Eitt neyðarróp, sent sovandi NEBO á Toftum


Hey.

Eg hugdi eitt sindur eftir einum møti hjá tykkum í gjárskvøldi, har ein maður tosaði um, at sonur hansara hevði skorið sítt Guð-givna kynsgøgn undan sær. Tað er syrgiligt fyri pápan, at sonur hansara skal vera leiddur so langt út av Satans lygn. Halda tit í elstaráðnum (sum allir eiga at vera menn, og hirðin, sum eigur at vera ektamaðurin hjá éinari ektakonu), at hetta var eitt passandi evni at tala um á einum møti, og tað bara útfrá menniskjansligum kenslum, og heilt uttan Guðs orð?

Altso, eitt fólk, sum føðist við mannligum kynsgøgni, hevur XY kromosom, hann er altso skaptur av Guði sum drongur, og um hann so verður ørkymlaður og sker undan sær, so er og verður hann ein drongur. Tí nú, tá hann hevur skorið undan sær, spælir hann ein hon, og fer at fara við monnum, og tað verður altso einkið annað enn MAÐUR VIÐ MANNI, sum er SODOMUSYND.

Tit hava altso brúk fyri at taka ein alvorligan elstaráðsfund (and I don’t mean “stýrisfund”). Um tit ynskja tað, kann eg koma forbí at geva tykkum eitt sindur av skili í bollan. Eg ivist onga løtu í, at tit vitstu, hvør støðan hjá hasum manninum, sum talaði, er. Hann skuldi ikki verðið biðin at tala; tað er greitt.

Tað, sum nú er hent, er at meinigheitin er vorðin opnað fyri LGBT, og heldur, at fólk, sum siga seg vera “samkynd” ikki kunnu gera við tað, og “vit mugu elska tey sum tey eru”, og at tað er allur sannleikin. Soleiðis brúkar Satan ein falskan kærleika, at fáa fólk at góðtaka lygn og ramastu SYND!. Sannleikin er, at eingin er føddur samkyndur, og eingin er eingong “samkyndur”. Samkyndur er eitt spildurnýtt orð. Í gamlari tíð æt tað “sodomitur”, t.e., ein, sum livdi í somu SYND sum tey gjørdu í Sodomu: Maður við manni osv.

Rómverjabrævið 1:26-27 lærir okkum, at tey fara sjálv frá tí náttúrliga umganginum yvir í hin ónáttúrliga umgangin. Tað er eitt val, tey gera í sínum sinni. Hatta er fullkomiliga óforsvarligt, og hatta er synd. Ein drongur, sum heldur seg vera genta, er bara ørkymlaður í sinninum, púrt einkið annað. Sker hann undan sær, og fer at mála seg sum konufólk, so er tað bara syrgiligt, tragiskt, men kromosomini verða ALTÍÐ XY, og drongurin er og verður ein drongur. Hann er “ikki bara øðrvísi”, nei, hann hevur trúð eini LYGN um seg sjálvan.

ALT hetta LGBT svansið, sum gongur fyri seg í dag, er SATANISKT tvørturígjøgn. Illir andar teska í sinnið á fólki, og serliga børnum, at tey eru hitt kynið. Jamen, tað eru tey so barasta slett ikki!!!

Tit krevja at stramma tykkum upp alvorliga, ella verður NEBO eitt villfaringarsentur um stutta tíð, yvirsvomið við sodomu-andum og sodomittum.

Eitt neyðarróp. Vaknið!

Av sonnum kærleika, í Christi Jesusi,
Sjúrður Højgaard.


P.S. Fyri fólki, sum trýr lygn, ljóðar sannleikin sum hatur. Í endatíðini koma vit at verða sett føst, fyri at siga tað vera synd, sum Guðs orð sigur vera synd.

Know ye not that the unrighteous shall not inherit the kingdom of God? Be not deceived: neither fornicators, nor idolaters, nor adulterers, nor effeminate, nor abusers of themselves with mankind,
(I. Cor. 6:9 KJV)



Onnur tíðindi