( Úr formáli FKJs )
AV tí at Hin Heilaga Bíblia er ein gomul bók, og vegna tess at King James Bíblian, (sum er frá 1611), so hóskiligani er skrivað á kongligum tignarmáli, talar eisini Hin Føroyska King James á einum upphevjaðum máli. Fyri at náa hesum tignarmáli, stýra til, millum, og innan sum oftast hvørsfalli. Eisini eru serligir málsligir hættir, sum finnast í King James Bíbliuni, vorðnir læntir úr Íslendskum, (sum jú er eitt sera væl varðveitt mál av okkara felags Norrønu rót), og síðan vorðnir tillagaðir til Føroyskt mál.
Tríggir serligir málsligir hættir eru í King James Holy Bible; teir eru: hugsandi háttur, ynskisháttur, og ókomin tíð. Teir báðir fyrstu hátta sær soleiðis í FKJ, at sagnorðið tá tekur tann formin tað hevur í fyrsta persóni eintali; tað fær tó ikki umljóð, uttan tað longu er kent soleiðis í Føroyskum. Dømi um hugsandi hátt er, Um nakar maður hoyri rødd mína, og opni dyrnar; (Opb. 3:20). Hoyrir verður til hoyri, og opnar verður til opni. Annað dømi er, Tessvegna, um nakar maður veri í Christi; (II. Cor. 5:17). Er verður til veri, sum er enn kent í talumáli sum veri seg, tað er, at man setur sær nakað fyri í huganum: man tosar hugsandi. Eitt dømi um ókomna tíð er, Sýna tit deyða Harrans til hann komi; (I. Cor. 11:26). Kemur verður til komi. Ynskisháttur er kendur í Føroyskum; til dømis, Guð gævi; væl gagnist, læri tú væl, osv., hetta er vorðið víðkað í FKJ til at umfata alla ynskistalu, tó sum oftast við ongum umljóði.
Sagnorð í øðrum persóni eintali, sum í nútíðar máli hava líka ur ending í øðrum og triðja persóni eintali, hava øll fingið t ella rt skoytt uppí endan í FKJ, bæði í nútíð og í tátíð, hetta fyri at gera sjónligan tann neyðuga munin á sagnorðum í øðrum og triðja persóni eintali, og harvið náa fram til ein fult sundurgreinaðan málbúna, sum er førur fyri at bera tignarmál King James Bíbliunnar. Dømi, Hvar tú hevurt lagt hann; (Jóh. 20:15); altso, hann hevur, men tú hevurt. Hetta er neyðugt, av tí at orðið tú stendur ikki altíð í tekstinum.
Teknseting FKJ Bíbliunnar er sín egin; hon er í útgangsstøðinum heilt eins og teknseting Ensku KJB, har teknini , ; : og . eru sett sum stigvísar sundurdeilingar av mangan longu setningum Bíbliunnar. Eyka komma og semikolon eru varisligani vorðin sett inn í FKJ, men punktum og kolon eru sett sum í KJB.
Kolon er ikki brúkt í sambandi við framsagnir, eiheldur gásareygu; fyri at minna á, at Bíblian er ikki jarðisk: hon er Guðs heilaga orð.
Heilaga Bíblia, Føroyska King James, er okkara fýra hundrað ár seinkaða reformatións Bíblia, loksins øll hini varðveittu orð Guðs á hini Føroysku tungu: ja, enntá øll hini skírgaðu orð HARRANS.
Orðini hjá HARRANUM eru skír orðˇ: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
( Psálmur 12:6—7 FKJ )