Ein maður, sum frøist yvir, at falslærarar verða flongdir av og avdúkaðir, kann bara vera ein rættvísur, Gudsóttandi maður, og aldeilis eingin hyklariskur sukurmunnur: ólíkt flestum


Hetta teldubræv er frá ónevndum manni, sum FRØIST YVIR, at sannleikin verður sagdur ótvigið:


Gott kvøld tit á KJV,
Fyrst av øllum ein hjartans heilsan til tín Hr Højgaard,
Sum tað frøðir mítt synadafulla hjarta at hoyra slíka rødd í Harrans navni sum er og verður tann sami i Harrans navni ella sum eg sjálvur havi onkursvegna havi tikið hetta til mín sum útsøgn hugsi-sigi og avriki eins somu leið tað hevur sín kostnað í ólukkumát.
Við ynski um Guð vælsignan fyri altíð.

Hevði verið einastandi at fingi prát við teg um so skuldi borist til tlf hjá mær er (bliiiip) 

heilsan,

(Bliiiip) (sign)


Munur á monnum!!
Hyklararnir høgga eftir einum fyri at harta falslæru, meðan teir krógva seg aftanfyri smørmjúk, lifrandi orð so sum kærleika, frið, og mildleika; alt meðan teir skava útyvir og forsvara áframhaldandi falslæru, hykl og synd ímillum Guðs fólk.

Hykl er nevniliga at tykjast vera eitt, – men vera nakað annað;
– at hava pláss í meinigheitini, men tola, verja og styðja darwinismu;
– at sita innanfyri, men spenna úteftir.
– so vil eg heldur vera tveittur út, men spenna inneftir til sannleikan, til hins sanna Christs í orði hansara.


Vælsignað eru tey reinu í

hjarta: tí tey skulu síggja Guð.
( Matth. 5:8  FKJ )

Onnur tíðindi