45 ¶ Aftur, kongadømi himins
 er líkt einum keypmanni, sóknandi
 eftir vøkrum perlum:
  46  Hvør, tá ið hann hevði
 funnið eina perlu av miklum
 virði, fór og seldi alt sum hann
 	hevði, og keypti hana.
 ( Matthæus 13:45-46 FKJ )
Eg trúgvi, Harrin gevur okkum tað, vit hava brúk fyri, í røttum tíma; men inni í myndini er eisini, at hann gevur okkum frælsi til at velja og handla sjálv. Hann ger ikki tingini fyri okkum. Hann hevur ikki gjørt okkum sum robottar, ella ætlað okkum at vera trælir.
Men sjálvsøkin bøn verður eisini sjáldan svarað, um nakrantíð.
Jákob sigur soleiðis í almenna brævi sínum, fjórða kapitli:
 HVAÐANFRÁ koma orrustur
 og bardagar tykkara millum?
 koma tey ikki haðan, enntá
 frá girndum tykkara sum kríggjast
 í limum tykkara?
  2  Tit girnast, og hava ikki : tit
 drepa, og tráa at hava, og kunnu
 ikki lutast : tit berjast og kríggjast,
 tó hava tit ikki, av tí at tit biðja
 ikki um.
  3  Tit biðja um, og móttaka ikki, av
 	tí at tit órætt biðja um, at tit mega
 	upptæra tað uppá girndir tykkara.
  4  Tykkara horkallar og horinnur,
 vita tit ikki at vinskapur heimsins
 er fíggindskapur hjá Guði?
 hvørsumhelst tessvegna ið vil vera
 vinur heimsins er fíggindi Guðs.
 ( Jákob 4:1-4 FKJ )
Sí vers 3: Tit biðja um, og móttaka ikki, av tí at tit órætt biðja um, at tit mega upptæra tað uppá girndir tykkara.
Trúgvi Harrin svarar ikki materialistiskum, sjálvsóknum bønum. Guð gevur okkum dagligt breyð, klædnað uppá kroppin, og okkurt at búgva í, og fyri tað eiga vit at vera glað og takksom. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð, biðja vit í Faðir Vár.
Eisini lesa vit hesi avsvirrandi orð Guðs í I. Tim. 6:
  5  Rangvørgir orðadráttir av
 monnum av spiltum hugum, og
 eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
 at vinningur er gudiligleiki :
 frá slíkum hav teg undan.
  6  Men gudiligleiki við nøgdsemi
 	er mikil vinningur.
  7  Tí vit førdu einkið inn í henda
 heim, og tað er víst vit kunnu bera
 einkið út.
  8  Og havandi mat og klæði latum
 	okkum vera nøgdir harvið.
  9  Men teir sum vilja verða ríkir
 falla inn í freisting og snerru,
 og inn í mangar fávitskutar og
 skaðiligar girndir, hvørjar søkkja
 menn í oyðilegging og glatan.
  10  Tí peninga-alskurin er rót
 	als ils: sum meðan summir girnaðust
 eftir, teir eru farnir skeivir frá
 	trúnni, og hava gatað seg sjálvar
 ígjøgnum við mongum sorgum.
Ja, henda samtíð er ógudilig. Hon hevur vent sær frá hinum livandi Guði til mammon.
Í veruleikanum eiga vit ikki RÆTT til egið hús, konu og bilar og hvat veit eg. Tað er ein gáva. Eg eigi hvørki hús, ella konu. Eg leigi eina pinkulítla smáttu. Konurnar eru rýmdar, bæði tann fyrra og tann seinna. Men eg eri ovurríkur: eg eigi Jesus! Eg eigi / havi nærveru Halga Andans! Tað er satt og ævigt ríkidømi.
 Jamen, lovar Guð okkum ikki, at um vit søkja kongadømi Guðs og rættvísi hans, so skulu allir hinir lutir verða lagdir afturat okkum?
 Jú, men hitt umframt meinast ikki við yvirflóð, men tað, sum vit dagliga hava brúk fyri.
 Íðan, manglar tær nakað?
 Eg má siga, at eg havi mat, klædnað, og hús at búgva í.  Men eg EIGI so gott sum einkið.
 Men hví skal eg endiliga EIGA nakað?
 Hví skuldi eg klagað?
Eisini eigur man at lesa stykkið alt í síni heild. Tað ljóðar soleiðis:
  31  Tessvegna stúrið einkið, sigandi,
 Hvat skulu vit eta? ella,
 Hvat skulu vit drekka? ella, Við
 hvørjum skulu vit verða klødd?
  32  (Tí eftir øllum hesum lutum
 søkja Heidningarnir 🙂 tí himinski
 	Faðir tykkara veit at tit hava tørv
 	á øllum hesum lutum.
  33  Men søkið tit fyrst kongadømi
 Guðs, og rættvísi hans; og
 allir hesir lutir skulu verða lagdir
 afturat tykkum.
 ( Matthæus 6:31-33)
 Heidnir menn tráa heimin!
 	Christnir menn tráa Christ og himin.
 Teir lutir, Harrin lovar at leggja afturat okkum, eru ikki eitt ríkmanshús, tríggir bilar, kampingvogn, og ein stuttleikabát; nei, hann lovar tær dagligt breyð og okkurt uppá kroppin.
 (Ríkmanshúsið fært tú í himni, sí Jóh 14:2 í FKJ)
So takk Guð fyri bakaran og Blákrossbúðina! (Har fært tú buksir fyri 30,-)
Vit eiga ikki at klaga, men heldur at takka, tí at Guð hevur so sanniliga givið og gevur okkum so ríviligani av síni rundhondaðu hond; ja, enntá so ovurhondsliga mikið, men vær megum vinna oss eygu til tess at sjá tað, og elska Guðs orð, sum á Føroyskum er Føroyska King James. Far tessvegna og setst og les bókina úr permu í permu, við Harrans signing, opinbering, og hans Halgu Ond.
Guðs BÓK rokni eg líka dýrabæra sum Jesus sjálvan, og andskræmiligu avlagingarnar av tí líka andstyggiligar sum Satan sjálvan. Hvar eru tygum staddur við atliti til tess? Hmm?
Hann, sum frammanundan hevur nokk til lívsins uppihald og neyðugu tarvir lívsins, og sum í navninum av kristindómi brúkar alla sína trá, alla sína biðjing, allan sín alv til bert at økja um sína yvirflóð, meðan hann vanrøkir tey, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin, og ger einkið við neyð hinna fátøku, man hann fara at fáa meir enn tað, hann her á jørð fekk skavað sær saman? Man nøkur løn bíða honum í himni?
Lat Guðs orð geva tær sítt svar:
  11  Tí annan grundvøll kann
 eingin maður leggja enn ið er
 lagdur, sum er Jesus Christus.
  12  Nú, um nakar maður byggi
 uppá henda grundvøll gull, silvur,
 dýrabærar steinar, træ, hoyggj,
 hálm;
  13  Hvørs mans verk skal verða
 gjørt eyðsýnt : tí dagurin skal klárleggja
 tað, av tí at hann skal verða
 opinberaður við eldi; og eldurin
 skal royna hvørs mans verk av
 	hvørjum slagi tað er.
  14  Um verk nakars mans verði
 verandi sum hann hevur bygt haruppá, hann skal móttaka eitt
 endurgjald.
  15  Um verk nakars mans skal
 verða brent, hann skal líða tap:
 men sjálvur hann skal verða
 frelstur; tó sum við eldi.
 ( I. Cor. 3:11-15 FKJ )
Svar: Bygdi ein uppá grundvøllin gull, silvur, dýrabærar steinar, træ, hoyggj, hálm, so skal verk hansara verða brent upp; men er hann frelstur, so kemur hann til himins, men løn hansara verður uppbrend.
Hvat slag er títt verk? Tað er, Hvat er títt hjartans motiv? Tænir tú Guði, ella tær sjálvum? Ver nú erligur.
Harrin signi teg til at velja seg, hina dýrabæru perlu, fyri hvør hann er, ikki fyri hvat hann kann geva tær, – og siga takk fyri klædnað, skjól, og dagligt breyð!
Sjúrður.
				
	