthony Hort” yvir 1800 síður. Ein persónligur frelsuvitnisburður verður ongantíð givin av hvørgum teirra, og Jesu navn er at finna einans níggju ferðir!!!
- Westcott var garvaður Mariu tilbiðari, og Hort helt fast við, at Mariu tilbiðjan hevði nógv til felags við Jesus tilbiðjan.
- Hort trúði á at halda fast við católsk sakramentir.
- Hort trúði á endurføðing við nýføðingaásletting, eins og lært verður í católsku kirkjuni. (og í Føroysku Fólkakirkjuni.) Hetta er fullkomiliga óbíbilskt!
- Hort noktaði fyri ófeilbærleika skriftarinnar.
- Hort hevði stóran áhuga fyri verkum Charles Darwins, meðan bæði hann og Westcott noktaðu bókstavligu frásøgn skapanarsøgu Bíbliunnar.
- Westcott trúði ikki á aðru komu Christs, túsundáraríkið, ella ein veruligan himmal.
- Báðir noktaðu fyri læruni um eitt veruligt helviti, og teir stuðlaðu undir bønir fyri teimum deyðu í skerseldinum. (sum er Apocryphisk og católsk falslæra av allar dimmastu sort).
- Hort noktaði at trúgva á tríeindina.
- Hort noktaði at trúgva á einglar.
- Westcott váttaði, at hann var ein kommunistur av náttúru; (kommunisma krevur altíð ateismu).
- Hort váttaði, at hann hataði demokrati í øllum sínum formum.
- Westcott læt ikki ølið Bert tólv ár eftir at teirra sokallaða “Endurskoðaða Versjón” varð útgivin, var Westcott talsmaður fyri brygging.
- Meðan teir arbeiddu uppá sín grikska tekst (1851-1871), og meðan teir arbeiddu saman við endurskoðanarnevndini uppá “Endurskoðaðu Versjónina” (1871-1881), hildu Westcott og Hort samfelag við “tølandi andar og Guðslærur av djevlum” (I. Tim. 4:1). Báðir høvdu teir stóran áhuga fyri okkultismu og okkultum klubbum. Teir stovnaðu “The Hermes Club” í 1845, “The Ghostly Guild” í 1851, og Hort gjørdist limur í loyniligum klubba, sum kallaði seg “Apostlarnir” sama árið. Teir stovnaðu eisini “The Eranus Club” í 1872. Hetta vóru spiritistiskir bólkar, har íðkaðar vórðu slíkar óbíbilskar andstygdir sum at samskifta við hini deyðu.
- Grikski teksturin hjá Westcott og Hort varð LOYNILIGA avhandaður endurskoðanarnevndini. (Les Jóh. 18:20 til samanburðar.)
- Limirnir í endurskoðanarnevndini av 1881 vórðu svornir til eitt loynidómslyfti í sambandi við tann nýggja grikska tekstin, sum varð brúktur, og teir møttust loyniliga í tíggju ár.
- Korrupti grikski teksturin hjá Westcott og Hort varð ikki latin almenninginum fyrr enn einans fimm dagar undan frumroyndini av Endurskoðaðu Versjónini. Hetta skuldi forða fyri, at Bíbliutrúgvandi lærdir, eins og Dean Burgon, skuldu kunnað sæð tað og avdúkað tað fyri tað stykkið humbukk, sum tað var (og framvegis ER).
SPURNINGUR: Ljóðar hetta sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá Djevlinum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
Útfrá omanfyristandandi, er hetta okkara niðurstøða:
Westcott & Hort, tit kunnu hava ein lort. Vit kenna tykkara sort, og tað er so moyrt, — ikki haldgott grundarlag at standa á — bert Egyptiskur sandur. Tað grundarlag, tit løgdu, avskriva vit sum eitt verk av satan, tilsaman við øllum tí sum er ein sjonglering og víðari bronglan av tí tit byrjaðu uppá, so sum Nestle, Dynamic Equivilancy týðingarháttarlag Eugene Nida, UBS sum føroyska bíbliufelagið er okað saman við, og alt hitt nútíðar Egypt-Alexandriska svassið. Vit tveita tað alt í skrell, og standa líka fast plantaðir á Guðs klett — Textus Receptus og King James Bíbliuna, óvikaðir av tykkum; sum um tit aldri høvdu verið til.
5: UM KING JAMES TÝÐARARNAR
Í mótsetningi til Westcott & Hort og R.V. nevndina, so fór James kongur ígjøgnum íðuligar royndir at verja 1611 týðingina frá feilum. Legg til merkis fylgjandi:
- Í 1604 kunngjørdi James kongur, at 54 lærdir í Hebraiskum og Grikskum høvdu verðið útnevndir at týða nýggja Bíbliu til tað Enskt talandi fólkið. Talið varð minkað til 47, tá ið arbeiðið alment byrjaði í 1607.
- Heldur enn at arbeiða saman allir á einum staði, vórðu hesir menn deildir sundur í seks atskildar bólkar, sum arbeiddu á trimum atskildum støðum. Tveir bólkar vóru í Westminster, tveir í Oxford, og tveir í Cambridge.
- Hvørjum bólki varð givið eitt úrvalt stykki av skriftini at týða.
- Hvør lærdur gjørdi sína egnu týðing av eini bók, og læt tað síðan víðari at verða endurskoðað av hvørjum limi í sínum bólki.
- Allur bólkurin gjøgnumgekk síðan bókina saman.
- Tá ið ēin bólkur var liðugur við eina bók í Bíbliuni, sendu teir hana at verða endurskoðaða av hīnum fimm bólkunum.
- Øll ivasom týðing varð sett merki við, og varð síðan send aftur til upprunaliga bólkin til umhugsanar.
- Serstøk nevnd varð gjørd, við at velja ēin leiðara úr hvørjum bólki. Henda nevnd útarbeiddi allar munirnar, sum eftir vóru, og legði fram eitt liðugt eintak til prentararnar í 1611.
- Hetta merkir, at King James Bíblian mátti fara ígjøgnum í minsta lagi FJÚRTAN kanningar, áðrenn hon fór til prentingar.
- Ígjøgnum alla hesa mannagongdina varð ēin og hvør lærdur einstaklingur í landinum heittur á, fyri at geva sína metan, og kirkjurnar vórðu hildnar kunnugar við gongdina.
SPURNINGUR: Ljóðar HETTA sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá djevlinum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.