Eru teir, ið skilja seg burturúr einum savnaði, altíð og harvið falslærarar, og ikki í Christi; ella er tað ikki líka ofta øvugt?



Ikki vóru Luther, Knox, Wesley, ella Booth, falslærandi kloddar, sum ikki hoyrdu til Christi likam; nei, sannleikin fór út við teimum, og Christi likam føddist fram og vaks fram við teirra tænastu. Sjálvt tey deyðu, sum sótu eftir, vórðu ríkað av teirra tænastu, um ikki tey, so teirra avkom. Guð letur ikki nakrar steinrunnar Pharisearar blomba Guðs meinigheit og halda alt bundið í lygn; tá ið hann letur upp, kann eingin maður lata aftur.

Eg veit verk tíni: sí, eg havi sett frammanfyri tær einar opnar dyr, og eingin maður kann lata tær aftur: tí at tú hevurt lítla styrki, og hevurt varðveitt orð mítt, og hevurt ikki avnoktað navn mítt.
(Opb. 3:8 FKJ)


Martin Luther

Skotski oxin: John Knox.

Onnur tíðindi