Fákunnugliga er annað, meiri, og øðrvísi, enn fákunnuliga



(Tekstur: Gern. Áp. 17:22-23 FKJ)

Fákunnugliga er annað, meiri, og øðrvísi, enn fákunnuliga.

Orðaliðurin ug hevur sama málsliga týdning sum ig, og ber boð um eginleika hjá tí, sum orðið verður brúkt um. Tí er ein fákunnugur maður ein, sum hevur tann eginleika, (at tað er nakað sum eyðkennir hann sum heild), at hann einkið veit. Fákunnur maður veit einkið, men nýtist ikki hava tað sum eginleika; nei, hann veit bara einkið.

Orðið ignorant er negativt og niðursetandi á Enskum. At kalla ein ignorant, er álvarsamt, hugstoytandi, og uppmerksemisvekjandi, tí tað lýsir eginleikan hjá tí, sum tað verður brúkt um, og at hann má broyta henda eginleika, henda hugburð, og hesa støðu. Paulus sigur annars eisini við Athen menn beint áðrenn, í vers 22, at teir vóru “ov pátrúnir”, sum eisini er átalandi, hugstoytandi, og niðursetandi. Niðursetandi siga vit, men hjá Paulusi at siga tað, var bara at staðfesta sannleikan; nakað, sum fólk í dag ikki orka at hugsa so nógv um. So í sama spori sum tað fyrra, at teir vóru “ov pátrúnir”, meti eg tað vera rætt at siga, at teir vóru fákunnugir, ikki bara fákunnir; tí at tilbiðja avgudar var, er, og verður altíð ein andstyggilig synd, og skal á ongan hátt berast í bøtuflaka fyri, pudrast, ella lifrast fyri, men eigur heldur at gangast beint í hólmgongu ímóti, avdúkast, og tveitast út — høvd og hala. Meðan man avdúkar syndina er man ikki mjúkur, men tað er man tá ið man sýnir fólki Guðs miskunn og náði í Syni hansara Jesusi Christi.

Sprotin ger fákunnugur og fákunnur eins, so hasum gras-stráinum loyva vit ikki at læra okkum Føroyskt mál. Gras dugir jú ikki til annað enn til krýatúr, sum ikki hugsa serliga nógv sjálv. Har út fylgi eg ikki meginstreyminum. Annars takk. Luftar man hesum fyri fólki sum heild, fara øll at tosa um, at Sprotin sigur so og so, uttan at hugsa nakaðsumhelst sjálv.

Dahl og Victor pudra “ov pátrúnir” til at vera “ógvuliga gudrøknir”, tí teir ríða á hasum slímsliga positivistiska tíðaranda endatíðarinnar, sum í grundini er humanisma. Tí skilja teir eiheldur orðið “fákunnugir”. Kanska tí at teir, og allir teirra avleggar, vóru og eru ikki bara fákunnir, men enntá fákunnugir. Teir mugu so bara skavast í sínum Alexandriska sandi. Geri meg ikki klókan uppá teir. Vit halda okkum áfram til Guðs orð einans, standa áfram á Guðs kletti.

Eitt dømi um, at ig og ug parturin sigur hvussu okkurt er, er orðið syndigur. Ein, sum er syndigur, er ikki bara fullur í synd; — synd er hansara náttúra. Har má ein kollveltandi umbroyting henda, hann má verða føddur av nýggjum. Inntil tá er hann syndigur, og einkið annað enn syndigur, og tað má sigast, viðurkennast, og so má Jesus sleppa framat at gera sítt undurfulla verk, so at tú verður ein heilagur.

Onnur tíðindi