Einans tríggjar grundir fyri uppafturgiftu 4



Heilaga Bíblian (King James) gevur einans tríggjar grundir fyri uppafturgiftu, og tær mugu skilgreinast og upplatast við at samanbera skrift við skrift, so at avsnittini ikki tileinkiðsgera hvørt annað, men finna sítt rætta pláss í mun til hvørt annað.

Grundirnar eru:
1: Deyði (Róm. 7:1—2)
2: Siðloysi (har tú sjálvandi ert tann óseki) (Matth. 19:9)
3: Frárýming (men har siðloysi finnur stað) (I. Cor. 7:27—28, smb. v/v.11)

Annars, um rýmdi makin er vantrúgvandi, ert tú ikki undir trældómi í slíkum førum, sum í konteksti má merkja, at tú ert leysur at fáa tær annan maka, uttan mun til, um tann rýmdi fær sær annan maka, ella ikki; sí I. Corinth. 7:15.

(Er rýmdi makin trúgvandi, so er støðan er onnur. Tá skal rýmda kvendið sleppa sær aftur til ektamann sín, men hevur hon verið við øðrum, sum er siðloysi, kann hann gott nokta at taka hana aftur, og bara biðja hana fara til allar sínar alskarar. Men, hevur hon ongan annan havt, og kemur aftur til trúgvandi ektamann sín, so skal hann nokk taka ímóti henni, tí tað er tá tað einasta rætta, tí tá er hon jú enn kona hansara. Sært tú, hevur hon havt aðrar, síðan hon rýmdi og skildi seg frá honum, so er hon í veruleikanum ikki kona hansara. So hví skuldi hann tikið hana aftur? Tað hevði verið sum at byrja heilt av nýggjum. Og hvør trúgvandi maður vil giftast fyri aðru ferð við eini sáttmálaslítandi heks og teys? Nei tú, konufólkið krevur alvorliga at taka seg saman í dag. Tað vil eg bara siga.)

Hetta er altso Guðs orðs meiningar um hesar lutir. Traditión og prestameiningar halda vit — nú sum altíð — fullkomiliga uttanfyri. Eingin maður rísur uppum Guðs orð.


Sum enn mín sál søkir, men eg finni ikki: ein mann millum túsund havi eg funnið; men eina kvinnu millum alra teirra havi eg ikki funnið.
(Prædikarin 7:28)


TEIR siga, Um ein maður koyri burt sína ektakonu, og hon fari frá honum, og gerist annars mans, skal hann venda aftur at henni aftur? skal ikki tað land verða stórliga óreinkað? men tú hevurt spælt skøkjan við mongum elskarum; tó vend aftur til mín, sigur HARRIN.
(Jeremiah 3:1)

Onnur tíðindi