Ert tú ein carismatikari? So treingir tú nú til at byrja at støðufesta teg í heilnæmari Guðslæru sum ongantíð fyrr, um tú vilt verða standandi

Villleiðingin í dag er sera sniðfundig, og við øgiligari kraft:

II. Thess. kapitul 2:

NÚ, vit bøna tykkum, brøður,
við komu várs Harra Jesu
Christs, og við savning okkara
saman at honum,
2 At tit verði ikki skjótt skakaðir
í sinni, ella verði órógvaðir,
hvørki við anda, ella við orði, ella
við brævi sum frá okkum, sum at
dagur Christs er fyri hond.
3 Latið ongan mann villleiða
tykkum við nøkrum midlum: tí
tann dagur skal ikki koma, uttan
tað komi eitt fráfall fyrst, og hasin
maður av synd verði opinberaður,
glatanar-sonurin;
4 Hvør stendur ímót og hevjar
seg sjálvan uppum alt sum verður
kallað Guð, ella sum verður
tilbiðið; so at hann sum Guð situr
í templi Guðs, lýsandi seg sjálvan
at hann er Guð.
5 Minnast tit ikki, at, tá ið eg var
enn hjá tykkum, eg segði tykkum
hesar lutir?
6 Og nú vita tit hvat heldur
aftur at hann mátti verðið opinberaður
í tíð síni.
7 Tí misgerðar-loyndardómurin
virkar longu: einans hann hvør
nú heldur aftur vil halda aftur,
inntil hann verði beindur burtur
av veginum.
8 Og tá skal hasin Vondi verða
opinberaður, hvønn Harrin skal
upptæra við anda munns síns, og
skal oyðileggja við bjartleikanum
av komu síni:
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir
virkan Satans við allari kraft og
tekinum og ljúgvandi undurum,
10 Og við øllum villleiðiligleika
av órættvísi í teimum sum glatast;
av tí at teir móttóku ikki kærleikan
til sannleikans
, at teir máttu verðið
frelstir.

11 Og fyri hesa grund skal Guð
senda teimum kraftmikla villu, at
teir skuldu trúgva eini lygn:
12 At teir allir máttu verða
heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum,
men høvdu hugnað í
órættvísi
. (anussuttar og tess verjar)
13 Men vit eru bundnir til tess
at veita tøkkir altíð til Guðs fyri
tykkum, háttelskaðu brøður av
Harranum, av tí at Guð hevur frá
byrjanini útvalt tykkum til frelsu
gjøgnum halgan Andans og trúgv
sannleikans:
14 At hvørjum hann kallaði
tykkum við gleðiboðskapi okkara,
til lutanina av dýrd várs Harra
Jesu Christs.
15 Tessvegna, brøður, standið
fastir, og haldið tær siðvenjur
sum tit hava verið lærdir, hvørt
við orði, ella epistli okkara.
16 Nú, Harri vár Jesus Christus
sjálvur, og Guð, enntá Faðir vár,
sum hevur elskað oss, og hevur
givið okkum ævigt-varandi troyst
og góða vón gjøgn náði,
17 Uggi hjørtu tykkara, og
grundfesti tykkum í hvørjum
góðum orði og verki.

Stóli ALDRI uppá NAKRAN, sum sigur: Legg hasa Bíbliuna frá tær; – vit hava Heilaga Andan. Tað havi eg BARA hoyrt ímillum carismatikarar, og nú fúka teir um koll, vindriknir, druknir (av hordómsvíni skøkjunnar) og blindir.

N.B.
Legg til merkis, at búmerkið á vegginum aftanfyri Kenneth Dopeland er trý 6 tøl, sum koma saman, altso eitt samansett 666 merki.
Jamen, ein ANNAR GLEÐIBOÐSKAPUR gevur ein annan Jesus, og ein annan anda.

Paulus ávarar okkum í II. Cor. 11:3-4:

Men eg kvíði fyri, bara ikki við
nøkrum midlum, eins og høggormurin
tøldi Evu gjøgnum sniðfundni
sína, soleiðis sinni tykkara
skuldu verðið spilt frá einfaldleikanum
sum er í Christi
.
Tí um hann sum kemur
prædikar ein annan Jesus, hvønn
vit hava ikki prædikað, ella
um tit móttaka ein annan anda, hvønn
tit hava ikki móttikið, ella ein
annan gleðiboðskap
, hvørjum tit
hava ikki tikið ímót, tit máttu væl
borið
yvir við honum.

Onnur tíðindi