8 Men tó vit, ella ein eingil frá
himni, prædiki tykkum nakran
annan gleðiboðskap enn tann
sum vit hava prædikað tykkum,
lat hann vera forbannaður.
9 Eins og vit søgdu áður, so
sigi eg nú aftur, Um nakar maður
prædiki tykkum nakran annan
gleðiboðskap enn tann tit hava tikið
við, lat hann vera forbannaður.
( Gal. 1:8-9 FKJ )
Paulus forbannaði ikki gandakallin Elymas; men hasir “extreme grace” falslærararnir og “kristnu darwinistarnir” hava
tvífalt forbannilsi ímóti sær í Guðs orði.
Hví?
Tí teir villleiða Guðs fólk.
Tað ger ein gandakallur ikki.
– Og so siga teir so smoyknir og sleiskir, at Guðslæra ongan týdning hevur, – tú skalt bara “elska Jesus“.
Fyri at kunna elska Jesus, so mást tú kenna tann sanna Jesus frá einum følskum, og halda hansara boð.
15 ¶ Um tit elski meg, haldið
boð míni.
( Jóh. 14:15 FKJ )
Tilráðing:
Lurta ongantíð aftur eftir tvífalt forbannaðum falslærarum í fínum skartaklæðum og riiiisastórum tannpastasmíli, sum kitla teg sundur og saman við ljúgvandi lyftum um framgongd og onga trongd og burturrykking nærsumhelst áðrenn hin sjeynda lúður við fullum lummum av pengum.
Teirra peningur man glatast við teim.

Tá ið blindur leiðir blindan, so fara teir báðir í … (tú veitst)