Ein eldri rættskikkaður maður lærir tykkum æviga Bíbilska sannleikan um sokallaðar kvinnuligar hirðar, elstar, deknar, og frálærarar



Teir, sum trúgva konu, at hon er kallað av Guði at prædika, vera elsti, ella vera hirði, eru longu falnir í somu grøv sum hin fyrra Adam: at taka kvinnunnar orð uppum Guðs orð; tí Guð hevur longu talað, og honum vilja tit ikki lurta eftir.

Í veruleikanum eru tit øll fangað av orminum, trúgva honum og akta hann.

Tað, sum vendir niður, vendir upp.

Endin kann ikki verða annað enn so galin sum ein yvirhøvur kundi hugsað sær; tí tit venda longu øll somul Guði reyv, stokkdeyv.

Men karusellan koyrir nokk víðari við stórum smíli, spælimonnum í langar banar, fólki sum syngur so hart sum tað kann, uppátiknum smílarum.

—Næsta kór!
Tralli, ralli, ralli, rei, tramp tramp.
Og so allar hendur upp í loft; men eingin virðing fyri Guðs orði í hjartanum, og tí eingin virðing fyri Guði yvirhøvur. So einfalt er tað.

Langt úti?
Ja, tað má eg siga!

Onnur tíðindi