Trúgv ikki mammon-sleikjandi, altíð-eftir-illum-andum-leitandi, slím-spýggjandi, í endaleysar banar út-úr-hvør-øðrum-illar-andar-rekandi Hagen-indiararunum. Tað pakkið er langt síðani farið útav. Tíverri. Tey trúðu lygnini hjá orminum í Eden. Líka langt úti sum Mormonarar, sum siga at Guð var einaferð maður, og at vit kunnu blíva Guð, við at vera gudrøkin osv. Kanska er grundin fyri, at tey spýggja upp illar andar eftir at tey siga seg vera blivin frelst júst tann, at tey læra ringastu satanisku ranglærur ið hugsast kunnu: at tey eru gudar, veruliga, og at Jesus doyði andaliga og gjørdist illur andi í helviti, og varð síðani endurføddur. Hesar ranglærur eru líka langt úti sum nakað, tú kanst fiska upp úr runudíkinum hjá jehova vitnum, ella mormonarum, ella scientology, ella moonies. Ein kult og onnur. Tað er altso tilfellið. Einkið við nakra smørmjúka rødd, ella tannpastasmíl
at gera. Tað hevur við LÆRUNA at gera. Og so siga hasar smílandi nissurnar, at læru skal man ikki tosa um, vit skulu bara “elska” hvønn annan, øll, og opinbart eisini Satan. Hatta er ein RÆÐULIG villleiðing. Fái ikki sagt tað nóg kraftiga. Og so eru tey so fitt og blíð. Tað eru mormonarnir óivað eisini. Tað ger teir tó ikki til Guðs børn. Falslæra ger ein og hvønn til ein ræðuligan kettara og villleiðara, óansæð pátikið smør og kroyst smíl.