Ein viðmerking send til Heina Gaard, sum hann brúkar til eina grein til Kristeligt Dagblad

Eg havi bara talað so sum Guðs orð talar. Eg havi ikki hótt við nøkrum harðskapi yvirhøvur. Ávaringin, sum passar so væl til støðuna sum hond inn í handska, er sera hørð og skakandi og tað av so púrasta røttum, tí tá ið synd og fráfall verður LÆRT av teimum, sum skulu eitast fyri at umboða Jesus Christ, eru tað dýpdir Satans, sum ganga fyri seg.
Allir prikkarnir, sum Jesus sjálvur gevur í brævi sínum til kirkjuna í Thýatiru í Opinberingini kapitul 2 passa til støðuna, ikki bara í Fuglafjarðar kirkju, men eisini í mongum øðrum kirkjum við.
Ávaringin var orðini hjá Jesusi Christi sjálvum og hon skuldi ljóða.
Eins og apostlarnir og reformatørarnir, so prædiki, skrivi og tali eg so sum Guðs orð talar, uttanfyri so væl sum innanfyri rima.
At átala andstygdir og syndir er ikki vanærisligt, men tað einasta rætta at gera til eina og hvørja tíð: serliga tá ið tær gera seg klárar til at ganga fyri seg í Guðs navni.
Flestu prestarnir í dag eru FÓLKSINS og STATSINS tænarar, aldeilis ikki GUÐS tænarar. Fólkakirkjurnar krevja alvorliga at stramma seg upp í mun til Guðs æviga orð, annars verður ljósastakin fluttur.
Homofili er ein ræðulig synd, eisini í dag. Romverjabrævið kapitul 1 ramsar ta lesbisku og homoseksuellu syndina upp við øðrum syndum, sum tað stendur um, at tey sum gera slíkt, eru verdig til deyða. Og Guð drepur tey: homoseksuell í San Fransisku liva í meðal 40 ár stytri enn hini, og enn í dag hava teir ikki funnið nakað andevni ímóti AIDS. Fólk sjálvi velja at fara frá tí náttúrliga umganginum yvir í hatta ónáttúrliga. 
Og somuleiðis eisini menninir,
farandi frá hinum náttúrliga
brúkinum av kvinnuni, brendu
í girnd síni hvør ímóti øðrum;
menn við monnum virkandi tað
sum er ósømiligt, og móttakandi
í sær sjálvum tað viðurlag villu
sínar sum var hóskiligt.
( Rom. 1:27)

P.S.
Nei, tað verður seinur dagur, at Vaticanið, New World Order, Føroya Løgting, rættarskipan Dana, ella hasir anti-christiligu, sosialistisku, marxistisku, blóðtyrstu føroysku fjølmiðlarnir koma at diktera nakaðsumhelst yvir míni trúgv, ella boðanini av henni, á netinum, ella aðrastaðni. Fyrr skal eg bæði í fongsul og doyggja.
Sodomi er og verður SYND, fullkomiliga óansæð hvat verðslig vøld siga, ella lata vera við at siga.

Sjúrður Højgaard.

Mynd: Guð brennur Sodomu og Gomorrhu við svávuli, sum regnaði av himni, (av tí at teirra syndamát var fult).

Onnur tíðindi