Eg ætlaði at leggja stílin um, men tað verður av ongum. Eg føli meg ikki hava syndað; føli meg heldur gera synd, tá ið eg bakki aftur. Veit, at eg havi sagt satt og rætt, og tað má eg bara liva og doyggja við; og onnur bara finna útav sær. Havi eg gjørt synd í bara at kunngera tykkum eyðsædda sannleikan um tykkara hykl, skitt, og synd, má so Guð døma meg. Vi får se.
 13 ¶ Tit eru salt jarðarinnar :
 men um saltið havi mist smakk sín,
 við hvørjum skal tað verða saltað?
 tað er hiðanfrá ikki gott fyri nakað,
 uttan at verða kastað út, og at
 verða traðkað undir mannaføtur.
  14  Tit eru ljós heimsins. Ein
 staður sum er settur á einum
 fjalli, kann ei verða fjaldur.
  15  Eiheldur kveikja menn eitt
 kertaljós, og seta tað undir eitt
 skeppumál, men í ein kertastaka ;
 og tað gevur ljós øllum sum eru í
 húsinum.
 ( Matthæus 5:13-15  FKJ )