Eg tilogni hetta innslagið til ein ávísan Guðsspottandi, lodnan, falslærandi, devulfyltan apunkatt inni í Gøtu:
Darwinisma er eitt ÆVINTÝR: Einaferð fyri langari, langari tíð síðani, lang, langt burturi, var tað …
HELVITIS LYGN!!! (Bóksavliga)
Einkið prógv!
Ikki eingong frá “serfrøðingunum”.
Kukk í høvdinum býtt.
– ÓFATILIGT, at fólk kunnu “trúgva uppá seg sjálvan“, at tey kunnu “skapa” ditt og skapa datt, men at tey ikki VILJA trúgva uppá, at Guð hevur skapað alheimin; og so trúgva ÆVINTÝRUM í staðin, og kalla tað “vísind”.
Darwinisma KANN IKKI prógvast, men má trúgvast. Well, EG trúgvi GUÐI, og hansara orði: HEILAGU BÍBLIUNI, KING JAMES.
Eg haldi meg til sannleikan: GENESIS kapitul 1 og 2. Tað er BOTNURIN undir Bíbliuni. Og hann heldur.
Tú KANST IKKI skræða fyrstu 11 kapitlarnar burtur úr GENESIS, og so trúgva restini so nøkurlunda, og vera ein sannur Christin.
Annaðhvørt er ALT Guðs orð 100% satt og álítandi, og Guð meinar ALT, sum hann sigur, og akkurát tað, hann sigur, – ella kann man blaka tað alt í skrell, og fara og flóta sum ein blást apa í G-strongi inni á gøtusandi.
Eg trúgvi GUÐI; at HANN gav sítt orð, og at hann ikki lýgur.
Í vón um ævigt lív, hvørt Guð,
sum kann ikki ljúgva, fyrijáttaði
áður enn verøldin byrjaði;
( Titus 1:2 FKJ )
JESUS CHRISTUS siteraði MÓSEBØKURNAR tríggjar ferðir yvirfyri DEVLINUM (sí Matthæus kapitul 4:1-11 í FKJ, sjálvandi), tá ið hasin grønslímuti lortendin kom at freista hann. EINGIN devulfyltur apukattur kemur at skræða GUÐSTRÚNNA út úr hjartanum á Føroyinginum meðan eg livi.
Mín Harri og Frelsari, JESUS CHRISTUS, trúði skapanarfrásøgn (ikki søgu) Heilagu Bíbliunnar; hann segði:
Og hann svaraði og segði við
teir, Hava tit ikki lisið, at hann
sum gjørdi tey við byrjanina, gjørdi
tey kall og kallinnu,
( Matthæus. 17:4 FKJ )
EINKIÐ Darwinsnosshøvd kemur at skræða mína Bíbil sundur og tøla meg við sær niður í helviti. Heldur ikki mítt fólk. Hann kann VENDA SÆR UM, ella bara sjálvur fara í helviti. (Jamen, har fer hann jú, um hann ikki VENDIR UM. Av Guðs fólki eru slíkir so sanniliga ikki. Ikki av Guði heldur, men av SATAN.)
– Far heim og les tína Bíbil!