… og “tolsemi” kemur hann ikki langt við innan kongadømis Guðs, tí nú fer fólk Guðs at vakna og fáa síggjandi eygu. Tekur hann “tolsemi” í sín munn, so hevur hann longu avdúkað fyri Guðs fólki, at hann er ein svikaprophetur upp úr avgrundarbrunninum, – ein breyðprophetur, sum tænir statinum og globaliserings-agendaini hjá ES, sum er so anti-christilig, sum tað letur seg gera at vera.
– Tit Luthersku prestar: Boðið lóg og náði.
Lógin: Tey 10 boðini, sum kolldøma kjøtliga sjálvrættvísi.
Náðin: Fullgjørda verk Jesu Christs á Golgata krossi, einasta leið til frelsu, sum lógin er okkara skúlameistari til.
( sí Gal. 3:24 FKJ ).
( sí Gal. 3:24 FKJ ).
Bispur: Ger so væl og vaska “tolsemi” av tínum sleiska munni, gevst og spæl stuttligur fyri hesum bersyndiga fólkinum á synergi og kom aftur til Guðs orð. Sum nú er ert tú ein SVIKAPROPHETUR undir Satans anda!
– Fyri “tolsemi” fært tú 68.000 um mánaðin, manntokka og helviti.
– Fyri at boða lóg og náði sum frelstur prestur, so sum Luther, fært tú lívsins krúnu, Guðs tokka og himinin í arv.
P.S. Hvat bleiv av góðu, gomlu Luthers katekismus?
Les serliga uppá sjeynda boð, í sínum víðasta skilningi.
24 ¶ Eingin maður kann tæna
tveim meistarum: tí annaðhvørt
vil hann hata tann eina, og elska
hin; ella annars vil hann halda
seg afturat tí eina, og vanvirða
hin. Tit kunnu ikki tæna Guði og
mammon.
( Matth. 6:24 FKJ )
“Tolsemi” er aðal-vápin Devulsins og presta hans: keyptir fyri 68.000 um mánaðin av danska ríkinum, ásamt ES. Einkið við Guð at gera.
Í vesið við ES
Á bláman við Obáma,
– við steini um beinið.
Hvat er størsta villleiðingin higartil í 21. øld?
– Tolsemi –
– Tolsemi –
sum skreið sær upp í 2004,
upp ígjøgnum hálsin á bispi.
TOLSEMI, – tín lygn,
TIL HIMINS HEVURT TÚ LYFT TEG UPP
TIL HELVITIS SKALT TÚ VERÐA STOYTT NIÐUR!