Eitt seks ár seinkað svar til Gjaranes


Kæri Gjaranes.

Til er ikki EITTANS Bíblia. Til eru TVINNAR Bíbliur. Onnur úr Antiochiu/Byzantium, sum er tann rætta, Guðs Bók; hin úr Alexandriu, Egyptalandi, sum er korrupterað av Origen, Clement, Philo & kompaní. HANA hava Victor og Dahl givið tykkum.

Nú hava vit givið tær og øllum hinum ta røttu, Guðs Bók. Hon síðustillast fult og heilt við King James Authorised Version, Luthers Heilige Schrift frá 1545, Kong Christian hins VI. Bibelen frá 1740, Íslendsku Guðsbrands Biblíuna frá 1584, og hinar Reformatións Bíbliurnar, sum allar standa á sama grundarlagi (undantikið católska Douay Rheims!). Hetta frøast vit almikið yvir.

Teir “lærdu”, sum tosa um “elstu handritini”, lifra allir fyri trimum korruptum, Alexandriskum, gnostiskum handritum, t.e. alexandrinus, sinaiticus, og vaticanus. Tey eru handrit úr 4. øld, sum eru enn inntakt, tí tey vórðu skrivað á DJÓRASKINN; sum IKKI merkir, at tey eru best og rættast. Handrit úr Alexandriu skýggjaðu ALLIR reformatións Bíbliu týðararnir, og teir 5 menn (Erasmus, Stephanus, Colonneus, Beza, og Elzevir), sum gjørdu reformatións Grikska tekstin, sum kallast Textus Receptus. Innan tann tekstin hevur tú 5700 handrit og vitnir, og har er einleikin ímillum 97 og 99%. Tað er klettur Guðs orðs!. Innan Alexandriska tekstin hevur tú tilsamans 44 handrit og vitnir, og har er einleikin EINANS ímillum 70 og 85%!!!. Tað kallar man ikki haldgott grundarlag, nei, tað er Egyptiskur sandur.

Guð lovaði í Psálmi 12:6-7 (KJB/FKJ) og Matthæus 24:35 at varðveita síni orð. HANN HEVUR IKKI BRÚKT GNOSTIKARAR í Egyptalandi at gera tað. Hann hevur brúkt sítt frelsta fólk upp ígjøgnum øldirnar, sum hava trúliga avskrivað hans orð á forgongiligt papyrus. Orð hans sigur: Grasið visnar, blóman følnar: men orð Guðs várs skal standa um ævir (Esaiah 40:8 FKJ). Papyrus er gjørt úr grasi, og hevur stutta livitíð, men Guðs orð hvørvur ikki við tí; nei, orð Guðs várs eru ongantíð horvin, tí at GUÐ hevur varðveitt tey.

Eg fylgi ikki teimum sjálvklóku kloddum, sum skavast í Egyptalandi eftir Guðs orði. Tað EINASTA teir hava givið, síðan alexandriski gnostiski teksturin varð endurlívgaður í 1881, er eitt VIRVAR av mótstríðandi perVersjónum, har lesihættirnir verða ONGANTÍÐ endaliga avgjørdir, og lesarin endaleyst stendur á kyksendi. Guðs tekstur varð endaliga avgjørdur í 1611, og verður brúktur enn út um allan heim, úr Florida til India, úr Føroyum til Ghana. (Nú hava vit hin skíra tekstin enntá á Føroyskum). Kirkju bíbliuna og Babsa bíbliuna nerta vit ikki, uttan tá ið vit vilja avdúka teirra grellu feilir, sum vit allar vita hvar teir eru.

Seint, men sikkurt,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.


Onnur tíðindi