Hey Sjúrður.
Takk Guð fyri, at tú boðar knívskarpt Guðs orð ófortynt. Hart tiltrongt í okkara syndigu kirkjum í dag.
Eri eisini uppvaksin í Heimamissiónini sum tú. Minnist hesar brennandi eldru menninar, sum boðaðu umvendilsi frá synd, himmal og helviti, hvørja ferð teir vitnaðu.
Søkti eisini sum tú til tað meira karismatiska, tí tað manglaði nakað í Heimamissiónini og bleiv seinni vaksindoypt.
Má siga, at eg og maður mín hava í fleiri ár hildið, at okkurt var galið í hesum karismatisku kirkjunum, vit gingu í. Hetta seinasta árið er tað vorðið so klokkuklárt, hvat tað er, sum er galið: Tað verður slett ikki boðað umvendilsi frá synd. Kirkjan er ein kraftleysur psykologiskur hyggeklubbur, livir sum verðin, øll bara steinandlit.
Vit hava funnið útav, at man skal fáa undirvísing sjálvandi úr Bíbliuni og annars alla aðrastaðni enn kirkjuni, td. YouTube, teir gomlu prætikumenninir, og so tú.
Má Guð vælsigna títt verk.
Bestu heilsanir ( ), Danmark.