FKJ er farin til prentingar. Nú lesi eg aðru útgávu av FKJ N.T. inn, síðan G.T.

Havi lisið evangeliini sambært Matthæusi og Markusi og Lukasi inn.

Siti og lesi ein tíma um dagin.
Viðhvørt mugu kapitlar lesast umaftur; viðhvørt fleiri ferðir.
FKJ er farin til prentingar hjá prentara í Norður Amerika, og fóru teir í gongd beinanvegin at gera prentplátur. Heilaga Bíblian verður øll prentað, G.T og N.T., í einum bindi. Bókin verður seymað. Helvtin verður við onkrari leður permu, og helvtin við harðari permu. Eg fái 20.000 eintøk, ókeypis, og verða tey givin til øll hús og einstaklingar púra ókeypis, um Harrin vil og vit liva (og um burturrykkingin ikki er hend). Bíbliurnar verða hesa ferð seymaðar og væl innbundnar, munandi betri enn seinast. Tøkk og lov og ævigt rungandi prís til Harran, sum hevur latið alt ganga so væl sum hetta. Hetta havi eg biðið um síðstu átta árini. Bíblian verður enntá prentað hjá tí prentaranum, sum eg havi biðið Harra váran Jesus Christ lata prenta hana. Eg havi einkið sagt við nakran, men Charles, mín kontakt maður í Amerika, segði við meg, at hesin ávísi prentarin vildi prenta Føroysku King James Bíbliuna. Alt ókeypis, tí tey hava ein grunn har yviri, sum helst mong lata stórar og lítlar gávur í. Eg standi púra undrandi yvir alt, sum Harrin hevur gjørt, og ger.
Rættlesingin av FKJ gekk væl. Mín Guð-givni rættlesari gjørdi sítt arbeiði ovurhonds væl, har hann til síðst gjørdi eisini brúk av serligum forriti, sum flokkar orð sundur, vísti talið á orðum, saman við tilsvarandi tali á sama orði í ensku King James. Eg má siga, at eg siti við eini sera góðari kenslu í búkinum um heildar úrslitið. Siti bara og takki og takki og takki Harranum.
Lost for words; .. but have fully found God’s words.

Onnur tíðindi