Falskir ápostlar eru skridnir inn í tær flestu hægstu støðurnar í meinigheitunum í dag; og tey DISKUTERA alt á heimsins vísi á panelfundum við ófrelstum, við ONGARI BÍBLIU

1
2
3
4
5
6
7
 13  Tí slíkir eru falskir apostlar,
svikafullir verkamenn, umbroytandi
seg sjálvar yvir í apostlar
Christs.
 14  Og eingin undran: tí Satan
sjálvur umbroytist yvir í ein ljóseingil.
 15  Tessvegna er tað eingin mikil
lutur um tænarar hansara eisini
verði umbroyttir sum tænararnir
av rættvísi; hvørs endi skal verða
samsvarandi verkum teirra.
( II. Cor. 11:13-15  FKJ )
 11  Um nakar maður tali, lat hann
tala sum oraklar Guðs;
( I. Pæt. 4:11  FKJ )
Sum oraklar Guðs, – IKKI sum heimurin dikterar á onkrum kavheidnum skúla, um hvussu t.d. familjan skal vera og stýrast. Christin hava EINKIÐ at gera við at vera “socialráðuppgevarar” eftir dagsins mynstri og tankagangi, tí tað er so ANTI-CHRISTILIGT, sum tað KANN VERA, og um man stendur og lærir onnur anti-Christilig ting í Jesu navni (sum ein, sum øll halda vera ein Christin), so er man ein herviligur villleiðari og mótstøðumaður av sannleikanum: ein falskur ápostul, ein svikafullur verkamaður; hvørt man er her heima, í Afrika, í Danmark, ella hvarsumhelst, man vil fara.
Fleirtalið hevur IKKI rætt.
Dagsins tilstandur og lógir hava IKKI rætt.
Heilaga Bíblian hevur ALTÍÐ rætt.
Tí at har talar GUÐ.
P.S. “Landsfjósið” er bara fyri at lýsa eitt poeng. Síggj kýr fyri tær, ikki gravkýr.
Onnur tíðindi